Liktinstein

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Liechtenstein)
Jump to navigation Jump to search
Fürstentum Liechtenstein
Flagg Liktinstein
(Flagg Liktinstein)
Skjaldarmerki Liktinstein
(Skjaldarmerki Liktinstein)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Oben am jungen Rhein
Europe-Liechtenstein.svg
Alment mál Týskt
Høvuðsstaður Vaduz
Fúrsti Hans-Adam II.
Forsætisráðharri Adrian Hasler
Fullveldi 12. juli 1806
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
160,477 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2017
 - tættleiki
 
38 111
237/km²
Gjaldoyra Sveisarfrankur (CHF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .li
Telefonkota +423
Kort yvir Liktinstein

Liktinstein er eitt land í Miðevropa, sum liggur millum Sveis og Eysturríki. Landið er sera lítið og fevnir bert um áleið 160 km2. Fólkatalið er umleið 37.000. Høvuðsmálið í Liktinstein er týskt. Liktinstein er einasta týskt-talandi land, ið ikki hevur mark við Týskland. Liktinstein er eitt fúrstadømi. Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við Sveis og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis. Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan. Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin landbúnaður, blómandi smáídnaður og ferðavinna veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land. Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10 % av árligu ríkisinntøkunum.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 47°8′0″N 9°33′0″E / 47.13333°N 9.55000°E / 47.13333; 9.55000

Keldur[rætta | rætta wikitekst]