Jump to content

Evropeiska Samveldið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Evropiska Samveldið)
European Union
Evropasamveldið
Flagg Evropasamveldið
(Flagg Evropasamveldið)
Tjóðarslagorð: In Varietate Concordia
Tjóðsangur: Ode to Joy
Alment mál 24
Høvuðsstaður Brússel, Belgia
Evropatingið David Sassoli
Evroparáðið Charles Michel
Fullveldi
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
4 324 782 km²
3,08%
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
505 665 739
114/km²
Gjaldoyra 11
Tíðarøki (UTC 0 til +2)
Økisnavn á alnetinum .eu
Telefonkota +

ES er stytting fyri Evropasamveldið ella Evropeiska samveldið[1], á donskum og flestu evropeiskum málum verður brúkt styttingin EU, stytting fyri Europæiske Union ella European Union, er eitt samveldi í Evropa. Hugsanin um at stovna eitt samveldi í Evropa kom upp eftir Seinna heimsbardaga, tí evropeisku londini hildu hetta vera einastu leið at sleppa undan fleiri kríggjum í heimspartinum. Felagsskapurin, ið upprunaliga æt EEC (stytting fyri Búskaparligi Felagsmarknaður Evropa), hevur skipað øll limalondini sum ein marknað. Vøra, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara limalandanna millum. ES skipar seg nú sum búskaparligt samveldi við einum gjaldoyra, evru, í øllum londunum. Ein onnur framtíðarhugsjón er ES sum politiskt samveldi. Tað vóru tey seks londini, Frakland, Luksemborg, Belgia, Niðurlond, Vesturtýskland og Italia, sum stovnaðu henda felagsskap í Róm í Italia í 1957, og tí verður sjálvur sáttmálin nevndur Rómsáttmálin. Í 1973 komu Stóra Bretland, Danmark og Írland uppí, í 1981 Grikkaland, í 1986 Spania og Portugal og um ársskiftið 1995 Svøríki og Finnland. Føroyar eru ikki við, men hava serligan sáttmála við ES. Sama er við til dømis Íslandi, Sveis og Noregi. Grønland fylgdi Danmørk inn í ES. Tá ið Grønland fekk heimastýri, vórðu viðurskiftini við ES endurskoðað, og Grønland segði seg úr felagsskapinum. Eftir broytingarnar í Eysturevropa seinastu árini, vilja nógv av teimum londunum sleppa upp í Evropasamveldið, og summi hava longu søkt um limaskap. Efir at limalondin góðtóku Maastricht-sáttmálan í 1993, er lagt upp til nógv meira víðfevnandi samstarv enn upprunaliga ætlað.

Í 2014 vóru 28 lond í ES, fólkatalið 506 mió. og í vídd umleið 4,38 mió. km2. Tá ið Japan er frá, er ongastaðni so nógv fólk á hvørjum km2 sum í ES. 24 almenn mál eru í ES og fleiri óalmenn mál. ES-londini eru ídnaðarlond burturav og nógv ríkari enn lond flest. Tað er aðalmál ES at gera eitt Evropa við ongum landamørkum, har vøra og peningur hava frítt at fara. Í ES- og EBS-londunum hava vørur, tænastur, fólk og kapitalur frítt at fara. Hesi “fýra frælsini” gera tað lættari at virka. Føroyar hava ein handilssáttmála, sum gevur ávísum fiskavørum at kalla fría atgongd til ES marknaðin. Mangt og mikið snýr seg um pening, men ES er meira enn tað. Samstarv er á nógvum økjum: vísindi, handil, umhvørvi, undirvísing og uttanríkispolitikkur er nøkur dømi. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags gjaldoyra og eisini felags verju og løgreglu.

Gjaldoyrað euro er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum.

Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Evropeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin Evropasamveldið (ES). 28 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi.

Seinni veraldarbardagi tók milliónir mannalív og syndraði Evropa. Evropeiski felagsmarknaðurin varð settur á stovn, so at kríggj og ósemjur ikki aftur skuldu vera millum lond í Evropa. Tey seks (sum tey tá vórðu nevnd) europeisku londini Belgia, Niðurlond, Luksemborg, Frakland, Vesturtýskland og Italia skrivaðu í 1957 undir Rómsáttmálan og skipaðu harvið Europeiska Felagsmarknaðin, stytt EF. Endamálið var í fyrstu syftu, at hesi londini skuldu hava felags tollmark, felags arbeiðsmarknað og frían innanhýsis kapitalflutning landanna millum. Í aðru syftu varð ætlanin, at EF skuldi mennast til eitt búskaparligt og politiskt samveldi. Fyri at standa seg ímóti hesum felagsskapi tóku tey sjey europeisku londini Danmark, Svøríki, Noreg, Stóra Bretland, Portugal, Eysturríki og Sveis seg saman í felagsskapin EFTA (stytting fyri European Free Trade Association á enskum). Sáttmálin varð undirskrivaður í Stokkhólmi í Svøríki í november 1959. EFTA er eitt fríhandilsøki, har allur tollur ímillum limalondini er avtikin, samstundis sum hvørt limaland sær kann varðveita tann toll, tey høvdu við triðjalond. Føroyar gjørdist limur í EFTA í 1967, men fór í 1972 burturúr aftur, tá ið Danmark gjørdist limur í ES. Tey EFTA-lond, ið ikki eru farin upp í ES, skrivaðu í 1992 undir ein sokallaðan EBS-sáttmála við ES. EBS er stytting fyri Europeiska Búskapar Samstarvið, sum merkir, at Innmarknaðurin í ES eisini kom at fevna um EFTA londini. Nú er einki eftir av EFTA, og tey lond, sum ikki hava fingið limaskap í ES, hava í staðin fingið handilssáttmála, EBS-avtaluna.

Stjørnurnar í flagginum hjá ES siga frá, hvussu mong lond vóru limir, men nú eru fleiri lond komin afturat.

Sessir í tali til hvørt land í Evropatingnum
Týskland Týskland
96 (12,8%)
Frakland Frakland
74 (9,9%)
Stóra Bretland Bretland
73 (9,7%)
Italia Italia
73 (9,7%)
Spania Spania
54 (7,2%)
Pólland Pólland
51 (6,8%)
Rumenia Rumenia
32 (4,3%)
Niðurlond Niðurlond
26 (3,5%)
Belgia Belgia
21 (2,8%)
Grikkaland Grikkaland
21 (2,8%)
Kekkia Kekkia
21 (2,8%)
Portugal Portugal
21 (2,8%)
Ungarn Ungarn
21 (2,8%)
Svøríki Svøríki
20 (2,7%)
Eysturríki Eysturríki
18 (2,4%)
Bulgaria Bulgaria
17 (2,3%)
Danmark Danmark
13 (1,7%)
Finnland Finnland
13 (1,7%)
Slovakia Slovakia
13 (1,7%)
Lýðveldið Írland Írland
11 (1,5%)
Kroatia Kroatia
11 (1,5%)
Litava Litava
11 (1,5%)
Slovenia Slovenia
8 (1,1%)
Lettland Lettland
8 (1,1%)
Estland Estland
6 (0,8%)
Kýpros Kýpros
6 (0,8%)
Luksemborg Luksemburg
6 (0,8%)
Malta Malta
6 (0,8%)

Valdið í ES verður býtt í tríggjar partar. Lóggevandi valdið hevur ráðharraráðið, útinnandi valdið hevur kommissiónin, og dómsvaldið hevur dómstólurin. Haraftrat er ráðgevandi ting, sum eitur Evropatingið.

  • Ráðharraráðið ella ES-Ráðið (enskt: Council of the European Union) hevur skrivstovur sínar í Brússel. Í ráðnum eru 28 ráðharrar, ein úr hvørjum limalandi. Tað er ráðharraráðið, sum samtykkir lógirnar í ES.
  • Kommissiónin (enskt: European Commission) hevur skrivstovu í Brússel. Í kommissiónini eru 28 limir, 2 úr teimum stóru limalondunum og 1 úr teimum smáu. Kommissiónin skal koma við uppskoti um nýggjan politikk og nýggjar lógir. Tá ið lógirnar eru samtyktar, skal kommissiónin síggja til, at tær verða hildnar.

  • ES-dómstólurin (enskt: European Court of Justice) hevur sæti í Luksemborg. Í honum er 1 dómari úr hvørjum limalandi, og avgerðir, tiknar í ES-dómstólinum, skuldu verða tiknar fram um dómarnar í limalondunum.

  • ES-Parlamentið ella Evropatingið (enskt: European Parliament) heldur sínar fundir í Strassborg, Fraklandi. Í tinginum eru 751 limir, sum verða valdir fyri fimm ár í senn av borgarunum í limalondunum. Úr Danmark eru 13 limir. Tingið umboðar fólkið, og politikarar úr nógvum ymiskum flokkum í Evropa hava sæti har. Tingið skal til dømis taka støðu til øll uppskotini frá kommissiónini um fíggjarpolitikkin í ES.

Sambandið millum Føroyar og ES

[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar er ikki limur í ES, men tað er Danmark, sum Føroyar er í ríkisfelagsskapi við. Bæði áðrenn og aftaná at Danmark fór upp í ES, hava anstøðingar har, eins og í Føroyum, hildið fundir og gingið mótmælisgongur. Í øllum Norðurlondum eru fólk bæði ímóti og fyri ES. Vidðhaldsfólk halda, at ES hevur bundið londini í Evropa fastari saman, og tey 28 ES londini hava fingið størri ávirkan á heimin. Hildið verður, at ES er til gagns fyri til dømis útflutning og fyri fólk flest. Andstøðingar halda, at landið missir ein part av støðu síni sum sjálvstøðugt ríki. Tey vilja hava frælsi sjálvi at ráða og vilja ikki, at landið skal verða stjórnað úr Brússel.

Í 1970 fóru Danmark, Stórabretland, Írland og Noreg undir samráðingar við EF um møguligan limaskap. Undir samráðingunum segði danski marknaðarráðharrin, at fyri Føroyar og Grønland kundu taka seg upp serligir spurningar, sum gjørdu tað neyðugt, at serskipanir av ymsum slagi vórðu gjørdar fyri hesar partar av ríkinum. Hetta setti av álvara ferð á kjakið í Føroyum um, hvørt Føroyar skuldu fylgja Danmark inn í felagsskapin

2. oktober 1972 varð staðfest við fólkaatkvøðu, at Danmark skuldi gerast partur av EF. Danski upptøkusáttmálin í EF fevndi ikki um Føroyar. Eisini Stórabretland og Írland valdu at gerast limir. Sambært ráðgevandi fólkaatkvøðu í Noregi, har meirilutin av fólkinum var ímóti limaskapi, avgjørdi norska stjórnin at mæla Stórtinginum til ikki at samtykkja luttøku í EF. Síðani løgtingið í januar 1972 hevði viðgjørt EF málið vóru nú farnar hendingar fram av stórum týdningi fyri støðu Føroya mótvegis EF. EFTA londini, sum ikki søktu um limaskap í EF, høvdu øll fingið fríhandilssáttmálar við EF; og Noreg ynskti ikki longur limaskap, men samráddist nú við EF um fríhandilssáttmála.

løgtingið fyrst í sjeytiárunum skuldi taka støðu til, um Føroyar skuldu fara við Danmark inn í Evropeiska Felagsmarknaðin (EF), birtist ein tann størsta politiska rørsla, sum hevur verið í Føroyum: Fólkafylkingin móti EEC. Fylkingin - væl stuðlað av serliga Tjóðveldisflokkinum - førdi eina kampanju, ið lýsti felagsmarknaðin sum nakað stórt og fremmant, ið fór at týna Føroyar, gjørdust vit limir. Málið um føroyskan EF limaskap varð endaliga avgreitt, tá ið eitt samt løgting í 1974 gjørdi av, at Føroyar skuldu standa uttanfyri, hóast Danmark var farið inn í felagsskapin.

Í 1992 atkvøddi ein meirluti av dønum ímóti tættari ES-samarbeiði. Danska fólkið er 1 % av fólkinum í ES, og danir eiga bert ein lítlan part av atkvøðunum í ES-ráðnum og 1,7 % í ES-parlamentinum.

Sendistova Føroya í Evropasamveldinum

[rætta | rætta wikitekst]

Sendistovan í Brússel starvast mest við viðurskiftum Føroya við ES. Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum mentanarlív og aðrar samfelagsbólkar í vertslandinum.[2] Kate Sanderson er fyrsta sendikvinna Føroya í Brússel.[3]

ES-boykott ímóti Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

28. august 2013 valdi ES at fremja boykott móti Føroyum á tann hátt, at føroysk skip við makreli og sild ikki sluppu í ES-havn ella ES-land yvirhøvur. Hetta orsakað av ósemju um hvussu stóran part av makrelkvotuni, ið Føroyar skal hava. ES metti, at Føroyar ikki fiskaði burðardygt. Føroyar stevndu ES til WTO. Hin 11. juni 2014 kunngjørdi Maria Damanaki, fiski- og vinnumálakommiserur hjá ES, at avtala um sildakvotu varð gjørd millum Føroyar og ES, og at ES nú fór at enda handilsforingunum móti Føroyum, sum hevði vart síðan 28. august 2013. Sum partur í nýggju semjuni lovaði Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri Føroya, at Føroyar fóru at taka aftur stevningina í WTO móti ES.[4]

Kortið vísir limalondini í ES við bláum og kandidatar til ES við ljósareyðum.
Kortið vísir søgugongdina í ES, nær ið tey ymisku londini gjørdist limir.

Evropasamveldið er vaksið sera nógv síðan Rómsáttmálin varð undirskrivaður av Vesturtýsklandi, Fraklandi, Italia, Niðurlondum, Belgia og Luksemborg í 1957. Tey seks stovnandi londini verða ofta umrødd sum tey seks ella kjarnu-Evropa.

22 onnur lond blivin innlimað í ES síðan stovnanina, hetta er hent í seks umførum (limalond, ið eisini eru við í Evru-samstarvinum, eru merkt við "€"):

Friðarheiðursløn Nobels

[rætta | rætta wikitekst]

ES fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2012. Í hennara grundgevingum varð m.a. sagt, at ES í yvir seks áratíggju hevur virkað fyri friði, fólkaræði og mannarættindum í Evropa. Nevndin vísti á, at áðrenn Seinna heimsbardaga høvdu Týskland og Frakland, í eitt 70 ára skeið, verið í kríggi tríggjar ferðir. Eisini tók Nobelnevndin fram, at ES hevur slóðað fyri fólkaræði, ikki minst í Eystur- og Suðurevropa er fólkaræði styrkt, og fleiri stríð millum etniskar bólkar eru loyst á friðarligan hátt. Samanumtikið hevur ES, sambært Nobelnevndini, stabiliserað Evropa, og broytt tað frá at vera ein heimspartur, sum var merktur av kríggi, til at vera ein heimspartur, har friður valdar. “Evropeiska Samveldið hevur í 60 ár borgað fyri støðufesti, trygd og friði í Evropa síðani Seinna heimsbardaga, og hevur eisini styrkt mannarættindini í Evropa", segði Thorbjørn Jagland, formaður í Nobelnevndini, tá hann í okt. 2012 kunngjørdi, hvør fær friðarheiðurslønina 2012.[5]

ES hevur í fleiri ár verið í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina. Nobelnevndin varð samd um at lata ES heiðurslønina.[6]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið