ES-Ráðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

ES-Ráðið ella Ráðharraráðið (enskt: Council of the European Union ella Council of Ministers) er eitt samstarvsráð fyri ES. Tað er í ES-Ráðnum, at áhugamálini hjá limalondunum skulu røkjast, og tí er tað eisini her, at fyrimunirnir við egnum limaskapi mugu metast at vera størst. Limir í ES-Ráðnum eru stjórnirnar í limalondunum, sum verða umboðaðar av ymiskum ráðharrum – alt eftir, hvørji mál eru til viðgerðar. Eru tað umhvørvismál, møta teir 27 umhvørvisráðharrarnir osfr. Limalondini skiftast um at hava leiðsluna av ES-Ráðnum í 6 mánaðir í senn. Hetta verður ofta nevnt at hava “formansskapin í ES”. Einki uppskot frá Kommissiónini kann fáa gildi uttan so, at ES-Ráðið hevur góðkent tað. Tilsamans 345 atkvøður eru í ES-ráðnum. Tey størstu londini hava 27 atkvøður í part, og síðani lækkar talið. Malta hevur tríggjar atkvøður. Danmark hevur sjey. Í ES-Ráðnum hava tey smáu londini lutfalsliga meiri vald enn tey smáu, men hetta verður sambært Lissabon-sáttmálanum eitt sindur javnari í 2014 tí tá skulu tey, sum atkvøða fyri, umboða minst 65 % av fólkinum í ES um eitt mál skal verða samtykt. Tað verður altso ikki nóg mikið at hava meirilutan av atkvøðunum - hesar atkvøður skulu eisini umboða meirilutan av fólkinum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið