Vesturtýskland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vesturtýskland (blá).

Eftir seinna heimsbardaga varð Týskland lutað sundur millum hersetingarvaldini Sovjetsamveldið; USA; Stórabretland og Frankaríki. Hareftir vórðu tvey lond stovnað, úr hesum fýra landspørtunum: BRD (Bundesrepublik Deutschland), sum í dagligari talu bleiv kallað Vesturtýskland, og tað eystara DDR (Deutsche Demokratische Republik), sum í dagligari talu, bleiv kallað DDR.

Høvuðsstaður í Vesturtýsklandi var Bonn, meðan sundurbýtti býurin Berlin, var høvuðsstaður í DDR. Tá ið týsku londini í 1990 blivu løgd saman í eitt land aftur, bleiv í roynd og veru Eysturtýskland niðurlagt, politikarar og fyriskipan annars send til hús, og økið lagt afturat Vesturtýsklandi.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið