Bonn
| Bonn | |||
|---|---|---|---|
|
| |||
| |||
| Coordinates: 50°44′N 7°6′E / 50.733°N 7.100°ECoordinates: 50°44′N 7°6′E / 50.733°N 7.100°E | |||
| Land | Týskland | ||
| Fyris. región | Köln | ||
| Distrikt | kreisfreie Stadt | ||
| Stovnaður | 1. øld | ||
| Stjórn | |||
| • Yvirborgmeistari | Ashok-Alexander Sridharan (CDU) | ||
| Øki | |||
| • Tilsamans | 141,06 km2 (Bad rounding here54 sq mi) | ||
| Fólkatal (desember 2017) | |||
| • Tilsamans | 325,490[1] | ||
| Tíðasona | CET/CEST (UTC+1/+2) | ||
| Postkotur | 53111–53229 | ||
| Telefonkotur | 0228 | ||
| Akfar skráseting | Bn | ||
| Heimasíða | www.bonn.de | ||
Bonn er stórbýur í vestara parti av Týsklandi.
Býurin, sum liggur við Rínánna, hevur yvir 325.000 íbúgvar. Bonn er tann 9. størsti býur í stakríkinum Nordrhein-Westfalen og tann 19. størsti býur í Týsklandi.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]
Býurin varð stovnaður undir navninum Bonna fyri 2000 árum síðan. Castra Bonnensis var latínska heitið á býnum við Rínánna í Rómverska rikinum.
Víkingar vitjaðu Bonn tvær ferðir. Býurin varð oyðilagdur í 882 og 883.
Í miðøldini gjørdist Bonn høvuðssætið hjá Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Hetta tíðarskeið endaði tó, tá ið fraklendingar hersettu býin í 1794. Eftir at franski keisarin, Napoleon, hevði lagt vápnini í 1815, gjørdist Bonn partur av Prusslandi. Stjórnin setti á stovn lærda háskúlan Rheinische Friedrich-Wilhelms-Universität í 1818, sum er uppkallaður eftir táverandi proysiska konginum.
Eftir Seinna heimsbardaga varð Samveldislýðveldið Týskland stovnað í mai 1949 og Bonn gjørdist fyribils høvuðsstaður í Vesturtýsklandi tann 29. november 1949.[2]
Tá Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind tann 3. oktober 1990, gjørdist tó Berlin uppaftur týski høvuðsstaðurin. Í juni 1991 atkvøddi tingið, at sæti hjá týsku stjórnini eisini skuldi flytast til Berlin, og so fekk Bonn heitið "Bundesstadt".
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Gamla Ráðhúsið
- Høvuðskirkjan (Bonner Münster).
- Høvuðskirkjan
- Nýggja Ráðhúsið (Stadthaus).
- Hofgarten og fyrrverandi slottið hjá kurfúrstanum av Köln.
- Høvuðsbygningurin hjá lærda háskúlanum Friedrich-Wilhelms-Universität.
- Konserthúsið Beethovenhalle.
- Býlingurin Bundesviertel í fyrrverandi høvuðsstaðnum.
- Palais Schaumburg er fyrrverandi høvuðssæti hjá týska samveldiskanslaranum.
- Villa Hammerschmidt er fyrrverandi høvuðssæti hjá týska samveldisforsetan.
- Høvuðstokstøðin Bonner Hauptbahnhof
- Poppelsdorfer Allee.
- Listasavnið Bundeskunsthalle.
- Náttúrusavnið "Museum König"
- Gongubreyt fram við Rínánni.
Kend fólk
[rætta | rætta wikitekst]Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- bonn.de, Heimasíðan hjá býnum
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Bevölkerungsstand, landesdatenbank.nrw.de
- ↑ 29.November 1949 - Bonn wird Bundeshauptstadt, nrw2000.de