Nobelvirðislønin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Alfred Nobel (1833-1896), sum stovnaði Nobel-virðislønina

Nobelvirðislønin er ein heiðursløn, ið verðu latin einaferð um árið á deyðsdegnum hjá Alfred Nobel, hin 10. desember. Fyrstu ferð heiðurslønin varð latin var í 1901. Heiðurslønamóttakararnir í alisfrøði og evnafrøði verða valdir av Kungliga vetenskapsakademiens nobelkommitté, í fysiologi og medisini av Karolinska institutets nobelkommitté, í bókmentum av Svenska akademiens nobelkommitté og Friðarheiðursløn Nobels av Norske Stortings Nobelkomité. Allar hesar virðislønirnar verða lætnar av ognini hjá Nobel Stýrinum. Í 1968 kom ein eyka heiðursløn, sum Sveriges Riksbank setti á stovn, tað er Nobelvirðislønin í búskapi, sum eisini verður latin á hvørjum ári av Vetenskapsakademien.

Allar Nobelheiðurslønirnar verða lætnar í Stokkhólmi í Svøríki uttan Friðarheiðursløn Nobels, sum verður latin í Noregi. Orsøkin er tann, at Noreg og Svøríki vóru saman í einum felagsríki, tá Alfred Nobel andaðist hin 10. december 1896, og Svøríki stýrdi uttanríkispolitikkin. Nobel meinti tí, at vandin fyri mutri var minni, um tað var Noreg, ið stóð fyri handanini av friðarheiðurslønini.

Nobelvirðislønir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]