Jump to content

Djóni Nolsøe Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Djóni Nolsøe Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. aug 1972
Starv fótbóltsleikari, politikari, námsfrøðingur
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Dátuheiti

Djóni Nolsøe Joensen (føddur 21. august 1972[1]) er ein føroyskur námsfrøðingur og politikari (JF).

Hann er sonur Annu Nolsøe Joensen og Arna Weihe Joensen og uppvaksin á Glyvrum. Hann er giftur við Maritu Andrasardóttir og eigur trýggjar døtrar.

Hann er dagligur leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.[2]

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hann stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða valdur, men 17. september tók hann sæti á tingi, sum avloysari fyri Henrik Old, ið gjørdist samferðslumálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen.

Løgtingsnevndir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2015- Limur í nevndini, ið hevur eftirlit við varhaldsfangum
  • 2015- Limur í Trivnaðarnevndini[3]