HM fótbóltur
HM í fótbólti (enskt; FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.
FIFA verður stovnað[rætta]
Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.
Bretar seta seg uttanfyri[rætta]
Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.
Fótbóltur er fyri professionellar[rætta]
Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin. Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini.
Fyrsta HM endaspælið verður fyrireikað[rætta]
Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við.
Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum.
Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki.
Uruguei 1930[rætta]
Dato: 13/7 - 30/7
Luttakarar (13)[rætta]
Argentina - Belgia - Bolivia - Brasil - Kili - Frakland - Jugoslavia - Meksiko - Paraguei - Peru - Rumenia - USA - Uruguei.
Finala[rætta]
Málríkasti dystur[rætta]
Frakland 1935[rætta]
Italia 1938[rætta]
Brasil 1950[rætta]
Sveis 1954[rætta]
Svøríki 1958[rætta]
Kili 1962[rætta]
Ongland 1966[rætta]
Meksiko 1970[rætta]
Týskland 1974[rætta]
Argentina 1978[rætta]
Spania 1982[rætta]
Italia 1990[rætta]
USA 1994[rætta]
Frakland 1998[rætta]
Japan/Korea 2002[rætta]
Týskland 2006[rætta]
HM Vinnarar[rætta]
| Ár | Vertur | Vinnari | Finaludystur |
|---|---|---|---|
| 2010 | Suðurafrika | Spania | Holland 0 - 1 Spania |
| 2006 | Týskland | Italia | Italia 1 - 1 Frakland (Italia vann við brotspørkum) |
| 2002 | Japan/Korea | Brasilia | Brasilia 2 - 0 Týskland |
| 1998 | Frakland | Frakland | Frakland 3 - 0 Brasilia |
| 1994 | USA | Brasilia | Brasilia 0 - 0 Italia (Brasilia vann við brotspørkum) |
| 1990 | Italia | Týskland | Týskland 1 - 0 Argentina |
| 1986 | Meksiko | Argentina | Argentina 3 - 2 Týskland |
| 1982 | Spania | Italia | Italia 3 - 1 Týskland |
| 1978 | Argentina | Argentina | Argentina 3 - 1 Niðurlond |
| 1974 | Týskland | Týskland | Týskland 2 - 1 Niðurlond |
| 1970 | Meksiko | Brasilia | Brasilia 4 - 1 Italia |
| 1966 | Ongland | Ongland | Ongland 4 - 2 Týskland |
| 1962 | Kili | Brasilia | |
| 1958 | Svøríki | Brasilia | Brasilia 5 - 2 Svøríki |
| 1954 | Sveis | Týskland | Týskland 3 - 2 Ungarn |
| 1950 | Brasilia | Uruguei | (eingin finaludystur, men í seinasta dystinum í finalubólkinum vann Uruguei 2 - 1 á Brasilia) |
| 1938 | Frakland | Italia | |
| 1934 | Italia | Italia | |
| 1930 | Uruguei | Uruguei | Uruguei 3 - 1 Argentina |
Toppskjúttar[rætta]
Hesir hava skotið tey flestu málini til HM kappingar gjøgnum allar tíðir frá 1930 - 2010 (frá seks málum og fleiri):
Hygg eisini at[rætta]
Keldur[rætta]
- ↑ FIFA krediteraði upprunaliga Leônidas fyri átta mál í 1938, men broytti hetta til sjey mál í november 2006.
- ↑ FIFA krediteraði upprunaliga Nejedlý fyri fýra mál í 1934. Í november 2006 broyttu teir tað til fimm mál, sum svarar til at hann skoraði sjey mál í alt (hann skoraði tvey mál í 1938). [1]