HM í fótbólti 2014

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

HM í fótbólti 2014 er tann 20. útgávan av HM í fótbólti, ið er ein altjóða kapping fyri menn, ið verður hildin í Brasil frá 12. juni til 13. juli 2014.[1] Hetta er aðru ferð, at Brasil er vertur fyri heimsmeistaraskapin í fótbólti hjá monnum, seinastu ferð var í 1950. Brasil varð valt til vertstjóð til endaumfarið uttan mótstøðu, eftir at altjóða fótbóltsfelagsskapurin, FIFA, almannakunngjørdi, at kappingin skuldi haldast í Suðuramerika fyri fyrstu ferð síðan 1978 í Argentina. Hetta er fimtu ferð yvirhøvur, at kappingin verður hildin í Suðuramerika.

Allir heimsmeistar í fótbólti síðan tann fyrsta heimsmeistaraskapin í fótbólti í 1930 (Argentina, Ongland, Frakland, Italia, Spania og Uruguei) luttaka í kappingini. Spania er forsvarandi heimsmeistari. Teir vunnu móti Niðurlondum 1-0 í finaluni. Hinar fýra ferðirnar ið heimsmeistaraskapurin í fótbólti hevur verið hildin í Suðuramerika, hevur eitt Suðuramerikanskt lið vunnið kappingina.[2]

Stadion[rætta | rætta wikitekst]

Belo Horizonte Brasília Cuiabá Curitiba Fortaleza Manaus
Mineirão
Novo mineirão aérea.jpg
Kapasitetur: 62.547
(renoverað)
Estádio Nacional de Brasília
Estádio Nacional de Brasília.JPG
Kapasitetur: 70.042
(nýtt stadion)
Arena Pantanal
Cuiaba Arena.jpg
Kapasitetur: 42.968
(nýtt stadion)
Arena da Baixada
Arenadabaixada2.jpg
Kapasitetur: 41.456
(renoverað)
Estádio Castelão
Fortaleza Arena.jpg
Kapasitetur: 64.846
(renoverað)
Arena da Amazônia
Amazonia Arena.jpg
Kapasitetur: 42.374
(nýtt stadion)
Natal Porto Alegre Recife Rio de Janeiro Salvador São Paulo
Arena das Dunas
Natal, Brazil - Arena das Dunas.jpg
Kapasitetur: 42.086
(nýtt stadion)
Estádio Beira-Rio
Beira Rio Stadium.JPG
Kapasitetur: 48.849
(renoverað)
Itaipava Arena Pernambuco
Itaipava Arena Pernambuco - Recife, Pernambuco, Brasil.jpg
Kapasitetur: 44.248
(nýtt stadion)
Maracanã
Maracana Stadium June 2013.jpg
Kapasitetur: 73.531
(renoverað)
Itaipava Arena Fonte Nova
Arena Fonte Nova view from lake (zoom).jpg
Kapasitetur: 48.747
(nýtt stadion)
Arena Corinthians
Arena Corinthians West Building.jpg
Kapasitetur: 65.807
(nýtt stadion)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Pot allocations for the Preliminary Draw". FIFA.com (Fédération Internationale de Football Association). 27 July 2011. http://www.fifa.com/worldcup/preliminarydraw/news/newsid=1480389/index.html. Heintað 27 July 2011. 
  2. "If the World Cup started tomorrow". ESPN. 12 June 2013. http://espnfc.com/blog/_/name/worldcupcentral/id/53?cc=5739.