Jump to content

Washington

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Washington
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Einki
Høvuðsstaður: Olympia
Størsti býur: Seattle
Innlimað: 11. november 1889
Guvernørur: Jay Inslee (D)
Vídd: 184,827 km²
Íbúgvar (2011): 6,724,540
fyri km²: 34.20/km²
Tíðarzona: UTC -8 / -7 /
Heimasíða: www.access.wa.gov

Washington (enskt: State of Washington) er eitt stakríki í útnyrðingspartinum í Sambandsríkinum Amerika. Her búgva umleið 6,7 mió. fólk. Olympia er høvuðsstaðurin og Seattle er størsti býurin. Í 1889 bleiv Washington stakríki í USA. Í norðri hevur Washington mark við Kanada (landslutur: British Columbia), í eystri við Idaho, og í suðri við Oregon. Í vestri liggur Kyrrahavið. Eyknevni er Hin Veturgrønstaturin (enskt: The Evergreen State).

Ein heitur streymur, sum kemur frá Ásia, ger, at vetrarnir her verða lýggir. Sumrini eru eisini oftast góð, men um heystarnar regnar ógvuliga illa, og ofta liggur skadda á fjøllunum.

Indianarar

[rætta | rætta wikitekst]
Seattle høvdingur, Chief Seattle, er ein anglofisering av Si'ahl, eisini Seathle, Seeahth ella Sealth. Seattle livdi frá 1780-1866 og var høvdingur hjá Duwamish-fólkinum.
Isaac Stevens var fyrsti guvernørur í statinum Washington.

Høvuðsstaðurin Seattle er uppkallaður eftir tí mæta høvdinginum Seattle (1780-1866). Seattle var av sequami-fólkinum, sum búði á strandarleiðunum í norðurvestara parti av USA. Høvdingurin dugdi ikki at síggja nakra aðra gongda leið hjá indianarunum enn at liva saman við tí hvíta manninum. Seattle gav seg undir yvirvaldið hjá stjórnini í Washington DC. Sum byrjan til sáttmálatingingarnar við USA helt hann røðu fyri Isaac Stevens, guverøri, og hetta er røðan, ið verður rópt talan hjá Seattle høvdingi. Isaac Ingalls Stevens (1818-62) var fyrsti guvernørur í statinum. Hann hevði sæti í Kongressini í samveldishøvuðsstaðnum Washington og var brigadugeneralur í samveldisherinum hjá norðurstatunum í borgarakrígnum (1861-65), til hann fall í slagnum í Chantilly í Virginia 1. sept. í 1862. Seattle var tiltikin fyri sínar talugávurm. Tá ið hann helt sína víðagitnu talu, skal hann hava lagt hondina á høvdið á guvernørinum.

Tað vóru nógvir samskiftistrupulleikar við hetta høvið. Hjástaddir vóru nógvir tjóðflokkar, ið talaðu sera ymisk mál, so talan hjá guvernørinum Stevens varð fyrst týdd til tað pidginmálið, blendingsmálið, ið hevði ment seg við sambandinum við teir hvítu. Málið var rópt chinookjargon, ið var ein blanding av chinook, fronskum og eingilskum. Síðan umsettu onnur tað til tey ymisku indiansku málini. Tá ið indianarnir talaðu, gekk tilgongdin hinvegin. Tað verður hildið vera ósannlíkt, at Seattle fór at tala chinookjargon. Hansara egna mál var lushootseed. Ein hvítur, ið var til staðar, 34 ára gamli Dr. Henry Smith, skrivaði upp, men hvat hann skrivaði, er ikki heilt greitt. Sjálvur segði hann, at tað, hann skrivaði, var “bara eitt brot úr taluni hjá Seattle.” Dr. Smith var kongressmaður, lækni, skald og niðursetumaður í býnum Seattle, WA.

Dr. Henry A. Smith skrivaði nakrar greinar og yrkingar, men endurgevingin hjá honum av taluni hjá Seattle høvdingi varð ikki kunngjørd fyrr enn 34 ár eftir. Heystið 1887 stóð talan endurgivin í eini greinarøð, sum hann skrivaði fyri Seattle Sunday Star um niðursetutíðina. Tey næstu mongu árini varð talan løgd út og tulkað meira ella minni sum best bar til. Í kreppuárunum í 1930-unum varð hon givin út við ábendingum um at skula profetera um eitt komandi sosialt skrædl. Í Seinna heimskríggi varð Seattle lýstur sum eitt slag av einum pasifisti. Í 1960-unum varð hann lýstur sum týðandi katolikkur. Søgur gingu m.a. um, at katolikkar høvdu doypt Seattle uml. 1830, men í taluni bendir einki á, at tað hevði nakað serligt upp á seg.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Fjøll í vestastu fjallarøðini í USA, Coast Range, í Washington.

Í norðurvesturhorninum av USA liggur staturin Washington. Høvuðsstaðurin í hesum statinum eitur Seattle. Har er ein strandarleið, sum er einar 253 kilometrar long. Tað er ein long strond. Har gongur ein smalur strandargeiri millum fjøllini og havið, sum nettupp har ganga rætt suður og norður, og sum hava verið ein forðing fyri sambandinum inn í landið. Tað er helst grundin til, at ein serstakur liviháttur tók seg upp júst í tí smala strandargeiranum, ið strekti seg frá tí norðara Kalifornia allan vegin norður gjøgnum Oregon og Washington og kanadiska landspartin, British Columbia, til tað sunnasta Alaska. Nógvar oyggjar liggja fram við strondini úr Washington til kanadiska markið. Hetta er tað, vit kunnu rópa ein skergarður úti fyri strondini, nakað norður við kanadastrondini. Eitt land, ið kann berast saman við Noreg, hvat náttúru viðvíkir. Tey høgu fjøllini vóru ring at fara um. Tey stóðu sum ein múrur, og tí var støðan tann heilt serliga, at tey fólkini, sum búðu í geiranum millum hesi høgu fjøll og Kyrrahavið, vóru at kalla óávirkað av allari aðrari mentan í Norður-Amerika. Fjøllini, ið næstan randa Kyrrahavið vestan fyri Rocky Mountains, eru ávikavist Cascade Mountains og Coast Range. Undir einum eita hesi fjøllini Cordillerurnar, ið er spanska heildarnavnið, Cordillas, fyri tey øll.

Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur.
Mt. Rainier og Spegilsmyndvatn.

Só nógvur skógur veksur í Washington, at hann er 3/5 av allari víddini, tað mesta er nálaskógur. Í skógunum búgva mest veiðimenn, og kann tað vera ógvuliga langt millum teirra. Summir av veiðimonnunum eru eisini indiánar. Dýrum er nógv av. Har eru til dømis márar, bisamrottur, geypur, elgsdýr, bjarnir, bævrar, hjørtir, o.o. Í skóginum búgva eisini viðahøggarar, og so nógvur viður verður høgdur, at einki stat í USA flytur slíka nøgd av timbri út sum Washington. Nógv av viðinum verður málið til sellulosu og pappír. 1000 t. av pappíri gera tey størstu virkini um dagin.

Við hvørt kann tað henda, at eldur kemur í skógin, og tá kann brenna í fleiri dagar. Av slíkum eldi stendst ofta øgiligur skaði, og bæði í Oregon og Washington verður nógv gjørt fyri at fáa fólk, sum ferðast á skóginum, at ansa væl eftir eldi. Teir hava eisini bygt vakttorn í skóginum, har menn sita og boða frá, tá ið eldur er íkomin. Summastaðni nýta teir flogfør. Menn standa so altíð til reiðar at fara at sløkkja, og tá ið boðini koma, halda teir avstað, og vegurin er langur og ringt at koma fram, verður farið við flogfari, og so mugu sløkkingarmenninir fara niður frá flogfarinum í fallskíggja.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið