Munurin millum rættingarnar hjá "Evropa"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Mimir22 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Dkc (kjak | íkøst)
Litavia —> Litava
Linja 42: Linja 42:
* [[Letland]]
* [[Letland]]
* [[Lichtenstein]]
* [[Lichtenstein]]
* [[Litavia]]
* [[Litava]]
* [[Luxembourg]]
* [[Luxembourg]]
* [[Makedónia]]
* [[Makedónia]]

Endurskoðan frá 22. apr 2007 kl. 22:27

Heimskort. Evropa er merkt við svørtum

Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á Jørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í Evrasia.

Norðan fyri Evropa er Arktiska havið, vestanfyri Atlantshavið og sunnanfyri er Miðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión Kaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men søguliga verða Uralfjøllini og Kaspiska havið roknað sum markið millum Asia og Evropa.

Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 ferkilometrar ella 2.0% av flatu Jarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, er Avstralia. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í Asia og Afrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 705.000.000 fólk (t.e. uml. 11% av fólkunum í Heiminum).


Politiskt kort

Lond í Evropa

Evropa

Hetta yvirlitið sýnir fyrst viðurkend fullveldisríki, undir hesum standa landslutir ella lond uttan fullveldi, og undir hesum eru aftur aðrir landslutir og lond.

Viðmerkingar: 1: Landafrøðiligani partur av Asia, men søguliga og politiskt partur av Evropa. 2: Land lutvíst í Asia. 3: Land/øki (lutvíst) partur av Norðuramerika. 4: Strangt tikið ikki partur av Stóra Bretlandi, men heldur í einum slagi av kongsfelagsskapi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

ru-sib:Европа