Jump to content

Kenja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lýðveldið Kenja)
Jamhuri ya Kenya
Republic of Kenya
Lýðveldið Kenja
Flagg Kenja
(Flagg Kenja)
Skjaldarmerki Kenja
(Skjaldarmerki Kenja)
Tjóðarslagorð: Harambee
Tjóðsangur: Ee Mungu Nguvu Yetu
Alment mál Swahili og enskt
Høvuðsstaður Nairobi
Forseti Mwai Kibaki
Varaforseti Rigathi Gachagua
Fullveldi 12. desember 1963
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
580,367 km2 km²
2.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2009
 - tættleiki
 
38 610 097
66.5/km²
Gjaldoyra Kenjanskur skillingur (KES)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .ke
Telefonkota +254

Lýðveldið Kenja (enskt: Republic of Kenya, swahili: Jamhuri ya Kenya) er eitt land í Eysturafrika. Kenja hevur mark við Tansania í suðri, Somalia í eystri, Etiopia í norðri og í vestri við Uganda og Sudan. Høvuðsstaðurin í Kenja er Nairobi. Nairobi er eisini størsti býur og hevur uml. 2,94 millionar íbúgvar. Mombasa er á eysturstrondini og er næststørsti býur. Mombasa er størsti havnabýur í landinum, og frá hesum býnum liggur ein jarnbreyt sum gongur til høvuðsstaðin Nairobi og víðari inn í grannalandið Uganda. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og swahili. Fólkatalið í landinum er 37,9 millionar. Arbeiðsloysið í januar 2009 var 40 prosent.

Síðan Kenja loysti frá Stóra Bretlandi í 1963, hava viðurskiftini í landinum verið rættiliga støðug og politiska stýrið mest sum fólkaræðiligt. Landið er eitt av ríkastu londum í Afrika. Revsifrælsi fyri løgregluharðskap er ein stórur trupulleiki.

Fyrst í 1920-árunum gjørdi flokkur av Kikuyufólkinum uppreistur ímóti jarðartøku, tvingsilsarbeiði og skattahækkan, sum hvítu myndugleikarnir løgdu á tey.

Um 1905 høvdu bretar lagt alt Kenja undir seg. Hvít niðursetufólk úr Stóra Bretlandi og Suðuramerika fingu nógv dyrki- og graslendi í fruktagóða hálendinum, har Masai-, Nandi- og Kikuyufólkið helt til. Niðursetufólkið fekk skjótt stóra ávirkan á bretsku hjálandafyrisitingina. Um somu tíð búsettu mangir indarar seg í Kenja og fóru at fáast við handilsvinnu. Teir vórðu misnøgdir við, at tey hvítu sluppu at leggja ta bestu jørðina undir seg og fingu so stóra politiskan ávirkan. Bretska stjórnin varð hvørki sinnað at lata niðursetufólkið ella indarar fáa ov stórt vald, og í 1923 kunngjørdi hjálandaráðharrin, at krøv og áhugamál upprunafólksins áttu at verða tikin fram um alt annað. Men stjórnin gjørdi einki við ætlanina um at seta tiltøk í verk, sum kundu bøta um viðurskiftini og skapa framburð hjá afrikanarum, og hvíta niðursetufólkið setti seg harðliga upp ímóti øllum broytingum í jarðarbýtinum.

Fyrst í hesari øldini mistu neytahaldarar av Masaifólkinum, ið er flakkfólk, stórar víddir, tí at hvíta niðursetufólkið legði lendið undir seg til landbúnað. Mangir masaiar lótu seg ikki ávirka av mentan teirra hvítu og liva enn, sum forfedrarnir gjørdu.

Yvirgangur

[rætta | rætta wikitekst]
Leygardagin 21. sept. 2013 lupu yvirgangsfólk, sum stuðla somaliska al-Shabaab mótmælisrørsluni, á Westgate-keypsskálan og fóru at skjóta. 67 fólk vórðu dripin.[1]

2. apríl 2015 tóku fimm limir í muslimska yvirgangsfelagsskapinum al-Shabab seg inn í ein skúla í Kenja, har tey fleiri fólk til gísla. Álopið á lærda háskúlan í Garissa, nærhendis markinum til Somalia, kostaði 147 mannalív og 79 vórðu særd. Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband við Al-Qaeda, hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni. Sambært yvirgangsfelagsskapinum, ið hevur tosað við BBC, so leyslata tey muslimar, men drepa tey kristnu í skúlanum. Ein næmingur í skúlanum fortelur fyri BBC hvat hendi, tá yvirgangsmenninir tóku seg inn í skúlan, og byrjaðu at spyrja fólk, um tey vóru kristin ella muslimar: "Um tú vart kristin, so varð tú skotin á staðnum. Hvørja ferð eg hoyrdi eitt skot, væntaði eg, at eg fór at doyggja", segði Wetangula við BBC.[2] Wetangula varð bjargaður, tá trygdarfólk komu inn gjøgnum eitt vindeyga og hjálptu honum og øðrum næmingum til rýmingar. Fólk, sum sluppu við lívinum hava greitt frá, hvussu vápnaðu menninir háðaðu offrini, áðrenn tey vórðu dripin. Eitt nú vóru lesandi noydd at ringja heim til foreldrini fyri at biðja tey um at kenjanskir hermenn fóru úr Somalia. Síðan vórðu tey skotin. Fleiri yvirlivdu við at lata sum um tey vóru deyð, meðan vápnaðu menninir gingu runt á skúlanum og leitaðu eftir fólki at drepa. Hersetingin av skúlanum vardi allan dagin og endaði við at teir fýra gerningsmenninir drupu seg sjálvar við at útloysa sjálvmorðsbumbuvestarnar, teir vóru í.

Tað var eisini al-Shabaab, sum í september í 2013 leyp á Westgate-innkeypsskálan í kenjanska høvuðsstaðnum Nairobi og drap 67 fólk.[3] Westgate-keypsskálin er sera vælumtóktur millum útlendingar í Nairobi. Máld í mannalívum er blóðbaðið á universitetinum í Garissa tað ógvusligasta, sum hevur verið í Kenja síðan 1998, tá Al-Qaeda bumbaði amerikansku sendistovuna. Tá lótu 213 fólk lív orsaka av eini sterkari bumbu, sum var fjald í einum lastbili.[4]

Meginparturin av fólkinum livir av jarðarbrúki og dýrahaldi til egna nýtslu. Fáastaðni í heiminum fjølgast fólkið so skjótt sum í Kenja, fólkavøksturin elvir til fátækradømi, stríð um rættindi til jørðina og ósemju ímillum fólkasløgini. Fleiri staðni í landinum verður boðað frá etniskum harðskapi.

Mong fólkasløg búgva í Kenja. Eitt av hesum fólkasløgum, kikuyufólkið, býr uppi í hálendinum undir Kenjafjalli. Gudur teirra, Ngai, verður hildin at hava bústað á fjallinum, og tí byggja teir altíð húsini soleiðis, at dyrnar venda ímóti fjallinum. Sum tveir triðingar av teimum 70 ættarbólkunum í landinum talar kikuyufólkið bantu. Ásiatar, arábar og evropearar - um enn fáir - búgva eisini í Kenja.

Pápin hjá Barack Obama er føddur í býnum Alego-Kogello í Kenja, men Obama hevur ongantíð búð í Kenja. Hann hevur tó vitjað landið tríggjar ferðir. Omma Obama, 87 ára gamla Sarah Onyango Obama, býr framvegis í Alego-Kogello í Vesturkenja.

Næstan allir kenjanar eru kristnar (78 prosent av fólkinum).

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Rennararnir á leiðini við Stóra Rivudal í Kenja eru av allar bestu langrennarum í heiminum. Í 3.000 metra forðarenning hava teir vunnið olympiskt gull fimm ferðir í sjey leikum. At teir eru so trystir at renna, kann vera av tí, at teir búgva í hálendi, og at teir frá barnsbeini renna langan veg í skúla og heim aftur. Kenjanski stórrennarin Móses Kiptanui (føddur 1. oktober 1970) hevur sett heimsmet á 3.000 metra teininum í renning og á 3.000 metra teininum í forðarenning.

Í tjóðargørðum sum Masai Mara og Amboseli í Vesturkenja kunnu ferðafólkini koma tætt at dýrunum at taka myndir.

Mesta landslagið í hesum parti í Afrika er slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna. Te og kaffi eru eisini vorðin góð inntøka. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.

Tá ið Kenja var bretskt hjáland, var stórur dentur lagdur á at dyrka grøði til útflutning; hetta varð gjørt á stórum gørðum, og gott vegakervið við vegum og jarnbreytum varð lagt. Kenja er eitt av ríkastu londunum í Afrika. Nógv kaffi og te verða útflutt, og sjáldsomu dýrini í stóru tjóðargørðunum draga mong ferðafólk til landið.

Týdningarmesti útflutningur í Kenja er landbúnaðarvørur, men nógvastaðni er ov turt at dyrka jørðina. Í hálendinum - har meiri avfall er - verða dyrkað te, kaffi, hveiti, mais, sissal og sukurrør. Har turrast er, eru stórir neytagarðar, har teir halda mjólkneyt og sláturneyt. Nógv grønmeti verður eisini dyrkað, har tað ber til at veita vatn á lendið úr vøtnum og byrgingum; til dømis verða grønar bønir fluttar út við flogfari.

Tropiskar strendur og nakrir av bestu tjóðargørðunum í Afrika draga túsundtals ferðafólk til Kenja. Hetta er vorðin týdningarmikil vinna, og kenjansku myndugleikarnir hava gjørt stórar íløgur í vegir, flogvøllir og gistingarhús, til tess at gera Kenja til best umtókta ferðamannaland í Afrika. Flestu ferðafólkini koma higar at síggja dýrini í tjóðargørðunum; tí ger landið sítt ítasta at verja dýralívið og at jagstra og taka ránsveiðumenn.

Umhvørvisstøðan

[rætta | rætta wikitekst]

Í Kenja eru 1,6 milliónir íbugvar so meint raktir av manglandi reinum vatni, at teir hungra. Sambært ST-felagsskapinum UNESCO í mars 2015 hava heili 17 milliónir av kenjabúgvunum ikki atgongd til reint vatn. Nógvastaðni noyðast fólk at ganga nógvar kilometrar fyri yvirhøvur at fáa fatur á vatni.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://news.yahoo.com/nypd-report-kenya-attack-isn-39-t-us-151711825.html
  2. http://www.bbc.com/news/world-africa-32157342
  3. http://news.sky.com/story/1447917/nairobi-mall-attack-mastermind-killed-by-drone
  4. http://www.nbcnews.com/news/world/al-shabab-vows-more-attacks-turning-kenya-red-blood-report-n335601
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið