Nairobi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Nairobi
Býur
Við urinum ovast: Central business district, Nairobi National Park, Tjóðartingið í Kenja, Ráðhúsið í Nairobi og Kenyatta International Conference Centre.
Við urinum ovast: Central business district, Nairobi National Park, Tjóðartingið í Kenja, Ráðhúsið í Nairobi og Kenyatta International Conference Centre.
Flag of Nairobi
Flag
Coat of arms of Nairobi
Coat of arms
Kelinavn: "Green City in the Sun", "Nai", "Silicon Savannah"
Nairobi liggur í Kenya
Nairobi
Nairobi
Staðseting av Nairobi
Coordinates: 1°17′S 36°49′E / 1.283°S 36.817°E / -1.283; 36.817Coordinates: 1°17′S 36°49′E / 1.283°S 36.817°E / -1.283; 36.817
Land  Kenja
Región Región Nairobi
Stovnaður 1899
Valdømi
Stjórn
 • Eind Nairobi City County
 • Lóggávuting Regiónsráð
 • Guvernørur Evans Kidero
Øki
 • Býur 696 km2 (Bad rounding here270 sq mi)
Hædd 1,661 m (5,450 ft)
Fólkatal (2009)[1]
 • Býur 3,138,369
 • Tættleiki 4,850/km2 (Bad rounding here13,000/sq mi)
 • Stórbýur 6,547,547
Íbúgvanavn Nairobian
Tíðasona EAT (UTC+3)
Økiskota 020
Heimasíða www.nairobi.go.ke

Nairobi (/nˈrbi/; lokalt [naɪˈroːbi]) er høvuðsstaðurin og størsti býur í Kenja. Býurin er m.a. kendur fyri Nairobi National Park, ið er eitt fríðøkið fyri vill djór, mitt inni í býnum. Býurin og økið kring býin eru Región Nairobi (Nairobi County, hvørs guvernørur er Evans Kidero. Býurin hevur gott 3 milliónir íbúgvar og liggur 1700 metrar yvir havinum. Býurin varð stovnaður í 1899 í sambandi við byggingina av jarnbreytini millum strandabýin Mombasa og landið Uganda. Í 1907 gjørdist Nairobi høvuðsstaður í Bretska Eysturafrika, og í 1963, tá ið Kenja gjørdist sjálvstøðug tjóð, gjørdist býurin høvuðsstaður í Kenja.

Landafrøði og veðurlag[rætta | rætta wikitekst]

Fyrisitingarliga økið á býnum fevnir um nærum 700 km². Býurin liggur umleið 1 700 metrar yvir havinum.

Nairobi liggur millum býirnir Kampala og Mombasa. Hann liggur nærindis tí Eysturafrikanska Rivudalinum (Great Rift Valley) og minni jarðskjálvtar henda av og á. Ngong Hills liggur móti vestri, Mount Kenya móti norði og Kilimanjaro í ein landssynning. Nairobiáin og hjááir renna gjøgnum landslutin. Parkir í býun eru m.a. Uhuruparkin, Central Park og Nairobi Arboretum.

Hæddarmunurin á umleið 1 700 metrar yvir havinum gevur Nairobi eitt lýtt veðurlag. Kvøldini kunnu gerast kølig, men aldri køld.

Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
 Hægsti miðalhiti 25 26 26 24 23 22 21 22 24 25 23 23
 Lægsti miðalhiti 14 14 15 16 15 13 12 12 12 14 15 15
 Avfall 42 39 67 149 111 28 12 12 25 43 119 76

Gongdin í fólkatalinum[rætta | rætta wikitekst]

  Ár   Íbúgvar
1906 11 500
1911 14 000
1921 24 300
1926 29 900
1929 32 900
1931 47 800
1939 61 300
1944 108 900
1948 119 000
1955 186 000
  Ár   Íbúgvar
1957 221 700
1960 251 000
1962 266 800
1965 380 000
1969 509 300
1979 827 775
1989 1 324 570
1995 1 810 000
1999 2 143 254
2009 3 133 518

Hægstu skýskavarar í Nairobi[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]