Jump to content

Swahiliskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Swahili mál)
Upprunaliga var swahiliskt skrivað við arabiskari skrift, men kristnir trúboðarar innførdu tað latínska stavraðið.
Swahili arabisk skrift á myntum úr Zansibar umleið 1882.
Lion King-sangleikur. Hakuna matata, Timon og Pumba, Simba, Rafiki, Nala, v.f. eru øll á swahiliskum [1]. Simba merkir t.d. leyva á swahili-máli.

Swahiliskt mál ella Kiswahiliskt[2] er eitt Bantu mál og móðurmál hjá Swahili-fólkunum. Nógv av fólkunum ið búgva í regiónini við Stóru vøtnini í Afrika og í øðrum pørtum av landsynningsafrika, eitt nú í londunum Tansania, Kenja, Uganda, Ruanda, Burundi, Mosambik og Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo tosa swahiliskt. Komoriskt mál, ið verður tosað á Komorosoyggjunum, verður til tíðir mett at vera eitt swahili málføri (dialekt).

Hóast bert umleið 5 milliónir fólk tosað swahili sum sítt móðurmál,[3] so verður tað nýtt sum eitt lingua franca í stórum parti av Landssynningsafrika. Talið av fólkum ið duga at tosa swahiliskt fer uppum 140 milliónir.[4] Swahili er tjóðarmál ella almennt mál í fýra londum: Tansania, Kenja, Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Swahiliskt er eisini eitt av almennu málunum í Afrikasamveldið.

Nøkur swahilisk orð koma úr arabiskum gjøgnum teir arabiskt talandi muslimsku íbúgvarnir við Swahilistrondina. Í swahiliskum finnast eisini fremmandaorð úr hesum málum: týskum, portugisiskum, enskum, hindi og fronskum, hesi eru komin gjøgnum samband við imperialistar, handilsfólk, trælahandlarar, trúboðarar og onnur tær seinastu fimm øldirnar.

[rætta | rætta wikitekst]

Eins og í øðrum bantumálum eru navnorð í swahili uppbýtt í flokkar, í swahlisk føll 14: seks flokkar í eintal og fleirtal, ein flokk fyri verbala infinitiv sum verður brúkt sum navnorð, og tað og navnorðið mahali "pláss".

Orð ið byrja við m- í eintal og wa- í fleirtal benda á animat navnorð, serliga menniskju. Dømi er mtu, 'persónur' (fleirtal watu), og mdudu, 'insekt' (fleirtal wadudu). Ein flokkur við m- í eintal men mi- í fleirtal vísa ofta til plantur, sum til dømis mti 'træð', miti træð (fleirtal). Infinitiv av sagnorðinum byrjar við ku-, til dømis kusoma 'at lesa'. Aðrir flokkar eru verri at flokka. Orð sum í eintal byrja við ki- fáa í fleirtal vi-. Hesi benda ofta á tól (verktoy) og onnur ting. Henda alternering ki-/vi- verða ofta brúkt til lániorð har ki- upprunaliga var ein partur av rótini, sum vitabu "bøkur" úr kitabu "bók" (úr arabiskum kitāb "bók"). Hesin flokkur inniheldur eisini nøvn á málum (sum navnið á málinum Kiswahili), og diminutivir, sum verður sæddur sum ein fráskildur flokkur í eldri støðum av bantumáli. Orð ið byrja við u- eru ofta abstrakt og mangla fleirtal, til dømis utoto 'barndómur'.

Ein fimti flokkur byrjar við n- ella m- ella ongum, og er eins í fleirtal. Ein annar flokkur hevur ji- ella onki prefix í eintal, og ma- í fleirtal. Hesin flokkur verður ofta brúktur til augmentativ. Tá ið navnorðið sjálvt ikki vísir klárt hvønn flokk ið tað hoyrir til, so ger ískoyti hjá orðinum tað. Lýsingarorð og rokniorð fáa vanliga navnaorð-forstavilsi (prefiks), og sagnorð fáa eina aðra røð av forstavilsum.

eintal     fleirtal
 
mtoto mmoja anasoma watoto wawili wanasoma
barn eitt lesur barn tvey lesa
Eitt barn lesur Tvey barn lesa
 
kitabu kimoja kinatosha vitabu viwili vinatosha
bók ein er nokk bøkur tvær eru nokk
Ein bók er nokk Tvær bøkur eru nokk
 
ndizi moja inatosha ndizi mbili zinatosha
banan ein er nokk bananir tvær eru nokk
Ein banan er nokk Tvær bananir eru nokk
  1. http://www.mylionking.com/characters/
  2. Oxford English Dictionary
  3. Bók: African folklore: an encyclopedia, eftir: Philip M. Peek og Kwesi Yankah, útgivið ár 2004, Forlag: Taylor & Francis, ISBN 0-415-93933-X, síða 699
  4. Irele 2010
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið