Arábar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Arábar ella arabarar (Arabiskt: عرب), víðkaður týdningur arabisktmælt fólk, eru ein fjøletniskur (panetniskur) bólkur. Arábar búgva fyrst og fremst í Miðeystri, Norðurafrika, Afrikahorninum o.ø. pørtum av sokallaða "arabiska heiminum". Arábar tosa arabiskt mál, ið, saman við mentan og politiskum siðvenjum, knýtir teir saman.