Jump to content

Posta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Postverk Føroya)
Merkið hjá Zacharias Heinesen frá 1976
Posta búmerki
Búmerkið hjá Posta







Posta (fyrr: Postverk Føroya) er almennur stovnur/fyritøka og stendur fyri postútbering í Føroyum. Heimastýrið yvirtók 1. apríl 1976 postverkið frá Post- og telegrafvæsenet í Danmark. Í hesum sambandi útskrivaði Føroya landsstýri búmerkja- og navnakapping. Í 2005 varð Postverk Føroya, sum tað nevndist tá, gjørt um til partafelag. Í 2009 fekk stovnurin nýtt navn og nýtt búmerki, nýggja navnið er Posta.[1] Landið eigur allan partapeningin í partafelagnum. Landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári teir tríggjar limirnar í nevndini, meðan starvsfólkið velur tveir nevndarlimir.[2] Stjóri í Posta er Joel undir Leitinum.[3]

Nevndin 2022

[rætta | rætta wikitekst]
  • Joen Magnus Rasmussen, formaður
  • Reidar Nónfjall, nevndarlimur
  • Gudny Langgaard, nevndarlimur
  • Guðrið Højgaard, nevndarlimur
  • Jóannis Iversen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð
  • Steinvør Jacobsen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð
Skjútsbátur við manning

Áðrenn regluligt samband var komið, var serligt flutningslag neyðugt til tess at fáa fólk og boð oyggjanna millum. Hetta var skjútsskipanin. Hvør bygdin skuldi hava nevnara (eisini róptur skjútsskaffari), ið átti at fáa manning at føra fólk, brøv ella pakkar úr oyggj í oyggj.

Fyrsta lógin um skylduna at skjútsa kom í 1865, og løgtingið ásetti gjaldið fyri fimm ár í senn. Tað var ymiskt fyri tey trý sløgini: embætisskjúts fingu teir minst fyri, nakað meira fyri prestaskjúts og mest fyri almenningsskjúts. Lítið var goldið, men hetta var framstig, tí undan hesi lóg var einki gjald. Hvør birgur maður, 15-50 ár á aldri, hevði skyldu at skjútsa og fekk bót, noktaði hann.

At føra post úr einari oyggj í aðra var mangan vandasigling í mysing og brotasjógvi. Petur í Mattalág var millum teir fyrstu postførararnar. Hann hevur sagt frá eini ferð frá skjútstíðini. Bræv, skrivað í Havn, skuldi í Leirar í Hvalba. Tað var merkt K. T. – ið stóð fyri Kongelig Tjeneste – og Uopholdelig Befordring, ið bar í sær, at tað skuldi sendast beinanvegin, ið líkindi vóru. Nevnarin í Havn fekk brævið og tilnevndi mann at fara um reynið til Kirkjubøar, har hann handaði nevnaranum har brævið. Hesin fekk áttamannafar at føra brævið um fjørð. Har lendu teir í óbygdum, har nú Skopunarbygd er. Maður fór fimur á fóti teir 4 fjórðingarnar heim á Sand at geva nevnaranum har brævið. Hann so norðuraftur til bátsfelagar sínar, ið lógu og bíðaðu. Heimasandsnevnarin fekk nú mann til Dals við brævinum, haðani annar bátur fór við tí til Hvalbiar. Har var brævið latið prestinum í Leirum. Streymurin var harður og hann øtlaði sjógvin, so bátsmanningin noyddist at gista í Suðuroy, men har gjørdist liggjandi illveður, ið helt teimum veðurføstum í samfullar tvær vikur.

Skjútsskipanin helt sær til fyrra heimsbardaga, tá hon so við og við fjaraði burtur, tí at postgjøldini vóru lutfalsliga lægri.

Fyrsta føroyska posthúsið

[rætta | rætta wikitekst]
H.C. Müller (1818-1897)

Fyrsta føroyska posthúsið læt upp í Tórshavn tann 1. mars 1870. Tað var táverandi sýslumaðurin í Suðurstreymoyar sýslu, Hans Christopher Müller, sum stóð fyri posthúsinum tey fyrstu árini. 1. mars 1884 varð posthús latið upp á Tvøroyri. Tann 1. mai 1888 læt posthúsið í Klaksvík upp sum tað triðja posthúsið í landinum. Bæði á Tvøroyri og í Klaksvík vóru tað eisini sýslumenninir, ið høvdu postin um hendi.

Fyrsta hús í Føroyum til post burturav: Posthúsið í Havn 1906

Í 19. øld komu ikki fleiri posthús enn hesi trý. Eftir aldarskiftið kom tó rættilig gongd á. Í 1903 vórðu sjey posthús latin upp. Í 1905 fóru teir undir at smíða posthús í miðbýnum í Havn, og var tað tikið í nýtslu 1. desembur. Tað var avgreiðslumaðurin C.C.Danielsen (seinni postmeistari), ið fekk hetta í lag. Hetta var fyrsta hús í Føroyum til post burturav.

Tey næstu 25 árini verða posthús latin upp í so at siga hvørjari bygd í landinum. Tey flestu lótu upp í árinum 1918, tá 15 nýggj posthús koma. Frá seinast í sekstiárunum til dagin í dag eru fleiri posthús latin aftur. Postsamskiftið við hesar bygdir verður nú avgreitt av sonevndum avgreiðslupostboðum. Hendan broytingin er ein partur av skynsemisbroytingunum í føroyska postverkinum seinastu árini.

Trupult og vandamikið starv

[rætta | rætta wikitekst]
Simon Pauli Poulsen (Símun Pauli á Mørk í Fuglafirði ella Mørkabóndin, sum hann var vanliga róptur). Hann gekk um fjøll við posti til Oyndarfjarðar, Hellanna og Elduvíkar.

Fyri at lýsa hvussu trupult tað var at at avgreiða postsamskiftið við bygdir og útoyggjar tey fyrstu árini, skal her sum dømi sigast frá, hvussu fram varð farið í Norðoyggjum fyri og eftir aldarskiftið. Postmaðurin í Klaksvík tók sær av at bera post til bygdirnar eystan Múla. Hann gekk um Áarskarð til Árnafjarðar og um Toftaskarð norður á Norðtoftir. Síðan hevði hann bygdirnar Depil, Norðdepil og Fossánes á Borðoynni. Á Viðoynni hevði hann Hvannasund og Viðareiði. Posturin til Múla varð lagdur til heintingar á Fossánesi og posturin til Svínoyar og Fugloyar varð lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tá í tíðini skuldi postmaðurin úr Klaksvík eisini í hvørt hús í teim bygdum, hann røkti.

Sami postmaður fór við árabáti úr Klaksvík til Kunoyar og síðan í Kalsoynna. Hann bar út post í Kunoy, á Syðradali, á Húsum og í Mikladali. Tá ikki var lendandi á Húsum og/ella í Mikladali, fór hann til gongu av Syðradali til Húsar og Mikladals, ella av Húsum til Mikladals og aftur. Posturin, sum skuldi norður á Trøllanes, varð lagdur til heintingar í Mikladali. Fólk á Trøllanesi komu so til Mikladals við og eftir posti av og á. Hetta gamla mynstrið er júst tað sama, ið nú er galdandi nógvastaðni í Føroyum, har avgreiðslupostboð taka sær av samskiftinum í nógvum bygdum.

Hetta starv kundi stundum vera vandamikið, og tí hava vit eisini dømi um, at maður lá eftir á. Fyrstu ferð var í 1887, tá Jakki í Vági var á veg úr Klaksvík til Árnafjarðar, hóast vetur var og vánaveður. Posturin skuldi fram, hvussu líkindini vóru, men hesuferð kom Jakki ikki vegin fram. Hann var seinni funnin undir Svøðunum, har hann var farin útav. Hann gjørdist bert 52 ára gamal.

Motorbátar

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1920-unum varð skipanin við árabáti millum oyggjarnar og postgongdin millum bygdir í stóran mun løgd niður. Í Klaksvík keypti Samson Joensen, ið var postmaðurin, sum gekk norður um fjall og róði í Kalsoynna, deksbátin Guttaberg. Hetta var í 1927. Guttaberg, sum hevði motor, var settur í sigling millum Klaksvík, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, ferðafólki og farmi. Í 1914 setti Olaf Olsen (Olaf á Stongunum), keypmaður, Klaksvík, deksbátin Dan í sigling millum Klaksvík, Árnafjørð, bygdirnar eystan Múla, Svínoy og Fugloy, og 2 ár seinrí, í 1916, var Immanuel settur í sigling, og røkti Immanuel postrutuna til Másin byrjaði í sigling í 1959.

Postmaðurin í Fuglafirði um hetta mundið, Hans Jacob Petersen, ognaði sær tveir deksbátar við motori. Annar æt Ragnhild og hin Alma. Ragnhild sigldi við posti, ferðafólki og farmi norðureftir. Talan var um bygdirnar Hellur, Oyndarfjørð, Elduvík, Funning og Gjógv. Alma sigldi millum Fuglafjørð, Leirvík og Klaksvík. Báðir bátarnir høvdu navn eftir døtrunum hjá Hans Jacobi. Dóttir Hans Jacob, Alma Rustin, var elsta postfólk í Føroyum og hon gjørdist 100 ár. Hon byrjaði á posthúsinum í Fuglafirði sum 14 ára gomul. Í 1926 fekk Alma ábyrgdina av postviðurskiftunum í Fuglafirði. Hon fór úr starvinum sum posthúsleiðari 31. oktober 1975.

Annars var tað A/S J. Mortensens eftf. á Tvøroyri, sum í 1895 settu ta fyrstu maskinriknu strandfarasiglingina á stovn við dampskipinum Smirili, ið sigldi kring allar oyggjarnar. Tann 5. mars 1908 varð A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik sett á stovn. Longu í apríl sama ár keypti fyritøkan bátin Ruth úr Noregi. Ruth, sum hevði dampmaskinu, var 15 brutto tons til støddar. Hon varð keypt fyri 14.000 kr. Tann 1. august 1908 varð Ruth sett í fasta sigling millum Tórshavn og Hvalvík. Á farleiðini legði hon at fleiri staðni á vegnum. Hon sigldi eisini í Sandoynna. Í umleið 70 ár røkti A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik postflutningin millum Tórshavn og Skálafjørðin og nærum líka leingi millum Tórshavn og bygdirnar við Sundalagið.

Gamla búmerkið
Gamla búmerkið

Fram til 1. apríl 1976 varð postverkið í Føroyum rikið av danska postverkinum (Post- og Telegrafvæsnet). Tá í tíðini var bygnaðurin í postverkinum skipaður soleiðis, at vit høvdu eitt posthús (Postkontoret Thorshavn) við einum postmeistara. Síðan høvdu vit postavgreiðslurnar (postekspeditiónir) við sonevndum postekspeditørum sum leiðarum. Postavgreiðslurnar vóru: Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Vestmanna og Saltangará. Øll hini posthúsini vóru flokkað í tveir flokkar. Tey størru bóru heitið "brevsamlingssteder" og tey smærru bóru heitið "postudvekslingssteder".

Eftir løgtingsvalið í november 1974 skipaðu javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin samgongu. Henda setti sær fyri, at taka yvir postverkið. Í 1975 komu samráðingar í lag millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið um yvirtøkuspurningin. Úrslitið av hesum samráðingum varð, at heimastýrið yvirtók postverkið í Føroyum frá 1. apríl 1976. Nýggi stovnurin undir Landsstýrinum fekk navnið Postverk Føroya, og eitt veðrahorn varð kosið til búmerki hjá stovninum.

Føroysk frímerki

[rætta | rætta wikitekst]
Eyvindur Mohr: Viðoy og Svínoy. Frímerki frá 30. januar 1975

Í 1974/75 fór danska postverkið undir at framleiða føroysk frímerki. Postverkið í Føroyum nýtti hesi frímerki til frímerkingar av postsendingum og at selja til frímerkjasavnarar. Tey fyrstu føroysku frímerkini komu á marknaðin 30. januar 1975. Frá fyrsta degi sýndu frímerkjasavnarar í ymiskum londum stóran áhuga fyri føroysku frímerkjunum. Fleiri ferðir hava frímerki verið næststørsta føroyska útflutningsvøra.

Eitt áhugavert tíðarskeið í føroysku frímerkjasøguni er tíðin beint eftir fyrra heimsbardaga, tá vit í Føroyum vóru noydd til at nýta bráfeingisfrímerki (provisorier). Tann 8. desember 1918 fekk "Thorshavns Postkontor" eitt skriv úr Keypmannahavn dagfest 16. november 1918. Í skrivinum varð boðað frá fylgjandi hækkingum í teim galdandi postgjøldunum:

  • Brøv innanoyggja upp til 250 gr. úr 5 oyrum uppí 7 oyru
  • Postkort til Danmarkar upp til 250 gr. úr 4 oyrum uppí 7 oyru

Hækkingin skuldi galda frá 1. januar 1919.

Á stórari frímerkjaframsýning í Essen í Týsklandi hevur Postverk Føroya vunnið annað pláss fyri smyrilin, sum Edward Fuglø hevur teknað, í kappingini Vakrasta frímerki í Evropa í 2002.

Vegna vánaligt samband við umheimin var ikki møguleiki fyri at fáa tey nýggju 7-oyra frímerkini til Føroya áðrenn 1. januar 1919. Økti tørvurin á 7-oyra frímerkjum - til brøv innanoyggja og postkort til Danmarkar - førdi við sær, at goymslan av 1-, 2-, 3-, og 4-oyru suppleringsmerkjunum ikki rakk til og varð tí neyðugt við øðrum tiltøkum. Thorshavns Postkontor fekk tí loyvi til at klippa 4-oyru frímerkini í helvt, soleiðis at hvør helvtin kundi nýtast sum 2-oyra frímerki.

2-oyra frímerki frá 1919

Tá hesi eisini vóru við at verða uppi, fekk Thorshavns Postkontor loyvi til at yvirstempla ta neyðugu mongdina av 5-oyra merkjum, soleiðis at hesi kundu nýtast sum 2-oyra frímerki. Til hetta endamál gjørdi Peter Poulsen, snikkarameistari, eitt hondstempul við tekstinum 2 Øre. Stemplið varð kallað "stólabeinsstemplið" av tí at skaftið varð gjørt úr einum gomlum stólabeini.

Ein líknandi støða var í 1940/41. Hin týska hersetingin av Danmark - og ein serliga ringur vetur við ísi í Skagerrak og Kattegat - førdi við sær at skipaferðslan millum Føroya og Danmarkar varð tarnað, soleiðis at vit í Føroyum komu at mangla frímerki við teim mest brúktu virðunum. Aftur hesuferð vórðu frímerki yvirstemplað og tikin í nýtslu til nýggj merki komu úr Danmark.

Sum ein náttúrlig avleiðing av yvirtøkuni 1976 vórðu tvær nýggjar deildir skipaðar í føroyska postverkinum. Hesar vóru Frímerkjadeildin og Postgirostovan. Síðani hevur Frímerkjadeildin yvirtikið alt frímerkjaarbeiði. Deildin skipar fyri framleiðsluni, stendur fyri útgávunum og hevur sjálv alla søluna um hendi.


  1. posta.fo - Ársfrágreiðing 2009
  2. VMR.fo, Posta (P/F Postverk Føroya)[deyð leinkja]
  3. Posta.fo, Leiðslan

Uttanhýsis slóðir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið