Jump to content

Kongo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lýðveldið Kongo)
République du Congo
Republíki ya Kongó
Repubilika ya Kôngo
Flagg Kongo
(Flagg Kongo)
Skjaldarmerki Kongo
(Skjaldarmerki Kongo)
Tjóðarslagorð: "Unité, Travail, Progrès"
Tjóðsangur: La Congolaise
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Brazzaville
Forseti Denis Sassou Nguesso
Forsætisráðharri Anatole Collinet Makosso
Fullveldi 15. august 1960
(frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
342.000 km²
3.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
5.677.493
17/km²
Gjaldoyra Franc (XAF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .cg
Telefonkota +242

Lýðveldið Kongo (franskt: République du Congo) er eitt land í Miðafrika. Landið hevur 5 677 493 íbúgvar (2023). Brazzaville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kongo. Eysturmarkið í Kongo, er fram við Kongoá og størstu ánni, sum rennur í hana, Ubangiá. Eisini Kongo er oljuland, og hóast fólkið í Kongo hevur fingið meiri burtur úr oljuríkidøminum enn fólkið í grannalandinum Gabon, liva mong enn sum fátækir bøndur og hava bara so frægt av jørð, at teir kunnu dyrka nóg mikið av mati til sín sjálvs. Týdningarmesta grøðin er maniok, ið er ein sterk bølluplanta.

Myndugleikarnir hava verið so hygnir, at teir hava nýtt peningin fyri oljuna at menna landið - hava lagt byrgingar, vegir, bygt pappírsverksmiðjur og gróðursett trø. Ídnaður er ikki nógvur í landinum, men verkafólkið er væl útbúgvið. Flestu verksmiðjurnar eru við stóru býirnar, helst við høvuðsstaðin, Brazzaville.

Sum aðrastaðni í Afrika er tónleikur týðandi partur av mentanini, og trumman er sjálvur hjartatátturin í hesum tónleiki. Best umtókti tónleikurin er kongotónleikurin, ið minnir um soultónleikin.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið