Jump to content

Tórsfest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skansin
Tórshavn, Áarvegur og ein partur av Kommunuskúlanum síggjast á myndini.
Tórsgøta
Tórshavn, Skálatrøð sæst vinstrumegin Tinganes, Kommunuskúlin sæst eisini. Á báðum støðum hevur Ólavsøkukonsertin verði hildin.

Tórsfest (fyrr: Ólavsøkukonsertin og Ó-festivalur) hevur verið fyriskipað í Tórshavn síðan 1986. Konsertin hevur verið hildin ymsastaðni í Havn, millum annað á Skansanum, á Skálatrøð, í Tórsgøtu og í nøkur ár í Kommunuskúlagarðinum. 2008-2010 var konsertin hildin í Tórsgøtu mitt í býnum, í 2011 varð konstertin aftur hildin á Skálatrøð, tó undir heitinum Ó-konsertin.

Tey fyrstu árini var tað FUT sum fyriskipaði árligu konsertina, ið var eitt startskot til ólavsøkuna. Konsertin lá í byrjanini 27. juli, beint áðrenn Ólavsøku. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn. Konsertin liggur nú síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku, tó var eitt undantak gjørt í 2019, tá konsertin varð hildin 20. juli og 2018 varð hon hildin 21. juli. Hetta tí Gay Pride hevur lagt seg fast á 27. juli.

Í 2010 var tað Tórshavnar kommuna sum skipaði fyri konsertini og í 2011 var tað Tonleikur.fo við Elin Hentze sum fyriskipaði og samskipaði Ó-konsertina og Ó-Festivalin fyri Tórshavnar kommunu.


Staðseting av ólavsøkukonsertini

[rætta | rætta wikitekst]

Ólavsøkukonsertin hevur ferðast kring býin, og tykist nú at hava funnið sítt fasta pláss á Vaglinum í Havn, undir nýggja navninum Tórsfest.

Konsertin hevur verið hesið støð

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1986-87 á Skansanum
  • 1988-89 á Læraraskúlavøllinum á Frælsinum
  • 1990-91 við Kommandørhúsið úti við Strond (bleiv avlýst vegnað veður í 1991, og so flutt inn í Høllina á Hálsi dagin eftir.
  • 1992-93 við Pakkhúsið hjá Skipafelagnum á Eystaru bryggju
  • 1994-96 á Skálatrø
  • 1997-2007 í Kommunuskúlagarðinum
  • 2008-2010 í Mentanargøtuni, Tórsgøtu
  • 2011 á Skálatrø
  • 2012-13 í Mentanargøtuni, Tórsgøtu
  • 2014-19 á Vaglinum í Havn

Ó-festivalur 2011

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2011 broytir konsertin navn og verður partur av størri konsepti, sum nevndist Ó-festivalurin. Sjálv konsertin var sum vanligt um kvøldið 27. juli, í 2011 varð hon á Skálatrøð. Men harafturat vóru fleiri smærri ókeypis konsertir við í Ó-Festivalinum, tær vóru ymsastaðnis í miðbýnum ólavsøkuaftan og ólavsøkudag (28. og 29. juli). Pallarnir nevndist: Áarpallur, Tórspallur, Steinatún og Skálatrøð. Skráin til Ó-konsertina 2011: Byrjað varð kl. 17, Mike, frásøgumaður, DJ Pandaboy kl. 18, Levi Mørk, býráðslimur setti Ó-Festivalin kl. 19.00. SIC, Gipsy Train, Kristel Lisberg, Brandur Enni, dansarar úr Kennir tú Margar?, FAROE5, The Dreams, Páll Finnur Páll og at enda enn einaferð DJ Pandaboy kl. 2.30. Ólavsøkuaftan framførdu føroyskir tónleikarar og sangarar á ókeypis konsertum á einum av pallunum kring um í býnum. 28. juli á Áarpalli: Elin Brimheim Heinesen, Person, Dánjal og Bjarki, Konni Kass Trio. Á Tórspalli 28. juli: Guðrið Hansdóttir, Hanus G. Johansen, Høgni Lisberg og Tinganest. 28. juli í Steinatúni: Martin & the Revelators, Sakaris. 28. juli á Skálatrøð: Angela & Hannibal, Rambo – Ungdómsbólkur, Jákup & Bára, Streingjakórið hjá Frelsunarherinum, Eldshow, DJ Rex, Joey Moe. 29. juli á Áarpalli: Marner av Lofti, Stanley Samuelsen, Jens Marni Hansen, Lív & the Zoo. 29. juli í Steinatúni: Fróði & the Pink Slips, Hamferð. 29. juli á Tórspalli: Guðrun og Bartal, Kim Hansen, Divaz. 29. juli á Skálatrøð: Angela & Hannibal, Jákup & Bára, Rambo – ungdómsbólkur, Eldshow, DJ Fox, tvey kór, Joey Moe.

Ólavsøkukonsertin 2010

[rætta | rætta wikitekst]

Á góðveðurs degnum tann 23.Juli 2010, var ein ókeypis upphitingarkonsert til Ólavsøkukonsertina 2010 hildin í Vágsbotni. Diskarnir Brynjolf á Heygum, (B.A.B.Y.) og DJ Afrokid spældu síð um síð, og eisini bólkurin, Bet You Are William, vóru forbí. Filip Mortensen frá The Ghost var undirhelt. Unn Kragesteen var conferencier. Mett varð, at uml. 500 fólk møttu upp at njóta góðveðrið og tónleikin henda dagin.

Føroysku nøvnini á Ólavsøkukonsertini 2010 vóru hesi: Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue, The Ghost, Grandma´s Basement, Hamferð, Jens Marni Hansen og Páll Finnur Páll.

Høvuðsnavnið varð danski rock bólkurin Dúné.

Aftrat hesum var tað vælumtøkta Underbeat í Perluni og hildi eitt 'Ólavsøku-rave', har tann kendi danski diskarin og internationali produsarin Kasper Bjørke spældi, saman við fleiri føroyskum diskarum, millum annað Dj Afrokid, Brynjolf á Heygum, Frau og mong onnur.

Konsertin ið 2010 varð deild upp í ein 'Høvuðspallin' ið var uttandura í Tórsgøtu. Ein 'uppkomandi-pall' inni á Gamla Reinsarínum, har uppkomandi føroyskir bólkar spældu meðan steðgur var á 'høvuðspallinum'. Og síðan Underbeat í Perluni.

Ólavsøkukonsertin 2008

[rætta | rætta wikitekst]

Tey sum framførdu á Ólavsøkukonsertini 2008 vóru hesi: Hanus G. Johansen við bólki, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Sic, 200, Bet You Are William, Synarchy, DJ Pete Switch, Eager To Please, Katla, Martin Joensen og Brandur Enni.