Levi Mørk
Levi Mørk | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. okt 1968 í/á Vágur |
Starv | námsfrøðingur, politikari |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti |
Levi Mørk føddur 08.10.1968 í Vági, var valdur býráðslimur í Tórshavnar býráð við býráðsvalið í november 2008 og tók sæti í býráðnum 1. januar 2009. Hann stillaði upp fyri Javnaðarflokkin. Levi var limur í sosialu nevnd, teknisku nevnd og í byggi og býarskiparnarnevndini, har hann var formaður í 1 ár.[1]
Levi Mørk, varð valdur í Vágs býráð á býráðsvalinum í nov 2016, fyri Javnaðarflokkin. Har hann var formaður fyri ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu. Levi var afturvaldur á kommunuvalinum í novembur 2020 fyri Javnaðarflokkin í Vági. Har hann m.a, er formaður fyri mentamálanevndina og formaður fyri barna og ungdómsnevndina.
Levi er útbúgvin námsfrøðingur, HH og hevur leiðaraútbúgving. Hann búði í Danmark frá 1996 - 2006 og var m.a í starv hjá Danska Reyða Krossi.
Heimafturkomin var hann leiðari fyri frítíðarskúlanum í Hoyvík í fleiri ár. Somuleiðis var hann politiska drívmegin aftanfyri ungdómshúsið Klubb 188 í Hoyvík. Levi býr í dag í Vági og hann starvast framvegis innan barna og ungdómsøki.[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Torshavn.fo
- ↑ Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909, torshavn.fo"
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Vágs kommuna