Jump to content

Ljósfest - menturnardagar í Vági

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ljósfestin er ein mentanardagur í Vági, har list, tónleikur og barnatiltøk eru í hásæti. Eisini verða vágbingar heiðraðir fyri teirra íkast gjøgnum lívið fyri bygdina.[1]

Upprúnin til Ljósfestina

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2021 avgjørdi Vágs kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og mentanarligtiltøk eru á skrá. Dagurin kom í lag í samband við, at vatnorkuverkið í Botni fylti 100 ár, og fyrsti dagurin bleiv hildin saman við SEV.

Ljósfest navnið stavar heilt aftur frá 1921, tá vágbingar hildu Ljósfest uttanfyri gamla skúla í samband við at verkið í Botni byrjaði at framleiða streym. Harvið kom ljósið til Vágs.

Ljósfest 2024

Ljósfestin hevur síðani verið hildin á hvørjum árið síðani 2021. Ljósfestin er blivin til eitt gott trivnaðartiltak í Vági, sum samlar Vágsbygd og onnur við. Menturnarnevndin hjá Vágs kommunu stendur aftanfyri Ljósfestina.

Innihald

Tiltakið er ókeypis, men ítróttarfeløg og onnur, kunnu selja ymist, sum síðani kemur teirra felag tilgóðar. Á Ljósfestini er eisini sølubásar, har bygdarfólk onnur kunnu selja.

Eitt av størstu hæddarpunktinum á Ljósfestini er " Heiðran av vágbingum ", har vágbingar ella felagsskapir, vera heiðra fyri teirra íkast fyri bygdina. Fyrsta árið 2021, vóru Robert Mc Birnie, Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen heiðraðir. Síðani eru í 2022 Jónhild Kjærbo og Ingiborg Vinter heiðra. Í 2023 vóru tað Gudmund Jacobsen og Jórun Hansen, sum fingu heiðurin. Í 2024, var túrurin komin til Sævar Haldórsson og Frelsunarherurin í Vági.

Umframt listaframsýningar og barnatiltak, er eisini stórt tónleika vikuskifti. Har lokalir og onnur tónleikanøvn framføra. Ljósfestin er eitt heilt vikuskifti.

  1. Ljósfest - Mentanardagur í Vági, vagstidindi.com

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]