Jump to content

Føroysk mentan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mentan í Føroyum)
Ein týðandi partur av mentanarlívinum hjá ungdóminum er tónleikurin.

Føroyska mentanin er siðirnir, listin og málið í Føroyum. Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan.

Bæði tey søguligu og tey landalæruligu viðurskiftini eru við til at mynda eina mentan.

Føroyska málið

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsgrein: Føroyskt mál
Móðurmálið er føroyskt, sprottið úr forna norrøna málinum. Føroyskt líkist mest íslendskum og nøkrum dialektum av norskum, tó er føroyskt vorið ávirkað nógv av donskum.

Tey fyrstu niðursetufólkini, sum komu til Føroya úr Noregi, høvdu sína mentan úr heimlandinum við sær. Málið var norrønt, soleiðis sum tað varð tosað á Vesturlandinum í Noregi, men nú fólkini vóru skild sundur, gekk eisini málið sundur og broyttist ymiskar vegir. Fyrsta dømið um, at føroyskt er um at gerast sjálvstøðugt mál, finst í Seyðabrævinum frá 1298.

Føroyskt mál var langt upp í tíðina bara talumál. Eftir trúbótina gjørdust allir prestar í Føroyum danskir embætismenn og fóru at prædika og tosa á donskum. Hjá føroyingum fekk danskt støðu sum tað tignarliga og heilaga málið, og danskt varð skrivað í øllum viðurskiftum við myndugleikarnar. Føroyskt var bara heimamálið, sum vanliga fólkið tosaði sínámillum í gerandisdegnum. Onkrar royndir vórðu gjørdar at skriva føroyskt. Tann fyrsti, sum rættiliga savnaði føroysk orð og gjørdi føroyska orðabók, var miðvingurin Jens Christian Svabo. Sagt verður um hann, at hann við hesi innsavning bjargaði føroyskum undan at doyggja út. Hetta var um 1780.

Presturin Johan Henrik Schrøter beyð sær til at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt. Hann týddi Matteusar Evangeliið, tað kom út í 1823. Mótstøðan var stór ímóti útgávuni. Prestar og flestir føroyingar hildu, at føroyskt hóskaði seg ikki í viðurskiftunum við Várharra, ella, at Gud skilti ikki føroyskt. Føroyingar høvdu tá í nærum 300 ár vant seg við, at málið í kirkjuni var danskt. Alstóran týdning fyri føroysk bíbliumál og kirkjumál fingu Victor Danielsen og Jákup Dahl. Í 1937 góvu teir út hvør sína umseting av øllum Nýggja Testamenti. Í 1949 kom øll Bíblian út í týðing eftir Victor Danielsen.

Føroyskur dansur

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsgrein: Føroyskur dansur
Føroyingar hava dansað føroyskan dans í øldir.
Skipað verður fyri barnadansi ymsastaðni, og einaferð árliga er landsdansistevna fyri børn. Myndin er frá barnadansistevnuni 2010 á Eiði.

Eitt annað sereyðkenni fyri føroyska mentan er dansurin, sum føroyingar hava dansað langt aftur í tíðina og dansa enn. Teir hava kvøðið um stórar hetjur, sum søgur gingu frá. Hesar søgur breiddu seg í miðøldini um alt Norðurevropa og heilt til londini í Norðurhøvum. Um føroyska dansin fáa vit fyrstu ferð at vita frá íslendinginum Jóni Indiafara, tá ið hann var í Føroyum í árinum 1615.

Í 19. øld fóru menn rættiliga at skriva niður føroysk kvæði. Fornminnisgranskarar høvdu funnið fram til, at fornu hetjusøgurnar vóru best varðveittar í føroysku kvæðunum. Tí heittu teir á føroyingar um at skriva tey niður. Ein hin kendasti var Jóannes í Króki heiman av Sandi. Hann savnaði ein hóp av kvæðum saman. Í øldir hava kvæðini verið lærd munn av munni. Foreldur lærdu dóttur ella son tey kvæðini, tey dugdu uttanat. Soleiðis kundu tey varðveitast og skrivast niður.

Føroyskur tónleikur

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsgrein: Tónleikur í Føroyum

Føroysk tónaskøld sum t.d. Sunleif Rasmussen og Pauli í Sandagerði eru viðurkend aðrastaðni enn í Føroyum, og føroyskar fløgur koma út í stórum tali. Tað er ikki sum fyrr. Tá gjørdu føroyingar lítið við ljóðføri, onkur skúlalærari átti eina violin, onkur sjómaður eina harmoniku, tað var alt. Men so við og við vaks áhugin, fólk fóru at læra seg at spæla, orkestur vórðu skipað, musikkskúlarnir komu til, og nú taka nýggir tónleikabólkar seg upp í heilum og allastaðni í landinum. Samstundis eru hornorkestrini og kórini framvegis virkin um alt landið.

Føroyingar syngja saman meira enn onnur, verður sagt, og kórsangurin er sum eitt framhald av gomlu kvøðingini. Tey eldru tónaskøldini sum Hans Jákup Højgaard og Jógvan Waagstein skrivaðu songløg og stjórnaðu sjálvir kórum. Yrkjarin Regin Dahl er eisini virkin sum tónaskald, menn hann skrivaði ongantíð løgini niður. Kórsangur verður eisini framførdur saman við ljóðførum, eitt nú á nýggjárskonsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum.

Føroyskur sjónleikur

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta, vit vita um sjónleik í Føroyum, er frá ferðafrásøgn eftir Jens Christian Svabo í 1781. Hann sigur frá, at embætismenninir í Tórshavn stuttleika sær við at spæla sjónleik. Teir spældu leikir eftir norðmannin Ludvig Holberg, sum var vælumtóktur og kendur kommediurrithøvundur um alt Norðurevropa í 18. øld. Føroyskan sjónleik fáa vit í tjóðarskapartíðini. Fyrsta avrikið var longu á føstulávint í 1889, beint eftir at Føroyingafelag varð stovnað. Tá vóru tveir leikir frumsýndir, annar var Gunnar Havreki eftir Rasmus Effersøe og hin Veðurføst eftir Sonnu Helenu Patursson. Í 1977 fór sjónleikurin inn á eina nýggja kós, tá ein av fremstu leikstjórum okkara Eyðun Johannessen saman við øðrum stovnaði yrkisleikbólkin Grímu. Við hesum bólki hevur føroyskur sjónleikur vunnið nógv framá og er vorðin ein listagrein á høgum listaligum stigi.

Føroyskir filmar

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsgrein: Føroyskir filmar

Føroyingar síggja útlendskan film, kanska serliga amerikanskan, bæði í biohøllum og í sjónvarpi. Einasti føroyski filmsleikstjórnin, sum higartil hevur gjørt vart við seg, er Katrin Ottarsdóttir. Filmar, hon hevur leikstjórnað, eru m.a. Bye Bye Bluebird, Maðurin ið slapp at fara og Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Tórshavn. Føroyar hava eisini verið nýttar sum leiktjøld hjá útlendskum filmsleikstjórum, m.a. í stóra filminum eftir danska leikstjóran Niels Malmros, Barbara. Barbara byggir á skaldsøgu eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Í hesum filmi vóru nógvir føroyingar uppií, serliga sum statistar.

Føroysk list

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsgrein: Føroysk list
Díðrikur í Kárastovu (f. 25. juli 1802 - d. 8. oktober 1865) málaði ævintýrfuglar, sum hann nevndi mánadúgvur.

Tónleikur við ljóðførum kom seint til Føroya. Sama kann sigast um myndlistina. Elstu føroysku málningarnar, vit vita um, hevur Díðrikur í Kárastovu av Skarvanesi gjørt um ár 1850. Men teir fyrstu málararnir, sum Jógvan Waagstein og Niels Kruse, málaðu mest tað føroyska landslagið við sínum skiftandi ljósi og litum. Í 1948 varð skipað fyri fyrstu almennu framsýningini av myndlist í Føroyum. Tá varð hildið, at kundi ein framsýning skipast annaðhvørt ár, so var væl vorðið. Nú eru framsýningarnar tættar, og eitt stórt tal av listafólki skapa eina fjølbroytta føroyska myndlist.

Kendast eru listafólk sum t.d. Hans Pauli Olsen, Steffan Danielsen, Janus Kamban, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Sámal Joensen-Mikines og Thomas Arge. Hjá teimum, sum nú mála, er føroyska landslagið fremvegis eitt høvuðsevni, men nú verður tað loyst sundur í litir og skap, so tað ikki kenst aftur beinleiðis. Sum við nútímans yrkingum og tónleiki verður meira og meira gjørt við at skapa óbundnar og fríar myndir.

Føroyskir rithøvundar

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsgrein: Føroyskir rithøvundar
William Heinesen (f. 15. januar 1900 - d. 12. mars 1991) er heimskendur sum rithøvundur. Skaldskapur hansara er týddur til yvir 22 mál. Hann skrivaði ikki á føroyskum men á donskum.

Fosturlandssangirnir skuldu vekja fólk og lata eyguni upp fyri tí góða og vakra í Føroyum. Tað friðsæla og vakra var eisini fremst í huganum á skaldinum Hans Andreasi Djurhuus, sum skrivaði ævintýr, sjónleikir, søgur og nógvar sangir, serliga barnasangir. Men skaldskapurin broyttist, og í 1914 gav beiggi hansara, J.H.O. Djurhuus, út fyrstu føroysku yrkingarnar, sum ikki vóru ætlaðar at syngja. Tær skuldu lesast og lýsa kenslurnar hjá skaldinum sjálvum. Um ár 1900 vórðu føddir fleiri av okkara størstu rithøvundum. Poul F. Joensen í Sumba, William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen í Tórshavn, Christian Matras á Viðareiði, Heðin Brú í Skálavík og Martin Joensen í Sandvík.

Best síggja vit ta broyttu tíðina aftur í yrkingasøvnum, sum nú komu út. Tær eldru yrkingarnar høvdu rím og eitt fast snið. Tann fría nútíðaryrkingin er heilt øðrvísi. Nú sleppur hugurin at reika og fara út um vanlig mørk, og yrkjarin roynir at seta myndir saman til eina sterka, persónliga kenslu. Her kunnu nevnast nýskapandi yrkjarar sum til dømis Jóanes Nielsen, Rói Patursson, Guðrið Helmsdal og Steinbjørn B. Jacobsen.

Føroyskir miðlar

[rætta | rætta wikitekst]

Fjølmiðlarnir hava fingið stóran týdning í okkara mentan. Í 1959 kom Útvarp Føroya aftur at bløðunum, og í 1984 fór Sjónvarp Føroya at senda. Fjølmiðlarnir bera tíðindi og lýsa viðurskifti í okkara samfelagi. Nú eru eisini teldurnar komnar, og nú sita ung og børn og leggja sínar tankar út á netið, siga frá um seg sjálv og koma í samband við allan heimin. Samstundis sita ungdómar og lurta eftir tónleiki úr øllum heimspørtum.