Føroysk list

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Føroysk listafólk hava málað síðani seinast í 18. øld. Tað er tó ikki fyrrenn frá 1930-árunum, at føroysk list ger seg galdandi á høgum stigi, fyrst við málningalistini og síðani við mynd-høgglist og grafikki. Meðan myndlistin er nýggj, er føroyskt listhandverk elligamalt; træskurður og serliga bindingarmynstur vóru vanligir listlutir.

Elstu føroysku málningarnar, vit vita um, hevur Díðrikur í Kárastovu av Skarvanesi gjørt um ár 1850. Men teir fyrstu málararnir, sum Jógvan Waagstein og Niels Kruse, málaðu mest tað føroyska landslagið við sínum skiftandi ljósi og litum. Í 1948 varð skipað fyri fyrstu almennu framsýningini av myndlist í Føroyum. Tá varð hildið, at kundi ein framsýning skipast annaðhvørt ár, so var væl vorðið. Nú eru framsýningarnar tættar, og eitt stórt tal av listafólki skapa eina fjølbroytta føroyska myndlist.

Kendast eru listafólk sum t.d. Hans Pauli Olsen, Steffan Danielsen, Janus Kamban, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Sámal Joensen-Mikines og Thomas Arge.