Jump to content

Sámal Joensen-Mikines

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var ein av Føroya størstu listamonnum.

Hann varð borin í heim á teirri brimbardu útoynni Mykinesi. Hann tók sær navnið á oynni til eftirnavn. Alt lívið kendi Mykinesmálarin - ella Mikines, sum vit plaga at rópa hann - seg tætt knýttan at dramatisku náttúruni á síni føðioyggj og at bygdarfólkinum har.

Í 1928 - 1932 fekk Mikines útbúgving sum listamaður á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn. Mikines var fyrsti føroyski yrkislistamaður, og av røttum verður havt á orði, at hann er faðir at føroyskari myndlist.

Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skifti hann ímillum at búgva í Mykinesi, Havn og Keypmannahavn. Føðioynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, hann fann myndevni síni har og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á Bornholm og í Bovbjerg í Danmark eitt skifti í 1960-árunum.

Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list Mikinesar. Í tíðarskeiðnum 19331940 er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara. Havið tekur mangar Mykinesmenn í bestu árum — skyldmenn, grannar og vinmenn og Mikines tekur á seg byrðuna at lýsa líðingina. Í monumentalum komposisjónum við einføldum stórum rørslum og døkkum litum málar hann tey, ið eftir sita, um børuna, eftir jarðarferð, í ervi. Ein røð av sterkum andlitsmyndum er eisini málað hetta tíðarskeiðið, ið uttan iva telist millum hansara mest upprunaligu og týðandi. Við Edvard Munch kundi Mikines siga:

Mykineskona frá 1934
Øll list, bókmentir sum tónleikur, má gerast við hjartablóðinum. Listin er eins hjartablóð.

Ein drúgv uttanlandsferð í 1937 fekk avgerandi týdning fyri framhaldandi listarligu menning hansara. Ferðin gekk til Bjørgvins, Oslo, Stokkhólmar, Keypmannahavnar, Haag, Amsterdam og París. Íblástur av hesi ferð loysir upp fyri liti og kenslulagi og birtir í eina uppgerð við 1930áranna deyða-myrkur.

Í 1942 tekur Mikines upp ein tátt, ið skuldi gerast hansara lívs avbjóðing: Grindadrápið. Í stórum fýrnum komposisjónum viðger hann hetta dramatiska myndevni, har lívið og deyðin standa í álvarsligum stríði. Hansara ovurhugaða romantiska sinni ger vart við seg í eini langari røð av litríkum variasjónum yvir hetta tema.

Eftir kríggið broytist listin hjá Mikines. Ein koloristiskur stílur vellir fram, ið leggur minni dent á ekspressionistiska innihaldið. Frá hesum tíðarskeiði stava mangir landslagsmálningar - serliga úr Mykinesi.

Miðskeiðis í 1950'unum melur hann tó aftur á blóðið og tekur upp aftur líðingina og deyðan sum myndevni. Hann skapar tá eina røð av týðandi høvuðsverkum, ið umboða eina hepna samanrenning av ekspressionismuni frá 1930'unum og teirri nýggju kolorismuni. Myndevnini til tey 4 frímerkini í hesi røð eru dømi um hetta.

Listasavn Føroya eigur eitt gott úrval av verkum Mikines, tey verða sýnd fram í Listaskálanum alt árið.

Bókaskrá

[rætta | rætta wikitekst]
  • Ernst Mentze: S. Joensen-Mikines. Færøernes maler, hans kunst og miljø. Lindhardt og Ringhof, 1973. - 103 siður, 40 tavler - ISBN 87-7560-097-8
  • Bárður Jákupsson: Mikines, Tórshavn: Bókagarður, 1990. - 255 siður, myndir
  • S. Joensen-Mikines 1906-79 : retrospektiv udstilling / [katalogredaktion: Else C. Pedersen] ; [fotos: Per á Hædd ... [et al.]]. - [Kbh.] : [Den Frie Udstilling], 1990. - 64 siður, myndir
  • Bárður Jákupsson: Myndlist í Føroyum. Vestmanna: Sprotin, 2000. - 165 síður, myndir - ISBN 99918-44-53-8
  • Bent Irve og Bárdur Jákupsson: Mikines / [værker af] Samuel Joensen-Mikines ; redaktion: Inge Dybbro ; fotografer: Per á Hædd ... Simon Lautrop ... Poul Pedersen. - [Kastrup] : Kunstmuseet Brundlund Slot, 2003. - 111 siður, myndir í litum

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið