Jump to content

FAROE5

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

FAROE5 er føroyskur gentubólkur. Poppbólkurin FAROE5 varð samansettur eftir eini audition í apríl í 2008. Tveir mánaðir seinni var fyrsta stakfløgan "Bara 1 Spæl" givin út, og hon gjørdist størsta føroyska summarhittið tað árið. Útgávan er gjørd í samstarvi við MESS ungdómsblaðið. Næsti sangurin á fyrstu stakfløguni við FAROE5 eitur "Tú fert altíð at vera har". Fløgan fæst ókeypis hjá Gelluni í SMS.

Debut útgávan hjá FAROE5 kom út hósdagin 5. juni 2008. Hetta er júst tveir mánaðir eftir at upptøkuroyndin til bólkin fór fram tann 5. apríl 2008. Tvær útgávukonsertir vóru hildnar í SMS, við umleið 1.200 áhoyrarum hvørja ferð.

Á sumri 2009 upptrakkaði FAROE5 á flestu føroysku festivalunum, og staðfesti seg tá sum ein tann mest undirhaldandi bólkurin í landinum. FAROE5 upptraðka bæði á stórum sum smáum konsertum, og á dansistøðum við egnum tilfarið, umframt nøkrum av tíðarinnar heitastu altjóða hittum. Sangurin "Bara 1 Spæl" kom fyrstu vikuna inn á 5. plássið á 15 Teim Bestu, sum er hitlistin hjá Kringvarpinum. Næstu vikuna gjørdist sangurin nummar 2, og triðju vikuna atkvøddu lurtarnir hjá útvarpinum "Bara 1 Spæl" upp á ovasta tindin. FAROE5 varð kosin "Besti Nýggi Bólkur" á Planet Awards 2008.

Tær fimm í Faroe 5 eru Jónvá Ellingsgaard, Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein.

Útvortis ávísing

[rætta | rætta wikitekst]