15 tær bestu
15 tær bestu er hittlistasending hjá Útvarpi Føroya. Sendingin byrjaði í 1968 við Kára Olsen sum verti.[1]
Sendingin datt so niður fyri í nógv ár, men bleiv so tikin uppaftur í 1990'unum. Frá 1994 og til 2002 var Heðin Arge fastur vertur á 15 Teimum Bestu. Síðani hava fleiri aðrir vertir verið, m.a. Niels Uni Dam. Í 2004 gjørdist Tummas Gudmundsen vertur, og seinni Jarleivur Hansen, sum var vertur til 2009.
Í fyrstuni fór atkvøðugreiðslan fram við at skriva og senda bræv til sendingina, og skúlar og aðrir stovnar fingu blankar atkvøðulistar sendandi, sum kundu margfaldast, útfyllast og sendast aftur til Útvarpið. Nú greiðir man atkvøðu beinleiðis á heimasíðuni hjá sendingini.
Sendingin hevur øll árini verður send leygarkvøld og endursend seinni í komandi vikuni.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Útvarpið gav mær nakrar av størstu upplivingunum, kvf.fo, 26. okt. 2018
- Muscleman-Blað var ársins lag á 15 teimum bestu., nudlar.net, 1. jan. 2006
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ - Útvarpið gav mær nakrar av størstu upplivingunum, kvf.fo, 26. okt. 2018