Elin Brimheim Heinesen
Elin Brimheim Heinesen (fødd 25. juni 1958) er føroyskur sangari, sangskrivari komponistur, filmshandrithøvundur, journalistur og ritstjóri.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Elin Brimheim Heinesen hevur útbúgving sum Cand. Mag. í Fagurfrøði og Mentan (Æstetik & Kultur), sum hon las á Aarhus Universitet frá 1983 til 1986 og frá 1989 til 1991 , umframt hjágrein (Exam. Art.) í Norðurlendskum málum & bókmentum, við denti á føroyskt, sum hon las á Fróðskaparsetri Føroya frá 1979 til 1981. Hon tók eisini eina ískoytisútbúgving á Handelshøjskolen í Keypmannahavn (nú Copenhagen Business School) í Vinnulívsbúskapi fyri hugvísindafólk í 1989. Harumframt er hon útbúgvin filmshandrithøvundur á Den Danske Filmskole, har hon las frá 1997 til 1999. [1]
Frá túsindáraskiftinum var Elin ritsjtóri á fleiri donskum miðlum. M.a. var hon við til at stovna InStore mánaðarblaðið KIWI magazine hjá NETTO handilsketuni í 2003, har hon arbeiddi sum blaðstjóri nøkur ár.
Eftir nærum 25 ár í Danmark, har Elin Brimheim Heinesen las og síðani arbeiddi sum journalistur, ritstjóri, verkætlanarleiðari og sjálvstøðugur samskiftisráðgevi við egnari fyritøku, flutti hon aftur til Føroya í 2007, har hon bleiv forstjóri í SamViti, ein almennur stovnur undir Føroya Landsstýri. SamVit var Útflutnings- og ferðaráð. Hon var forstjóri í SamViti, inntil ráðið innlimaðist sum partur av føroyska uttanríkisráðnum í 2009.[2]
Frá september 2009 til mai 2012 var hon miðla- og menningarleiðari í Kringvarpi Føroya. Frá 2012 til 2015 var hon sjálvstøðugt vinnurekandi sum samskiftisráðgevi, og í einum tíðarskeiði arbeiddi hon sum journalistur fyri føroyska portalin Portal.fo, eftir at hesin var seldur til Knassar. Frá 2015 til 2018 arbeiddi hon sum leiðari í Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya. Skrivstovan hevði ábyrgd av kunningar- og heimasíðustýring, lestrarvegleiðing, umframt av fyrisitingarligum og øðrum akademiskum uppgávum í sambandi við lesnaðin hjá teim lesandi á Setrinum.
Síðani 2018 hevur hon verið leiðari í Ljóðbókatænastuni á Føroya Landsbókasavni. Tænastan framleiðir ljóðbøkur og annað ljóðtilfar á føroyskum til fólk, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava møguleika at lesa ella fáa atgongd til prentað tilfar á annan hátt.[3]
Elin Brimheim Heinesen tekur virkan lut í almenna kjakinum á Føroyum og var m.a. ein virkin kjakari í sambandi við átøk hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápi, so sum t.d. Operation GrindStop 2014.[4]
Nevndir
[rætta | rætta wikitekst]Í februar 2014 varð Elin vald í nevndina hjá nýggja føroyska filmsfelagnum Føroysk Filmsfólk.[5]. Elin hevur eisini verið vald í nevndirnar hjá feløgunum MenTón og hjá Listaleypurin. Í 2023 var hon vald av føroyska Mentamálaráðnum í nevndina fyri FMX – Faroe Music Export.[6]
Tónleikalívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Elin Brimheim Heinesen er mest kend í Føroyum sum sangari og sangskrivari. Mitt í 70 árunum gjørdist hon kend sum vísusangari sum bara 16 ára gomul í væl umtóktu undirhaldsendingini V4 í Útvarpi Føroya. Í 70 árunum og 80 árunum var hon eisini limur í ymiskum tónleikabólkum, har hon sang fólkatónleik og jazz - ofta í jazzklubbanum hjá Havnar Jazzfelag - millum annað á spælistaðnum Perlan, sum bleiv rivið niður í 1983. Elin var ein av stigtakarunum og stovnarunum av Havnar Jazzfelag í 1974, og sat í nevndini í fleiri ár.[7]
Í 1988 gav Elin út kassettubandið Nalja - Elin & Kári saman við Kára Jacobsen við 10 sangum á. Elin átti 5 av sangunum og Kári átti 5. Nakrir av sangunum vóru sera ofta at hoyra í útvarpinum, m.a. sangurin Sjeikurin eftir Elin Heinesen og sangurin Á, tann deiliga Havn, sum Kári hevur skrivað, og sum enn ofta er at hoyra um ólavsøkutíð - og so ikki minst lagið hjá Elini, sum hon gjørdi til yrking hjá pápa sínum Jens Paula Heinesen - Eitt dýpi av dýrari tíð. Hetta lagið gjørdist nummar fýra, tá Kringvarpið spurdi Føroya fólk í 2018, hvønn sang tey hildu vera tann besta, av øllum teimum sangunum, sum vóru útgivnir tey seinastu 50 árini.[8]
Í 2010 gav Elin fløguna "Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir" út. Á fløguni eru 15 løg, sum øll eru týðingar av kendum útlendskum løgum. Elin týddi sjálv tey flestu av løgunum. [9]
Í juli 2018 kom so heildarútgávan "Handan stjørnurnar" við 12 sangum, sum Elin hevur gjørt orð og løg til. Og í desember 2023 kom hennara symfoniska heildarútgáva Eitt dýpi av dýrari tíð við tónleiki, sum hon hevur sett til yrkingar eftir pápa sín, føroyska rithøvundinum Jens Paula Heinesen. Italski komponisturin Enzo De Rosa hjálpti henni við at seta tónleikin út fyri symfoniorkestur og kór.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2023 – Eitt dýpi av dýrari tíð – A Chasm of Precious Time (6 løg á føroyskum og somu 6 løg á enskum við orðum eftir Jens Paula Heinesen og løgum eftir Elina Brimheim Heinesen)
- 2018 - Handan stjørnurnar - Elin Brimheim Heinesen (12 løg eftir Elina Brimheim Heinesen)
- 2010 - Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir - Saman við Ad Libitum
- 1988 - Nalja - Elin & Kári (kom út sum kassettuband í 1988 og sum CD fløga í 1998) - saman við Kára Jacobsen[10]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Foreldrini hjá Elini Brimheim Heinesen vóru bæði rithøvundar. Pápi hennara var Jens Pauli Heinesen (deyður 2011), og mamma hennara var barnabókarithøvundurin Maud Heinesen, fødd Brimheim (deyð 2005).
Elin Brimheim Heinesen hevur eina dóttur, Helena Heinesen Rebensdorff (áður kend undir listanavninum Franka, nú við listanavninum Brimheim), sum eisini er sangari, sangskrivari og tónleikaframleiðari, og væl kend í Danmark og í Føroyum. Hon hevur fleiri ferðir verið tilnevnd til FMA – Faroe Music Awards, og hevur fingið handað seks FMA virðislønir tilsamans – í 2021 sum Ársins Nýggja Navn, Í 2022 sum Ársins Kvinnuligi Sangari, Ársins Bólkur og fyri Ársins Sang (Hey Amanda), umframt í 2024 fyri Ársins Sang (Literally Everything) og Ársins Visuella Samleika í 2024, umframt at hon eisini vann virðislønina Carl Prisen hjá donskum musikkforleggjarnum sum Årets Talent í 2022, har 30.000 kr. fylgdu við.[11]
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2022 - Faroese Music Awards í bólkinum Ársins sangtekstur fyri "Sóleyan"[12]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "ÚTBÚGVING". https://heinesen.fo/index.php/um-elina/utbugving/.
- ↑ Heinesen, Elin (1. oktober 2007). "Our strengths: - Purity, authenticity and uniqueness". https://www.in.fo/news-detail/our-strengths-purity-authenticity-and-uniqueness.
- ↑ "Ljóðbókatænastan". Landsbókasavnið. https://landsbokasavnid.fo/ljodbokataenastan?_l=fo.
- ↑ Heinesen, Elin Brimheim (4. mars 2018). "Opinion: You provide sustenance for yourself with what is available to you". https://local.fo/opinion-provide-sustenance-available/.
- ↑ listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað
- ↑ "Nývalda stýrið fyri FMX farið til verka". 9. januar 2024. https://portal.fo/dagur-136247/nyvalda-styrid-fyri-fmx-farid-til-verka.grein.
- ↑ "1970 – 1980, ELIN – EIN ROKKGENTA Í UNGU ÁRUM". Elin Brimheim Heinesen Music. https://heinesen.fo/index.php/tonleikayrkisleid/1970-1980/.
- ↑ "Responses Pie - Part 4 / 6". https://poll-maker.com/results2184546x777A4678-62#tab-4.
- ↑ Heimasíðan hjá Elini m.a. um hennara tónleikarakarrieru
- ↑ "Tutl.fo, Nalja". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-06. https://web.archive.org/web/20141106174359/http://www.tutl.com/shop/index.php?productID=182. Heintað 2011-10-02.
- ↑ "Carl Prisen 2022". Musik Forlæggerne. https://musikforlaeggerne.dk/carl-prisen/carl-prisen-2023-2-2-2/.
- ↑ Hansen, Uni L. (13. mars 2022). "Faroese Music Awards 2022 – the winners". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2022/03/13/faroese-music-awards-2022-winners.