Bet You Are William
Appearance
Bet You Are William er ein føroyskur rokktónleikabólkur úr Havn.
Um bólkin
[rætta | rætta wikitekst]Ein sangur. Eitt rimmar hitt. Tað er søgan um bólkin Bet You Are William higartil, men meira er í væntu, nú sangurin Here We Go Stereo hevur slóðað fyri. Høvuðsmaður í bólkinum er Petur Háberg, sum hevur verið virkin tónleikari seinnu árini, og eisini hevur spælt á Summar Festivalinum áður. Tónleikurin hjá Bet You Are William er stundum lívligur og ágangandi, men stundum friðarligur og inniligur. Ein evnaríkur ungur sangskrivari og sangari stendur á odda fyri bólkinum, og á pallinum røkkur tónleikurin og sjarman langt út yvir pallkantin.
Limir í bólkinum Bet You Are William
[rætta | rætta wikitekst]- Bartal Augustinussen - elektriskan guitar
- Hanus Mikal Andreasen - keys
- Eyðun Johannesen - bass
- Andreas Dalsgaard - trummur
- Guðrun Háberg - rødd
- Petur Háberg - forsangari, akkustiskan og elektriskan guitar
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]