Lív Næs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Lív Næs, útgávukonsert á Seglloftinum í februar 2013.

Lív Næs (fødd í 1988) er ein føroysk songkvinna og tónleikari, hon spælir guitar. Lív er ættað úr Fuglafirði men býr í løtuni (2013) í Havn, har hon gongur á læraraskúla.

Lívsleið innan tónleik[rætta | rætta wikitekst]

Lív gjørdist kend í Føroyum sum songkvinna, tá hon sang saman við Niels Midjord. Tey bæði góvu út fløguna Tú skalt eiga morgindagin í 2009. Í 2011 hevur hon luttikið á føroyskum tónleika festivalum við kvinnu tónleikabólkinum Lív & the Zoo, eitt nú framførdu tær á Summarfestivalinum í Klaksvík. Hinar í tónleikabólkinum eru: Jenny J. Kragsteen, Anna Maria Wrae og Maibritt H. Johansen.[1] Fyrstu ferð tær framførdu var á Sandi í 2011.[2] Lív hevur eisini framført saman við unnusta hennara Tróndi Enni, tey góvu út stakfløguna Sveimandi í 2011. Tey hava eisini framtført saman, eitt nú á Mentanarnáttini í Havn í 2012.[3] Tá Lív framførir á ymiskum tiltøkum hevur hon ofta guitar leikararnar Trónd Enni og Una Debess at spæla guitar saman við henni. Í desember 2009 var Lív gestasangari á útgávukonsert hjá Brandi Enni í Norðurlandahúsinum. Í 2010 var hon sjónvarpsvertur í føroysku barnasendingini Ert tú við?, sum var í 13 pørtum. Í 2012 útgav hon fløguna Keldufar, sum eru yrkingar eftir abba hennara Johannes Andreas Næs. Hann brúkti skaldanavnið Flóvin Flekk og gav út yrkingasavnið Keldufar í 1949. Lív hevur gjørt øll løgini uttan "Meg droymdi", sum er gjørt saman við Tróndur Enni og "Urið", sum abbi hennara lesur upp og Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmynd til.[4]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Lív Næs og abbi hennara Johannes Andreas Næs, útgávukonsert 2013
Lív Næs og Niels Midjord í 2013

Egnar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Útgávur saman við øðrum[rætta | rætta wikitekst]

  • Tú skalt eiga morgindagin. Niels Midjord & Lív Næs tulka Alf Proysen, 2009

Stakløg[rætta | rætta wikitekst]

Savnsfløgur saman við øðrum[rætta | rætta wikitekst]

  • Frískar Kular Røtur, 2011
  • Fræls og javnlík, Amnesty International, TUTL, november 2011[6]

Heiðurslønir og tilnevningar[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Summarfestivalur.fo, Lív & The Zoo
  2. Planet.fo
  3. Trygging.fo, Opið hús á Kongabrúnni
  4. TUTL.com Lív Næs - Keldufar
  5. Planet.fo, Lív ger tónleik til yrkingar hjá abbanum
  6. TUTL.com
  7. Planet.fo Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið