Niels Midjord

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Niels Midjord í 2013

Niels Midjord er uppvaksin og býr í Fuglafirði. Hann er útbúgvin lærari og hevur í mong ár starvast í Fuglafjarðar Skúla.

Tónleikarligt virksemi[rætta | rætta wikitekst]

Seinnu árini er Niels farin at gera alt meira við sangframførslur. Hann byrjaði við at syngja skemtiligar sangir sum "Mín grái fordur" og "Fimm feitar flugur", men síðani er hann farin at framføra meira traditionellan tónleik, millum annað kingosálmar. Í 2009 gav hann út fløgu saman við Lív Næs, fløgan varð væl móttikin. Í 2012 útgav Lív Næs sína egnu fløgu, Niels Midjord syngur ein av sangunum Mín lynglitta lá saman við henni.[1]

  • Tú skalt eiga morgindagin. Niels Midjord & Lív Næs tulka Alf Proysen, 2009

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Amazon.com Mín lynglitta lá

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]