Fuglafjarðar kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fuglafjarðar kirkja


Fuglafjarðar kirkja er fólkakirkjan í Fuglafirði, á eystursíðuni á Eysturoynni.[1] Kirkjan er tekna av danska arkitektinum Holger Jensen, sum hevur staðið fyri og tekna yvir 60 kirkjur[2]. Hon hevur 380 sitipláss, umframt onnur 80 sitipláss á síðuskipi. Orglið er frá Marcussen & Søn frá 1989, og hevur 26 stemmur[3].

Hon varð vígd tann 10. juni 1984 av Ejvind Vilhelm, varabiskupi, og arbeiðið við at fáa nýggja kirkju varð ført av kirkjuráðnum og sóknarpresti Torkili Beder.

Kirkjan var bygd uppá tímaløn, og tað sigst at hava ligið nógvir arbeiðstímar, sum teir sum bygdu kirkjuna ikki vildu hava løn fyri.

Fuglafjarðar kirkja er partur av Fuglafjarðar Prestagjaldi, sum varð stovnsett í 1928, og fevndi um bygdirnar Fuglafjørð, Leirvík, Gøturnar, Hellurnar, Oyndafjørð, Elduvík, Funningsfjørð, Funning og Gjógv. Áðrenn prestagjaldið varð stovnsett, var Fuglafjørður partur av einum felags prestagjaldi fyri alla Eysturoynna, sum hevði sæti á Nesi. Prestagarðurin í Fuglafirði er bygdur á Mørkini í 1932[4].

Søgn og søga[rætta | rætta wikitekst]

Í Fuglafirði sigst at hava staðið 5 kirkjur. Tann elsta kirkjan hevur staðið á Kirkjuryggi, har húsatoftir, fjalar og beinagrindir eru funnar í samband við vegabygging norður á Ennið. Sambært søgnini skal kirkja hava staðið har, sum staðarnavnið eisini ber brá av. Søgnin sigur, at hendan kirkjan varð tikin út á sjógv av einum skriðulopi[5]. Skrivligt tilfar finst ikki um kirkjuna, men søgnin er borin av mannamunni. Hóast hústoftir, brettir og beinagrindir undirbyggja søgnina[6], halda summi søgnina verða ósanna[7].

Seinna kirkjan er frá katólskari tíð, hevur staðið í Toftabønum, og kallaðist Jákups-kirkjan (ca. 1400)[6].

Triðja kirkjan hevur staðið við Garð, har sum tann gamli kirkjugarðurin í dag stendur. Vit vita ikki nær hendan kirkjan er bygd, men hon verður tó umrødd í donskum skriftum frá 1709, har hon er nágreiniliga lýst. Kirkjan varð niðurtikin í 1871, tá ið nýggj kirkja bleiv bygd[6]. Í hesari kirkjuni vóru tveir rúnasteinar, sum skuldu verja fyri skriðulopi. Annar var við altari, og hin í kirkjugarðinum. Rúnasteinarnir eru horvnir við tíðini, og óvist er hvar teir eru endaðir[6].

Fjórða kirkjan (1871) stóð áleið á sama staði, sum kirkjan í dag stendur. Tá hon varð bygd, blivu fleiri lutir úr tí gomlu kirkjuni tiknir yvir í tí nýggju kirkjuna[6]. Kirkjan bleiv longd í 1945 við nýggjum torni, og longdum kirkjuskipi[7].

Fimta kirkja er tann kirkjan, sum vit kenna í dag.

Prestar, sum hava verið í Fuglafjarðar prestagjaldi[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fuglafjørður, folkakirkjan.fo
  2. Jensen, Viggo (2005). Arkitekt Holger Jensens kirker. Poul Kristensen
  3. "Fuglefjord kirke". Kirkehistorie. http://www.kirkehistorie.dk/faero/ki317.htm. Heintað 30-09-2020. 
  4. Fuglafjarðar bygdaráð (1989) Brot úr Fuglafjarðar søgu
  5. 5.0 5.1 5.2 "Kirkjan - søga". Kristin Poulsen, Hans Olaf Joensen og Jógvan Ólason. 24-05-2006. https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/fuglafjardar-kirkja/kirkjan-soga/. Heintað 15-02-2021. 
  6. 6.0 6.1 6.2 6.3 6.4 Poulsen et al, Kristin R (02-12-1971). "Fuglafjarðar Kirkja 100 ár". Fjarbúgvin. https://timarit.is/page/5052065#page/n1/mode/2up. Heintað 29-09-2020. 
  7. 7.0 7.1 Beder, Torkil. "Nýggj kirkja vígd". fuglafjordur.com. https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/fuglafjardar-kirkja/nyggja-kirkja-vigd/. Heintað 29-09-2020. 
  8. Sand, Karen (1980). Færø-minder - breve fra Fuglefjord. Nørrebros Bog- & Offsettryk ApS, København.
  9. Gerhard Jónsson Mikkelsen, folkakirkjan.fo