Hans Ejgil Sand
Hans Ejgil Sand var danskur prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í árunum 1935 - 1947.
Hann tók embætisprógv í teologi í 1935, og søkti um og fekk embæti í føroyum longu sama ár.
Karen Sand, mamma prestin, útgav í 1980 bók, sum er ein frágreiðing um eina ferð til føroya, sum hon og maður hennara vóru á, stutt eftir at prestahjúnini vóru flutt til Fuglafjarðar.[1] Í bókini eru eisini eygleiðingar av gerandisviðurskiftum, so sum lýsingar av grindadrápi, tí føroyska gerandisdegnum, bilviðurskiftum, lýsingar av roykstovum, konfirmatiónum, bindimentanini o.ø. Eisini eru lýsingar av einstøkum bygdum og kirkjum. Umframt hesar frágreiðingarnar, eru eisini brot úr egnum frágreiðingum hjá H. E. Sand, um hvussu tað upplivdist at koma til Føroyar, v.m.[2]
Hans Ejgil Sand var sóknarprestur í Blistrup frá 1947 til 1955.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Tá prestur Ejgil Sand kom til Fuglafjarðar í 1935, hvannrok.fo
- ↑ Sand, Karen (1980). Færø-minder - en rejse til Færøerne. Nørrebros Bog- og Offsettryk ApS, København.
- ↑ Hans Ejgil Sand, arkiv.dk