Uni Debess
Uni Reinert Debess er tónleikari, yrkjari, tónasmiðjur, sangari og gittarleikari. Hann er føddur 24. november 1979 í Havn. Uni er sonur Per Debess, sála, sum eisini var tónleikari.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- "Uni Debess, GREEN", 2016.[1]
- "Uni Debess, Blue Buzz", 2013.[2]
- "Uni Debess, Life Is a Picture", 2012.
- "Debess Blues Station, Live from the dairy (DVD)", 2011.
- "Debess Blues Station, 2010. Tónleikarar: Uni Reinert Debess, Edvard Nyholm Debess og aðrir.
- "The Well, Crawling Blue, 2009. Teir sum manna bólkin eru: Uni Reinert Debess, Brandur Jacobsen, Eyðun Johannesen og Óli Olsen.[3]
- "Uni Debess, Gengi Eg, Yrkingar eftir Nyholm Debess", 2006.
- "Go Go Blues, Face to Face with the Devil", 2006.
- "Go Go Blues, Live in studio", 2005.
- "Headache Blues Treo, Mr. Puffman", 2004. Sangari: Uni Reinert Debess.[4]
Lívsleiðin innan tónleik
[rætta | rætta wikitekst]Uni byrjaði seint at fáast við tónleik. 1999-2001 lærdi Uni um tónleikaástøði og gittarleik á Tórshavnar Musikkskúla. Hann hevur gingið til ymsa gittarvenjing eftir tað.
Í 2001 spældi hann við bólkinum Teir á Free Føroyar-konsert. Í 2002 spældi hann á ólavsøkukonsert við Bates Motel, í 2003 við Headache Blues Treo og í 2004 við GoGo Blues.
Vann Prix Føroyar við GoGo Blues
[rætta | rætta wikitekst]23. apríl 2005 vann hann Prix Føroyar í bólkinum GoGo Blues. Umframt at vinna sjálva tónleikakappingina, vann GoGoBlues virðisløn fyri besta tónleikabólk, umframt at bólkurin varð boðin við til G!Festivalin. Í august sama árið var hann saman við GoGo Blues í Kanada og spældi á ymsum festivalum. GoGo Blues gav út fløgu í 2005.
Spælir við fleiri ymiskum bólkum og tónleikarum
[rætta | rætta wikitekst]Uni spælir við ymiskum bólkum og tónleikarum, m.a. Debess Blues Station, Crawling Blue og saman við øðrum einstøkum tónleikarum. M.a. hevur hann framført saman við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri og við Trónda Enni[1] úr Suðuroynni og við pápabeiggja sínum Edvard Nyholm Debess.[2][deyð leinkja] Teir báðir hava spælt saman í einum bólki sum teir nevna Debess Blues Station.[5] Í desember 2010 góvu teir fløvu út við sama heiti.[6]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ unidebess.com
- ↑ "composers.fo - Uni Debess". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305084135/http://www.composers.fo/uni+debess.html. Heintað 2016-03-02.
- ↑ Portal.fo, Konsert vid Crawling Blue, Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall[deyð leinkja]
- ↑ "mp3.com". http://www.mp3.com/artist/go-go-blues/summary/. Heintað 2010-12-22.
- ↑ Dimma.fo[deyð leinkja]
- ↑ Facebook.com