Johannes Andreas Næs
Johannes Andreas Næs (Flóvin Flekk) (føddur 16. september 1920 á Nesi í Hvalba, deyður 5. juni 2018) var ein føroyskur yrkjari og lærari. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965. Av mongu álitisstørvum hansara kann nevnast, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini 1963-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið Flóvin Flekk. Í 1959 varð hann av Føroya Landsstýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, formaður frá juli 1966. Hann hevur havt stóra ávirkan á føroyska skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »Stavkistlar«, 1964, »Orða-talvur og Orðakort«, 1966, »Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis kristni-bókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »Sunnudagsblaðnum« 1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini. Í 2012 gav abbadóttir hansara, Lív Næs út fløguna Keldufar við yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Flóvin Flekk (Johannes Andreas Næs).[1]
Nevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 1959 - 1968 nevndarlimur í Føroya Lærarafelag - harav formaður 1960 - 1963
- 1959 - 1985 nevndarlimur í Føroya skúlabókagrunni 1959-85, harav eitt langt tíðarskeið formaður.[2]
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1949 - Keldufar (yrkingar)[3]
- 2012 - Keldufar - 11 av yrkingunum hjá Jóhannes Andreas Næs eru útgivnar sum tónleikaútgáva (CD) við abbadóttrini Lív Næs, sum syngur og hevur gjørt løgini (eitt saman við Trónda Enni og ein av yrkingunum lesur Jóhannes sjálvur upp, við ljóðmyndum, sum Finnur Hansen hevur gjørt).
- 1951 Sakaði tað einki - í Míni jólabók
- 1952 Ein dreymur - í Míni jólabók
- 1953 Jólafriðurin - í Míni jólabók
- 1954 Jólafriðurin - í Míni jólabók
- 1955 Tá ið sólareygað mennist - í Míni jólabók
- 1956 Heimboðin á jólum - í Míni jólabók
- 1957 Kolaskipið - í Míni jólabók
- 1959 Ein annar skoradagur - í Míni jólabók
- 1961 Lítli Dímun - í Míni jólabók
- 1964 Á Knúki - í Míni jólabók
- 1965 Ein kvøldvakt í bakkveðri í Míni jólabók
- 1966 Klyvurfallið er farið - í Míni jólabók
- 1967 Rossaklettarnir - í Míni jólabók
- 1972 Stubbar úr søgu Føroya Lærarafelags. Serblað, Skúlablaðið
- 1974 Tá ið sólareygað mennist - í Míni jólabók[4]
- Sálmabókin - hann hevur yrkt 3 sálmar (nr. 360, 456, 590) og umsett/umyrkt 5 sálmar (250, 333, 351, 424, 501) í sálmabókini hjá Fólkakirkjuni.[5]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Planet.fo, Lív ger tónleik til yrkingar hjá abbanum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-17. https://web.archive.org/web/20121217055638/http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum. Heintað 2012-12-15.
- ↑ BFL.fo Archived 2011-09-07 at the Wayback Machine Johannes Andreas Næs
- ↑ "Planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-17. https://web.archive.org/web/20121217055638/http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum. Heintað 2012-12-15.
- ↑ BFL.fo Archived 2011-09-07 at the Wayback Machine Johannes Andreas Næs
- ↑ Salmabokin.kirkjan.fo