Stanley Samuelsen
Poul Stanley Lindenskov Samuelsen (føddur 30. apríl 1951) er føroyskur gittarleikari, sangari og sangskrivari úr Fuglafirði, búsitandi í Danmark.
Stanley er uppvaksin í Fuglafirði. Í 1963 fekk hann sín fyrsta gittar og hevur hetta ljóðføri fylgt honum síðan. Longu í 1964 byrjaði hann sína tónleikayrkisleið sum gittarleikari í Fuglafirði har hann sum 13 ára gamal spældi popp og rokk til dans við tónleikabólkinum Silly Boys, ið vikuskifti eftir vikuskifti savnaði ungdómin úr Eysturoynni í dansistovuna í Fuglafirði. [1][2][3]
Sum blaðungur fór Stanley í 1970 av landinum og flutti til Danmarkar, har hann hevur búð síðan.[3] Hann treivst væl í Keypmannahavn. Umleið 1980 byrjaði hann at spæla við í bólkinum "40 i feber" og síðan 1984 hevur hann spælt í Den Udødelige Duo í mong ár, saman við Nis P. Jørgensen.[4][3] Teir ferðaðust ríkið upp og niður.[1]
Í 1991 byrjaði Stanley einsamallur sum vísu- og fólkasangari við akkustiskum gittara og var á rundferð í øllum norðurlendskum og baltiskum londum.[4] Hann spælir konsertir kring Norðanlond og Evropa, har hann framførir í høvuðheitum egin løg og sangir á føroyskum.[2] Stanley hevur smíðað 68 løg og givið fleiri fløgur út og yndisyrkjarin er Janus Djurhuus.[5]
Familia
[rætta | rætta wikitekst]Stanley Samuelsen er sonur Lenu og Steingrim Samuelsen úr Fuglafirði og abbasonur Andrass Samuelsen, sum var Føroya løgmaður 1948-1950. Stanley er yngstur av tólv systkjum, tíggju brøður og tvær systrar. Hóast henda stóra barnaflokk, er hann vaksin upp sum einabarn. Tá Stanley var bara hálvt ára gamal, misti hann pápan. Benny Samuelsen og Eilif Samuelsen eru beiggjar hansara.[5][1]
Stanley býr saman við konuni í Birkerød norðan fyri Keypmannahavn síðan 1986. Tey eiga tvey børn.[3]
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- saman við øðrum:
- 1982 - Stik imod fornuften (Nis P’s Band)
- 1985 - Spil for livet (40 i Feber)
- 1988 - Nu’ det Nu (Den Udødelige Duo)
- 1995 - 36 Gode Sange (Den Udødelige Duo)
- 2007 - First Take (Sidemen, Nora Musik)
- 2008 - Trio Acoustica (Trio Acoustica, Gateway Music)
- 2013 - A tribute to George Harrison (Tutl) EP saman við Astrid Samuelsen.
- sum einstaklingur:
- 1999 - Um eg kundi kvøðið (Tutl)
- 2005 - Sól og regn (Tutl)
- 2007 - First Take (Nora Musik)
- 2008 - Tíðin rennur (Tutl)
- 2008 - Acoustica Trio (Gateway Music)
- 2011 - Alle Hjertets Sange (Tutl)
- 2011 - Stanley Live (Tutl)
- 2013 - Oktobir (Tutl)
- 2016 - Folk Songs From The Faroe Islands (Tutl)
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 1992 - Mentanarvirðislønin hjá LO (LO's Kulturpris)
- 2008 - Listavirðisløn Miðlahúsins
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíðan: stanleysamuelsen.com
- Stanley Samuelsen í nýggju háskúlasongbókini, dimma.fo, 12. november 2020
- Stovan hjá Stanley , nordlysid.fo, 30. mars 2023
- Stanley sendir tøkk við nýggjari innspæling, dagur.fo, 25, apríl 2023
- "Stanley Samuelsens biografi". BandBase. 1 Jul. 2013 (á donskum). Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 1 Jul. 2013. http://archive.today/v4A8k.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 1.2 Stanley og Rudolf samrøða, in.fo, 28.03.2019
- ↑ 2.0 2.1 Legendur í Føroyahúsinum, in.fo, 18. mars 2016
- ↑ 3.0 3.1 3.2 3.3 Yrkistónleikari í 20 ár, in.fo, 27.02.2004
- ↑ 4.0 4.1 Seinasti stríðssangarin, in.fo, 4.02.2005
- ↑ 5.0 5.1 "Eg havi sangin í sálini", credo, kvf.fo, 22-01-2023