FUT

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Stytting fyri Føroya Undirhalds Tónleikarafelag.

Kaj Johannesen hevur í fleiri ár verið formaður í felagnum.

FUT er ætlað at virka sum yrkisfelag fyri limir sínar, og harumframt skipar felagið fyri tónleikatiltøkum kring alt landið. Árliga Ólavsøkukonsertin er eitt av hesum tiltøkum, og kvøldið fyri Prix Føroyar-semifinaluna í Trongisvági 2005 skipaði FUT fyri konsert í TB-húsinum við summum av Prix-bólkunum.