Jump to content

Suðurkorea

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Suður Korea)
대한민국
大韓民國
Daehan Minguk
Lýðveldið Suðurkorea
Flagg Suðurkorea
(Flagg Suðurkorea)
Skjaldarmerki Suðurkorea
(Skjaldarmerki Suðurkorea)
Tjóðarslagorð: 널리 인간세계를 이롭게 하라 (홍익인간)
Tjóðsangur: "애국가"
Alment mál Koreanskt
Høvuðsstaður Seoul
Forseti Moon Jae-in (문재인 ; 文在寅)
Forsætisráðharri Kim Boo-kyum (김부겸 ; 金富謙)
Fullveldi 1. mars 1919
(frá Japan)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
100,140 km²
0.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
50.219.669
493/km²
Gjaldoyra Suðurkoreansk won
(gjaldoyrakota: KRW)a
Tíðarøki UTC +9
Økisnavn á alnetinum .kr
Telefonkota +82
aUSD verður eisini viðmælt.

Suðurkorea, Suður Korea ella Lýðveldið Suðurkorea (alment) er eitt land í Eysturásia. Miðallívsævin í landinum er 83,43 ár (í 2020).

Kríggj var millum Suðurkorea og Norðurkorea 1950-1953.
Hesar standmyndirnar úr kongligu Joseon-gravkømrunum tætt við Seoul eru úr 15. øld.

Í mong ár var Korea hálvsjálvstøðugur kinverskur landslutur. Í 1250 gjørdu mongolar innrás, settu sínar egnu kongar at stýra og høvdu ræðið í meira enn hundrað ár. Uml. 1354 gjørdi koreanski herovastin Yi Song uppreistur ímóti mongolum, sigraði og fekk Korea aftur undir kinverskt vald. Men í 1392 rendi hann ta ráðandi kiversku Koryoættina frá. Hann stovnaði Yi-veldið og gjørdi Kyon-Song, sum nú er Seoul, til høvuðsstað. Í 1419 var skyldmaður hansara Sejong tikin í eið sum kongur. Sejong stýrdi í Korea í 32 ár og stuðlaði dyggiliga útbúgving og vísindum. Í stjórntíð hansara varð sett í gildi nýtt alment koreanskt skriftmál (han gul) og hann hevði stóran áhuga í at menna prenting við leysum bókstøvum. Umframt at menna útbúgvingarmøguleikarnar, eydnaðist Sejong at gera av við japonsku sjórænararnar, sum rændu fram við strendurnar.

Í 1950 gjørdi Norðurkorea innrás í Suðurkorea. Tá byrjaði Koreakríggið, sum var eitt hart stríð millum kommunistar og vesturlendskt sinnað fólk. Síðan Koreakríggið var av, hevur støðan verið hættislig millum londini bæði. Suðurkorea hevur hevt stóran búskaparligan vøkstur, væl stuðlað av USA.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]
Suðurportið varð gjørd í 14. øld í býarmúrinum, ið tá var um býin.
Hesin botaniski garður við 3000 plantum úr øllum heiminum er á lítlu oynni Oedo, sum er stutt úr landi sunnast í Suðurkorea. Eini hjún hava skapt og dyrkað garðin síðan 1969.
Woljeongsa er høvuðstempul í Jogye-greinini í korenskari buddismu.

Høvuðssríkið í Eysturásia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea. Í Norður- og Suðurkorea er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum. Sum í Norðurkorea er størri parturin av Suðurkorea fjallalendi og skógur. Veðurlagið er subtropiskt við heitum sumrum og køldum vetrum. 

Borið saman við Norðurkorea blómar búskapurin, og landið hevur víðfevnt handilssamstarv við onnur lond, mest USA og Japan. Eftir at landið fekk sjálvstýrið í 1948, gjørdi Norðurkorea innrás í landið. Tí ið Koreakríggið (1950-1953) var av, lógu býir og verksmiðjur í Suðurkorea í skeljasori, og túsundtals flóttafólk vóru komin suður um markið úr Norðurkorea. Tjúgu ár seinni var Suðurkorea komið fyri seg aftur búskaparliga. Nýggjar verksmiðjur fóru at gera dygdarvørur til útflutnings, og nýggir stórbýir vórðu bygdir. Nú á døgum hevur Suðurkorea væl lært arbeiðsfólk, sum ger hátøkniligar ídnaðarvørur. Arbeiðsloysi í Suðurkorea er lutfalsliga lágt samanborið við onnur lond í Asia. Arbeiðsloysið er bara 3,2 % (2009).

Heimsins fremstu skipasmiðjur, um mált verður í talinum á bíleggingum, hava í nøkur ár verið í Suðurkorea, men Kina er um at fara fram um teir. Serliga eru tað teir lágu lønarkostnaðirnir, sum eru atvoldin til hetta, men vaksandi eftirspurningurin í Asia ger eisini mun. Enn er Suðurkorea fremst við 37 prosentum av øllum bíleggingum á heimsmarknaðinum. Kina hevur 30 prosent, men veksur sera skjótt. Japan hevur 16 prosent.

Heimskreppan hevur gjørt støðuna verri hjá arbeiðsfólki, tí í niðurgangstíðum finna fólk seg í nógv meiri órætti fyri at varðveita arbeiði, og vandin við at vera fakliga virkin gerst størri. Hóast flestu londini á pappírinum hava bundið seg til at verja mannarættindini, herundir rættin hjá fólki at vera fakliga virkin, so er í nógvum londum sera vandamikið at vera limur í fakfelagi. Í Suðurkorea og eisini Burma, Burundi, Kina, Kuba, Iran, Tunesia, Turkalandi og Simbabvi vóru álitisfólk sett í fongsul fyri sítt fakfelagsvirksemi í 2008.

BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 27.600 (2008).

Uttanlandshandil

[rætta | rætta wikitekst]

Í hagtølum kalla vit inn- og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil. Innflutningurin umfatar allar tær vørur okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning. Kina er tað landið, tit hava mestan handil við. Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2009, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook:

Útflutningur Innflutningur
1. Fólkalýðveldið Kina Kina 25,5 % Fólkalýðveldið Kina Kina 19,2 %
2. USA USA 10,9 % Japan Japan 15,1 %
3. Japan Japan 6,4 % USA USA 8,8 %
4. Saudi Arabia Saudiarabia 6,1 %

Átrúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Mangir átrúnaðir eru í Suðurkorea. Um helvtin av fólkinum er buddistar, hin er kristin ella konfusianistar. Mong folk á bygd trúgva enn á andamanan - at til er ósjónligur andaheimur síð um síð við sjónliga mannaheimin. Tá ið andarnir geva seg í hóslag við menniskjuni, er andamanarin millumgongumaður ímillum hesar heimar. Andamanarin tekur ímóti offurgávum, til dømis peningi og mati. Offurgávur verða latnar at blíðka andarnar. Umframt at vinna tokka og taka ímóti signing andanna, grøðir andamanarin fólk og hjálpir teimum í ymsum málum.

Í Suðurkorea, har umleið ein triðingur av fólkinum eru kristin, verða prestar og trúboðarar útbúnir til at boða evangeliið til teirra kommunistisku grannar fyri norðan. Tað eru 56 ár síðani at Koreakríggið endaði, og líka síðani tá hevur Norðurkorea forfylgt tey kristnu. Í Suðurkorea, har tey kristnu eru umleið 30 prosent av fólkinum verður vónað, at endin hjá kommunistastýrinum nærkast.

Tann katólska kirkjan í høvuðsstaðnum Seoul, byrjaði í 2009 at serútbúgva prestar, sum skulu arbeiða í Norðurkorea. Í tí fyrsta flokkinum eru fimm prestar, og ætlanin er at byrja við einum nýggjum flokki hvørt ár. Sambært Kristeligt Dagblad er tann katólski presturin, Matthew Hwang In-kuk, sum sjálvur flýddi úr Norðurkorea sum 14 ára gamal, ein av undangongumonnunum í hesi verkætlan. Sambært blaðnum dylir hann ikki fyri, at hann væntar, at londini bæði einaferð verða sameind aftur. Tað er tó einki áramál sett á hansara vónir, og ætlanin við útbúgving av prestum til Norðurkorea er ein 10 ára ætlan.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Spenningur

[rætta | rætta wikitekst]

Spenningurin uttan fyri koreansku hálvoynna økist í hvørjum. Suðurkorea er við í amerikanskum hernaðarvenjingum, har herskip eru savnað á havleiðunum uttan fyri hálvoynna. Norðurkorea skýrir luttøkuna "krígsavbjóðing". Avgjørdu boðini koma samstundis sum Norðurkorea eftir øllum at døma hevur sett í gongd aftur eitt kjarnoruverk, sum framleiðir plutonium – ein av pørtunum í eini kjarnorkubumbu. Koreanski trupulleikin kyknaði í 2009, tá Norðurkorea gjørdi eina kjarnorkuroyndarspronging undir jørð.

Í 2010 blivu fýra suðurkoreanar dripnir, tá norðurkoreanskir hermenn lótu skot av móti eini oyggj nærhendis markinum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið