Munurin millum rættingarnar hjá "Japan"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
AvocatoBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ki:Japan
s r2.7.2) (bottur strikar: lez:Йапон
Linja 199: Linja 199:
[[la:Iaponia]]
[[la:Iaponia]]
[[lb:Japan]]
[[lb:Japan]]
[[lez:Йапон]]
[[li:Japan]]
[[li:Japan]]
[[lij:Giappon]]
[[lij:Giappon]]

Endurskoðan frá 7. apr 2012 kl. 19:14

Nippon-koku
Japan
Flagg Japan
(Flagg Japan)
Skjaldarmerki Japan
(Skjaldarmerki Japan)
Tjóðarslagorð: Friður og framgongd
Tjóðsangur: Kimi Ga Yo
Alment mál Japanskt
Høvuðsstaður Tokyo 東京都
Keisar Akihito
Løgmaður Yoshihiko Noda
Fullveldi 11. februar
660 f.kr
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
377,873 km²
0,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
127 433 494
337/km²
Gjaldoyra Yen (JPY)
Tíðarøki UTC +9
Økisnavn á alnetinum .jp
Telefonkota +81

Japan er eitt oyggjaland, sum liggur eystan fyri meginlandið í Asiu. Verur á japanskum úttala Nihon ella Nippon 日本. Alment verður 日本国 skrivað. Súmbólini, ið vera nýtt í navninum Japan, merkja "sól" og "rót", og tí verur Japan ofta kallað "landið, har sólin rísur". Japan er nakað sum Finnland til støddar, men har búgva 127 mill. av fólki.

Høvuðsstaðurin, Tokyo (japanskt: 東京都), er at finna í størsti oynni, Honshū.

Landafrøði

Japan er eitt oyggjaland við 6.852 oyggjum, har fýra tær størstu eru Honshū, Hokkaidō, Kyūshū og Shikoku. Innan fyri oyggjarnar eru stór høv: Okhotskarhavið, Japanshavið og Eysturkinahavið. Meiri enn tríggir fjórðingar av landinum er bergligt fjallalendi. Japan liggur í einum jarðfrøðiligum virknum øki og tí er jarðskjálvti eitt vanligt fyribrigdi. Til dømis, so er størsta fjall í Japan 3.776 m høgt, Fujiyama, eitt sovandi gosfjall. Siðstu ferð tað goysti var í 1707. Harðir jarðskálvtar, tá hús rapa og brýr, vegir og jarnbreytir fara í sor, kunna eisini koma fyri og í 1995 var ein tílíkur harður jarðskjálvti í havnabýnum, Kobe; yvir 5.000 fólk lóu eftirá. Fujiyama er óføra vakurt fjall, og japanesarar meta tað sum teirra heilaga fjall. Túsundtals fólk hava í øldir á hvørjum ári gingið niðan á fjallið at fáa sær sálarstyrk. Nú hava menn lagt veg niðaná, so nú streyma ferðafólkini niðan at síggja niður í tað víða gosopið og at njóta ta frísku luftina og tað vakra útsýnið, sum har eru.

Japanska veðulagið er ymiskt. Í syðri oyggjunum er lýtt alt árið, men longur norður tú kemur, kaldari gerst tað. Nógvur kavi legst á fjøllini fyri norðan um veturin.

Politikkur

Sum eitt í høvuðsheitum konservativt land hevur Japan deyðadóm. Í september 2008 vórðu tríggir menn avrættaðir í Japan, og hetta merkir, at 13 fólk eru avrættað í Japan í 2008, og í minsta lagi 102 fangar eru í deyðskliva.

Í 2009 vann vistravendi flokkurin "Democratic Party Of Japan", stytt til DPJ, (japanskt: 民主党, Minshutō), valið í Japan og fekk tá stjórnarvaldið. Høgravendi flokkurin "Liberal Democratic Party", stytt til LDP, (japanskt: 自由民主党, Jiyū-Minshutō), misti stjórnarvaldið eftir at havt tað í 54 ár.

Búskapur

Japan er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Høvuðsstaðurin Tokyo hevur ein av teimum størstu virðisbrævamarknaðunum í heiminum.

Útflutningur

Japan er ikki nakrar stórur marknaður fyri føroyskan útflutning. Nakað verður útflutt av millum annað frystum laksi, men talan er um smærri nøgdir. Men talan er um ein stóran marknað í heims­høpi, og verður hann órógv­aður kann tað hava víð­fevndar avleiðingar, sum eisini kunnu raka før­oyskan fiskaútflutning. M.a. Noreg flytir stórar nøgd­ir av laksi til Japan, og sleppur tann vøran ikki fram, skal hon finna aðrar marknaðir.

Keisarin

Elsta trúnarvingakeisaraveldi er í Japan. Upprunaliga úr 6. øld. Flestu japanar virdu keisaran sum gud, og tí hevði hann stórt vald. Men eftir seinna heimsbardaga, tá Japan tapti og mátti gevi seg yvir, noyddist keisarin at siga alt politiskt vald frá sær.

Akihito keisari er 125. trúnarvingin í somu ætt.

Fólkið

Miðallivialdurin í Japan, har áleið 127 milliónir búgva, er ímillum teir hægstu í øllum heiminum. Kvinnurnar gerast í miðal 86 ár og menninir 79 ár. Seinastu seks árini er talið av japanarum, ið eru farnir um tey 100 árini, tvífaldað og eru teir nú tilsamans 36.000 í talið. ST væntar, at yvir ein millión japanarar verða yvir 100 ára gamlir í 2050.

Sumo-glíming er ógvuliga væl umtókt ítrótt í Japan.

Mentan

"Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa"

Frá fyrst í 17. øld til miðskeiðis í 19. øld hevði Japan lítið samband við umheimin. Tað gav japanarum høvi til at menna nýggjar listagreinir, sum lýstu gerandislív, vælferð, átrúnaðir (buddismu og shintoismu) og náttúrufatan teirra.

Í nýggju dukkusjónleikaralistini "bunraku" rørdu dukkurnar seg so nettliga og væl, at áskoðararnir næstan hildu, at tær vóru livandi. Ímillum aðrar nýggjar listagreinir var eisini "kabuki"-sjónleikur. Tað vóru sangleikir, leiktir í litføgrum búnum, sum viðgjørdu/umrøddu núlig evni í samfelagnum ella søguligar hendingar. Síðla í 17. øld fóru japanar at gera træskurðarprent og at mála málningar. Summi prent vóru endurgerðir av gomlum listaverkum, onnur vóru livandi myndir úr gerandislívi. Tey vórðu nevnd "ukiyo-ye". Nøkur ukiyo-ye-listafólk, sum til t.d. Katasushika Hokusai (1760 - 1849), eru vorðin heimsgitin.

Japanar vístu hugsan sína um náttúruna og vakurleika hennara á mangan hátt. Ein háttur var "bonsai"-listin, pottaplanting, har ávís træsløg vórðu gróðursett í pottar og røkt soleiðis, at tey líktust vanligum trøum. Sum fráleið fingu teir tey at vaksa bæði innandura og uttandura. Nú á døgum hava mong fólk um allan heim bonsai-trø.

Kenda prentið hjá Hokusai "Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa" úr røðini "Tríatiseks útsýni at Fujifjalli", er úr 1830-árunum. Tað setur máttloysi menniskjans upp ímóti náttúrunnar ófatiligu megi og vísir skip og manningar verða tveitt í kring í øgiligum sjógvi.

Tey, sum hoyra til shintontrúnna, ið er ein av størstu átrúnaðunum í Japan, halda Fujifjallið (Fujiyama) verða heilagt. Fleiri túsund pílagrímar fara tungu leiðina upp á fjallið hvørt ár at vitja shintoheilgidómin, sum er á hægst á fjallinum. Fujiyama verur mett at vera tjóðarmerki landsins og tí hava mangir japanar mynd ella málning av Fujiyama uppi á bróstinum í húsum sínum.

Japanar fara í kimino (merkir "klæði") høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimino er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikiminoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir.

Sí eisini

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA