India
| |||
Tjóðarslagorð: Satyameva Jayate | |||
Tjóðsangur: Jana Gana Mana | |||
Alment mál | Hindi, Enskt1 | ||
Høvuðsstaður | New Delhi | ||
Forseti | Ram Nath Kovind | ||
Forsætisráðharri | Narendra Modi | ||
Fullveldi | 1947 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
3.287.590 km² 0,095 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
1,236,344,631 329/km² | ||
Gjaldoyra | Rupee (INR) | ||
Tíðarøki | UTC +5:30 | ||
Økisnavn á alnetinum | .in | ||
Telefonkota | +91
| ||
1 og 21 onnur mál |
Lýðveldið India (hindi; भारत गणराज्य, enskt; Republic of India) er eitt stórt land í Eysturásia. India hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur India mark við Pakistan, í norðri við Nepal og Fólkalýðveldi Kina, og í eystri við Bangladesj, Butan og Burma. Tað er heimsins 7. størsta land og hevur 1,2 milliardir íbúgvar. [1] India er størsta fólkaræði í heiminum. Eini 450 milliónir fólk hava valrætt. Fleiri enn 200 mál verða talað, men høvuðssmálið er hindi, sum er móðurmál hjá um 40 % av fólkinum. Í India er hindulæran størsti átrúnaður.
Í 1620 gjørdi Danmark eina handilstøð í Trankebar í útsynningspartinum av India. Í 1845 seldu teir øki til Bretland.[2]
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Indisk Søga
India hevur eina langa søgu. Tað verður mett, at tað hava búð fólk í India fyri 2 mió. árum síðani. Í 822 f.Kr. reistist fólkið í Punjab í Útnyrðingsindia ímóti landshøvdinganum, sum Aleksandur Mikli hevði sett at stýra Punjab. Á odda fyri uppreistrinum stóð aðalsmaðurin Chandragupta Maurya, sum var fyrsti maður, ið royndi at grunda eitt stórveldi í India, tá ið hann limaði alt økið í Norður-India inn í tað, sum verður kallað Mauryaríkið. Hann skipaði eitt sterkt miðsavnað stýri og hevði vælløntan her, sum í 305 f.Kr. rak aftur eitt álop frá fyrrverandi herovastanum hjá Aleksanduri, Selevkosi. Í friðaravtaluni var markið sett at vera eftir fjallarøðini í Hindukush. Sonur hansara legði land undir seg sunnanfyri, og abbasonur Chandraguptas, Ashoka, tók lítla kongsríkið Kalinga um 265 f.Kr.Ashoka var so skakaður av teimum ræðuleikum og líðingum, hann hevði sæð í krígnum, at hann gjørdist buddistur og bant frið við grannalondini. Hann sendi trúboðarar til Sri Lanka og Burma at umvenda fólk til buddismuna.
Í 16. øld var India býtt í hinduríki og muslimsk ríki, sum javnan kríggjaðust sínaámillum. Babur (23. februar 1483 – 5. januar 1531), sum var turkiskur muslimur og ættaður frá Dengis Kan og Timur Lenk, fekk ræðið í kongsríkinum Kabul í Afganistan. Babur dámdi ikki í India. Hann skrivaði, at landið var plágað av hita, dusti og vindi. Hann gjørdi urtagarðar fyri at fríðka um, har hann búði. Hesir friðsælu garðar, har trø og blómur angaðu, og løkir tutlaðu, mintu hann um heimlandið Samarkand og muslimska paradísið. Hann var stórlátaður valdsharri og gjørdi innrás í India, sigraði á sultáninum í Delhi í 1526, og helmaði ikki í, fyrren hann kom eystur at bengalska markinum. Tað, sum Babur hevði lagt undir seg, varð kallað Mogulríkið, frábrigdi av orðinum mongol, sum segði frá, hvaðan hann var ættaður. Tá ið Babur doyði í 1530, megnaðu eftirmenn hansara ikki stýra sum hann. Sonur hansara Humayun (17. mars 1508 – 4. mars 1556) var ikki mentur at halda saman um ríkið. Ein afganskur høvdingi, Sher Kan Suri (1486 – 22. mai 1545), tók Agra og Delhi í 1540, og ikki fyrr enn í 1555 tók Humayun býirnar aftur. Sonur hansara Akbar Mikli (15. oktober 1542 – 17. oktober ella 27. oktober 1605) endurreisti Mogulríkið og vaks ríkið í allar ættir. Akbar vaks ríki sítt vestan úr Gujarat eystur til Bengal og suður eftir til norðara part í Deccan. Hann læt hinduar hava átrúnað sín í friði og náðum og vissaði sær soleiðis stuðul frá teimum og fekk eisini bøndurnar í part við sær, tí at hann lækkaði skattin. Akbar umskipaði landsins stýri, so at høgir embætismenn kundu hava bæði hernaðarligt og sivilt starv. Teir vóru væl løntir, men kundu ikki fáa sær fastan bústað.
Mogulherdeildirnar vóru gitnar fyri villskap og dirvi í bardaga. Tá ið Akbar skuldi venja sínar bestu hermenn, tók hann teir við sær at veiða. Menninir gjørdu ring uttan um veiðidýrini, og stórmogulurin og aðalsmenn hansara drupu tey.
Í 1857 gjørdu indiskir hermenn uppreistur, tí at mangir indarar hildu, at bretska yvirvaldið ætlaði at noyða kristindómin upp á teir. Tá ið vunnið varð á uppreistrinum, tók bretska stjórnin Eysturindiafelagið av og tók sjálv ræðið í India. Í 1876 var Viktoria drotning kosin keisarinna í India, og stjórnin útnevndi ein varakong sum umboðsmann hennara. Indarar fingu eingi týðandi størv í embætisverkinum og herinum. Í 1885 varð Tjóðartingið í India stovnað; aðalmálið var at noyða bretar at sleppa indarum framat í umsitingini og lógarvekinum. Tað varð spírin til sterka mótstøðu ímóti bretska yvirvaldinum. Nakrir indiskir muslimar styðjaðu Tjóðartingið, men óttin fyri, at hinduar skuldu fáa ov stórt vald, hevði við sær, at muslimarnir fóru burtur úr aftur.
Seinast í 19. øld sóu mangir indarar, helst limir í ovastu hindu-kastunum, enskt mál og evropeiska útbúgving sum einastu útvegir at koma sær fram í India. Teir bygdu sær skúlar og lærdar háskúlar. Tjóðartingið eggjaði hesum al-indiska úrvalsliði til.
Í øllum indiskum landslutum var høvuðsstøð, har bretskir embætismenn búðu saman við húskjum sínum. Tey komu ikki í samband við vanliga fólk - ið og livdu sum bretski yvirstætturin, høvdu mong tænastufólk, hildu gildi, gjørdu útferðir og spældu polo, sum bretar høvdu lært seg í mogultíðini.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Indisk Mentan
Filmur
[rætta | rætta wikitekst]India er tað land í heiminum, sum ger flestar filmar. Um 800 stórfilmar verða tiknir upp um árið, teir flestu í Mumbai, sum verður eyknevndur "Bollywood". Í indiskum filmum, ið eru fullir av spenningi og ógvisligum tilburðum frá byrjan til enda, er nógvur dansur, sangur, romantikkur og vøkur og rík fólk. Indarar eru ofta í biografi, og filmarnir vara javnan 4-5 tímar.
Matur
[rætta | rætta wikitekst]Mangir indarar eta bara grønmeti og frukt. Eftir trúgv teirra er skeivt at drepa dýr og eta tey. Flestir hinduar eta ikki neytakjøt, tí at fyri teimum er kúgv heilagt dýr, og muslimar eta ikki svínakjøt. Maturin er ymiskur um alt landið. Vanligur indiskur rættur eru nógvir kryddaðir grønmetisrættir, so sum dhal (flatbønir), dahi (jogurt), rís ella chappatis (flatbreyð) og poppadums. Indarar lata nógv krydd í matin, til dømis gurkemeiu, killipipar, koriander, kumman og kardamummur.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Indiskur Búskapur
Hóast fátækradømið er stórt nógvastaðni, er India av fremstu ídnaðarlondum í heiminum. Bæði í ídnaðinum og landbúnaðinum eru gjørd stór framstig seinastu 25 árini, og tað hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum. I India er búskaparmenning við tølum, sum annars bara Kina hevur borgað fyri. Í 2011 verður roknað við, at vøksturin í indisku bruttotjóðarúrtøkuni verður 9 pst. Tjúgu ár við samfeldum búskaparvøkstri sæst aftur í menningini - eisini hjá teimum fátæku. Men ikki allir partar av India njóta ágóðan av búskaparvøkstrinum. Menningin er ójøvn í ymsu landspørtunum. Og tað er ikki altíð í teimum landspørtunum við mesta búskaparvøkstrinum, at positiv úrslit síggjast aftur í heilsustøðuni.
Ein av størstu trupulleikum, sum India leingi hevur drigist við, er at útvega nóg mikið av mati til fólkið, ið alsamt fjølgast. Nú á døgum er India sjálvbjargið við mat, tí korn- og rísgrøðin er trífaldað, síðan landið gjørdist frælst í 1947. Framgongdin stendst lutvíst av "grønu kollveltingini" í 1960-árunum, tá ið stórar nýskipanir vórðu gjørdar í landbúnaðinum. Tá var m.a. farið at velta kornsløg og ríssløg, sum fruktaðu væl betur.
Stórur vøkstur hevur verið í ídnaðinum, síðan landið gjørdist frælst ríki. Verksmiðjurnar gera til dømis mat, bilar, flogfør, telduútbúnað og rúmdarrakettir. Evnafrøðiídnaðurin er stórur, og klæði og leðurvørur eru týdningarmikil útflutningur. Um helvtin av tí, sum verður gjørt í India, verður gjørt í smáum ættarfyritøkum, sum gera messingssmíð, leðurvørur, plátur og lutir úr viði. Sjálvt um landi í løtuni hevur ein av teimum skjótast vaksandi búskapinum í heiminum, eru tað umleið 400.000.000 sum liva í stórum fátækradømi, her er markið um ein forvinnur undir 7 kr. um dagin.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Átrúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Nógvir trúarbólkar eru í India og nógv tann størsti er hinduisma. Har trúgva tey uppá nógvar ymiskar gudar. Tey trúgva at tá tey doyggja, verða tey endurfødd í einum øðrum líki. Skikkar man sær illa kann ein vera føddur sum hundur ella annað djór. Hevur man liva sum bóndi og skikka sær væl og doyr, kann man vera føddur inn í eina ríka familju. Tað besta sum kann henda er, at tey ikki verða fødd aftur men fara í nirvana, eitt slag av himmal har einki er. Kasti skipanin er nú forboðin í India, men enn virkar hon, serliga í bygdunum. Kasti skipanin ger at fólkini eru bólkaði í 7 ymiskar kastir. Tann hægsta kastin er bramin. Prestar og týðandi leiðarar eru føddir inn í bramin kastina. Tað var ikki loyvt fólki frá einari kast, at blanda seg við eina aðra kast og slett ikki at giftast við einum frá einari aðrari kast. Tann lægsta kastin er tey kastu leysu. Tað eru um 160 mió. kastu leys. Um tvey frá hvør sínari kast giftust og fingu børn, gjørdist tey øll kastu leys. Um ein hevði uppført seg væl og doyði, bleiv viðkomandi føddur inn í eina hægru kast.
Mangir átrúnaðir, mong mál og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu átrúnaðunum í heiminum - hinduisma, buddisma og sikhisma - tóku seg upp her. India, eitt land, har flest fólk eru hinduistar, hevur fleiri muslimar enn øll hini londini í heiminum, uttan Indonesia og Pakistan. Flestir indarar eru hinduar, men eisini eru mangir aðrir átrúnaðir, til dømis sikhisma og jainisma. Sikhar trúgva á ein gud. Størsti halgidómur teirra er Gylta Templið í Amritsar í Punjab í Norðurindia. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Jainisma líkist hinduismu. Jainistarnir hava djúpa virðing fyri øllum livandi.
Mál
[rætta | rætta wikitekst]Tað verða tosað yvir 200 mál í India, harav 24 verða tosað av meiri enn 1 millión fólkum. Harafturat eru umleið 1500 ymsar dialektir. 17 ymisk almenn skriftmál verða nýtt (tey kunnu millum annað síggjast á pengaseðlunum við Mahatma Gandhi á). Almenna málið í India er indo-evropeiska málið hindi. Hindi er avleggari av tí nú deyða málinum sanskrit, sum ariarir høvdu við sær, tá teir gjørdu innrás í landið. Konkani er eitt indo-ariskt mál, ið indiski etniski bólkurin konkani-fólkið tosar. Konkani verður tosað í konkani-landspartinum, sum fevnir um eitt nú Goa. Málið verður bæði skrivað við devangari (devangari er eitt alfabet, ið verður nýtt til at skriva fleiri av indisku málunum) og tí latínska alfabetinum. Konkani hevur verið í vanda fyri at doyggja út. Tann ógvusliga vesturlendska ávirkanin í India hevur havt við sær, at enskt (og portugisiskt í Goa) eru vorðin nógv brúkt mál millum katolikkar, meðan hindu-nationalisman hevur gjørt, at marathi er blivið eitt nógv brúkt mál millum hinduar. Hetta rák bleiv steðgað í 1985 av eini sterkari konkani-rørslu í Goa, sum hevði stóra undirtøku frá báðum teimum átrúnaðarligu bólkunum.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Indiskur Politikkur
India verður kallað heimsins størsta fólkaræði, og er landið eitt sambandsríki, sett saman av federalum eindum. Federalu statirnir eru 28 í tali, umframt 6 sonevnd "Union Territories". Munurin millum statirnar er stórur, og hóast India vanliga verður sætt sum eitt miðsavnandi sambandsríki, so er munurin stórur á lógum og reglum í ymsu statunum. Til dømis eru summir statir munandi meira marknaðarbúskaparligir enn aðrir. Í nógvum økjum eru eisini ynskir um víðkað sjálvstýri ella fullveldi. Landið fekk ikki fullveldi, fyrr enn tilgongdin at taka av hjálandaveldini veruliga tók dik á seg aftaná Seinna veraldarbardaga. Í byrjanini av fullveldistíðini var India búskaparliga vinstrahalt, og enn eru fleiri kommunistiskir flokkar.
Sosialu trupuleikarnir í India eru enn stórir. Hóast arbeitt hevur verið við at upploysa kastuskipanina, hevur tað ikki heilt eydnast. Landið hevur 10. størsta búskapin í heiminum, og verður roknað sum ein av framtíðar sterku leikarunum á alheimspallinum. Landbúnaðurin hevur enn stóran týdning og fevnir um ein fjórðing av BTÚ. Ídnaðurin er latin upp fyri útlandinum, men ein stórur partur er tó enn almenn ogn. Búskaparvøksturin er stórur.
Í India er deyðadómur.
Javnrættindi
[rætta | rætta wikitekst]Kynslig samvera millum samkynd er aftur ólóglig í India í 2013. Hetta er støðan, nú Hægstirættur í India hevur kolldømt ein úrskurð hjá einum lægri rætti, sum fyri fýra árum síðani segði, at kynslig samvera millum samkynd var ikki eitt brotsverk. [3] Lógargrein 377, sum hon er nevnd, hevur verið partur av indiskari lóggávu, síðani hjálandatíðinatíðina. Lógargreinin bannar fólki at hava "kynsliga samveru ímóti náttúrunnar fyriskipan." Í úrskurðinum sigur Hægstirættur, at gamla lógargreinin hevur rættargildi, og at tað er lóggávutingið, ið má gera av, um hon skal varðveitast ella ikki. Amnesty International sigur, at úrskurðurin er stórt bakkast fyri indiska samfelagið, og at landið við hesum er sett mong ár aftur í tíðina, tá talan er um at verja grundleggjandi borgararættindi [4].
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Indisk Landafrøði
India er um 3.287. 263 km2 til støddar. Til samanbering er Føroyar 1.400 km2. Longdin millum suður og norð er 3.214 km og millum eystur og vestur 2.933 km. Stóra, fjølbroytta landið India er sjeynda landið í heiminum í stødd, og har býr mest fólk næst eftir Fólkalýðveldinum Kina. India er skipa í 28 statum og har búgva 1,236,344,631 fólk í 2014.
Landslutir:
Tryggleiki
[rætta | rætta wikitekst]Yvirgangur
[rætta | rætta wikitekst]Tað er stórur vandi fyri yvirgangsálopi í India. Vandin er størstur í norðaru serstatunum Jamma og Kashmir, men eisini aðra staðnis í India er vandi fyri yvirgangsálopi. Mumbai bleiv tann 26. november og náttina til 27. november 2008 rakt av eini seriu av samskipaðum yvirgangsálopum rættað móti m.a eini sera upptiknari jarnbreytarstøð (Chatrapati Shivaji), einari vælumtóktari matstovu (Café Leopold), einum fyritøkuraðhúsi (Nariman House), tveimum sjúkrahúsum (Cama og Albless) og tveimum internationalum hotellum (Taj Palace Hotel og The Oberoi Trident Hotel). [5] Umframt hetta kom eisini tilvildarlig skjóting frá yvirgangsfólkunum í smáum bólkum frá minnisverkinum Gateway of India til hesi mál. Yvirgangsfólkini tóku gíslar fleiri staðni, og ikki fyrr enn sunnudagin 30. november 2008 kundi tann indiski myndugleikin vátta, at gíslastøðan var endað. 165 deyð og 304 særd, íroknað útlendingar. Tann 25. juli 2008 bleiv tann suðurindiski býurin Bangalore raktur av eini seriu upp á átta bumbur. Bumburnar, ið vóru plaseraðar ymsa staðni í býnum, drupu tvey og særdu fleiri, tó ongan útlending.
Kriminalitetur
[rætta | rætta wikitekst]Í norðara parti av India eru álop, fólkarán og morð á útlendingar, ið fjakka. Tað verður tí frárátt at fjakka einsamallur ella í smáum bólkum. Ferðafólk mugu verða ansin viðvíkjandi narkotika, tí í India er hørð revsing fyri allar narkotika brotsgerðir. Til dømis kunnu fá gram av marijuana geva fleiri ára fongsulsrevsing.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/in.html. Heintað 2014-10-18.
- ↑ http://www.denstoredanske.dk/Danmarks_geografi_og_historie/Danmarks_historie/Dansk_kolonihistorie/Tranquebar
- ↑ http://www.dagbladet.no/2013/12/11/nyheter/sex/minoriteter/utenriks/samfunn/30780675/
- ↑ http://www.cnn.com/2013/12/11/world/asia/india-same-sex-relationship/
- ↑ http://www.nytimes.com/2008/11/30/world/asia/30mumbai.html?partner=permalink&exprod=permalink&_r=0
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]