Mumbai

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Mumbai
मुंबई
Bombay
Metropolis
Ovast við urinum: Cuffe Parade skyline, Taj Mahal Palace Hotel, Chhatrapati Shivaji Terminus, Bandra–Worli Sea Link, og Gateway of India.
Kelinavn: City of Seven Islands, City of Dreams,[1] Gateway to India, Hollywood of India
Mumbai liggur í Maharashtra
Mumbai
Mumbai
Staðseting av Mumbai í Maharashtra, India
Coordinates: 18°58′30″N 72°49′33″E / 18.97500°N 72.82583°E / 18.97500; 72.82583Coordinates: 18°58′30″N 72°49′33″E / 18.97500°N 72.82583°E / 18.97500; 72.82583
Land  India
Stakríki Maharashtra
Distrikt Mumbai City
Mumbai Suburban
Fyrrverandi navn Bombay
Almennmál Marathi[2][3]
Lokalt mál Marathi[4]
Fysta búseting 1507
Uppkallað eftir Mumbadevi
Stjórn
 • Slag Borgarstjóra-Býráð
 • Eind MCGM
 • Borgarstjóri Snehal Ambekar[5] (Shiv Sena)
 • Kommunustjóri Ajoy Mehta[6]
Øki[7]
 • Metropolis 603 km2 (Bad rounding here230 sq mi)
 • Stórbýarøki 4,355[7][8] km2 (1,681.5 sq mi)
Hædd 14 m (46 ft)
Fólkatal (2011)[9]
 • Metropolis 12,478,447
 • Støða 1.
 • Tættleiki 21,000/km2 (54,000/sq mi)
 • Stórbýur[10][11] 18,414,288
20,748,395(Extended UA)
 • Stórbýur, støða 1
Íbúgvanavn Mumbaikar
Tíðasona IST (UTC+5:30)
ZIP-kotur 400 001 to 400 107
Økiskota +91-22
Akfar skráseting MH-01 (Mið), MH-02 (Vestur), MH-03 (Eystur), MH-47 (Norður)
Heimasíða www.mcgm.gov.in
Mumbai.

Mumbai (/mʊmˈb/; eisini kendur sum Bombay, ið var almenna navnið til 1995 er høvuðsstaður í indiska stakríkinum Maharashtra í Vesturindia. Í Mumbai býi búgva fleiri enn 12,5 mió. fólk, ið ger býin til størsta bý í India eftir fólkatalinum. Í stórbýarøkinum Mumbai búgva 18,5 milliónir, og um øll regiónin verður tald við, so kemur fólkatalið upp um 20 milliónir, ið ger Mumbai regiónina til ein av heimsins størstu stórbýum eftir fólkatalinum. Mumbai er ein týdningarmikil havnabýur. Býurin er á einari oyggj, upprunaliga tó á sjey oyggjum, ið nú eru bygdar saman. Mumbai liggur eystantil í India og hevur góða náttúruhavn. Býurin er eisini ríkasti býur í India. Uttan um býin eru stórar bummullarlundir, og í Mumbai eru fleiri spuna- og klædnavirki. Helmingurin av øllum fólkinum í Mumbai arbeiðir í klædnaídnaðinum.

Jarðfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Frá byrjan lá Mumbai á sjey oyggjum, ið vóru bundnar saman við einum av teimum fyrstu stóru verkfrøðingaverkætlanunum, ið guvernøruin William Hornby skipaði fyri frá 1782til 1784. Í 1838 vóru allar oyggjarnar knýttar saman.

Veðurlag[rætta | rætta wikitekst]

Mumbai hevur tropiskt veðurlag. Ársmeðalhitin er knapt 27 °C. Lægsti skrásetti hitin í býnum er 7,4 °C frá 22. januar 1962. Hægst máldi hitin er 42 °C. Monsunregnið, ið er í tíðarskeiðnum juni - september, gevur ríkiligt av avfalli.

Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
 Hægsti miðalhiti 29 30 31 32 32 31 29 28 30 32 32 30
 Lægsti miðalhiti 18 19 22 25 27 27 26 25 25 24 22 20
 Avfall 0 0 0 0 12 529 607 455 332 82 5 0

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Mumbai er ein av týdningarmiklastu býum í India um hugt verður at búskapinum - 16 % av øllum inntøkuskatti og 35 % av øllum ognarskatti, ið verður goldin í India, verður goldin í Mumbai.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Tann fyrsta búsetingin í økinum, har ið Mumbai er í dag, fór fram umleið ár 600 f.Kr.. Økið hevði upprunaliga sjey oyggjar. Hesar hoyrdu til Maurya-ríkið í 3. øld f.Kr.. Tær sjey oyggjarnar vóru Bombay-oyggin, Parel, Mazagaon, Mahim, Colaba, Worli, og Old Woman's Island (eisini kend sum Lítla Colaba).[12]

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Krikket er tann best umtóktað ítróttargreinin í Mumbai. Fótbóltur er eisini væl dámt, og nógv fylgja við í ensku Premier League og FIFA World Cup.[13] Mumbai City FC umboðar býin í Indisku Super League. Tvey lið umboða býin í I-League, tey eru Mumbai FC[14] og Air-India.

Rugby verður spælt á Bombay Gymkhana frá juni til november.[15]

Hvørt ár í februar er Mumbai vertur fyri hestaríðikapping, ið verður hildið á Mahalaxmi Racecourse. Ein onnur ríðikapping fer eisini fram í býnum í februar, tað er Mcdowell's Derby, ið verður hildin hjá Turf Club í Mumbai.[16]

Kendir íbúgvar[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "The Seven Islands". The Mumbai Pages. 16 July 1995. http://theory.tifr.res.in/bombay/physical/geo/7islands.html. Heintað 27 October 2012. 
  2. National Commissioner Linguistic Minorities 50th report, page 131. Government of India. Retrieved 15 July 2015.
  3. "Evolution of the Corporation, Historical Milestones". Mumbai: Municipal Corporation of Greater Mumbai. http://www.mcgm.gov.in/irj/portal/anonymous/qlhismilestone?guest_user=english. Heintað Jul 15, 2015. 
  4. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named nirc.nanzan-u.ac.jp
  5. "Sena’s Snehal Ambekar is first Dalit woman Mayor of city". The Indian Express (Mumbai). 10 September 2014. http://indianexpress.com/article/cities/mumbai/senas-snehal-ambekar-is-first-dalit-woman-mayor-of-city/. Heintað Jun 22, 2015. 
  6. "Ajoy Mehta replaces Sitaram Kunte as new BMC Commissioner". Daily News and Analysis (Mumbai). 27 April 2015. http://www.dnaindia.com/mumbai/report-ajoy-mehta-replaces-sitaram-kunte-as-new-bmc-commissioner-2080986. Heintað May 20, 2015. 
  7. 7.0 7.1 "Mumbai metropolitan area" (in it). Projectsecoa.eu. http://www.projectsecoa.eu/index.php?option=com_content&view=article&id=117&Itemid=73. Heintað 14 March 2013. 
  8. Peri-urban water and sanitation services policy, planning and method 2010, p. 286.
  9. "Cities having population 1 lakh and above". censusindia. The Registrar General & Census Commissioner, India. http://www.censusindia.gov.in/2011-prov-results/paper2/data_files/India2/Table_2_PR_Cities_1Lakh_and_Above.pdf. Heintað 17 October 2011. 
  10. "Census India Agglomerations". http://censusindia.gov.in/2011-prov-results/paper2/data_files/India2/Table_3_PR_UA_Citiees_1Lakh_and_Above.pdf. Heintað 30 January 2014. 
  11. "INDIA STATS : Million plus cities in India as per Census 2011". National Informatics Centre. http://pibmumbai.gov.in/scripts/detail.asp?releaseId=E2011IS3. Heintað 20 August 2015. 
  12. Farooqui 2006, p. 1
  13. Bubna, Shriya (7 July 2006). "Forget cricket, soccer's new media favourite". Rediff News. http://www.rediff.com/money/2006/jul/07fifa.htm. Heintað 9 June 2009. 
  14. "Mumbai Football Club launched". Rediff News. 28 June 2007. http://www.rediff.com/sports/2007/jun/28foot.htm. Heintað 9 June 2009. 
  15. "Mumbai to host Asian men’s rugby". Daily News and Analysis. 10 October 2012. http://www.dnaindia.com/sport/report-mumbai-to-host-asian-men-s-rugby-1751235. Heintað Sep 29, 2015. 
  16. Pal, Abir (17 January 2007). "Mallya, Diageo fight for McDowell Derby". The Times of India. http://timesofindia.indiatimes.com/business/india-business/mallya-diageo-fight-for-mcdowell-derby/articleshow/1233374.cms. Heintað 8 June 2009. 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið