Freddie Mercury

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Freddie Mercury
Freddie Mercury performing in New Haven, CT, November 1977.jpg
Freddy Mercury á konsert við Queen í 1977
Fødd(ur) Farrokh Bulsara
(1946-09-05)5. september 1946
Stone Town, Zanzibar (nú Tansania)
Andaðist 24. november 1991(1991-11-24) (aldur 45)
Kensington, London, England
Deyðsorsøk
Lugnabruni (fylgjur av AIDS)
Hvíldarstaður
Brendur (kremateraður)á Kensal Green kirkjugarði, Vesturlondon
Tjóðskapur Bretskur
Onnur nøvn Freddie Bulsara
Útbúgving St. Peter's Boys School
Alma mater West Thames Háskúli
Ealing Listaháskúli
Starv
  • Singer-songwriter
  • producer
Virkin ár 1969–1991
Átrúnaður Soroastrianisma
Partnari(ar) Mary Austin (1970–76)
Jim Hutton (1985–91)
Tónleikayrkisleið
Sjangrur Rokk tónleikur
Ljóðføri
  • Sangur
  • Klaver
  • Ljómborð
  • Gittari
Plátufeløg
  • Columbia Records
  • Polydor Records
  • EMI Records
  • Parlophone
  • Hollywood Records
Luttøka við øðrum
Undirskrift Freddie Mercury's signature

Freddie Mercury, føddur Farrokh Bulsara (5. september 1946 - 24. november 1991), var ein bretskur sangari, tónaskáld, og tónleikaframleiðari. Hann er mest kendur sum forsangari og tónaskáld í rokkbólkinum Queen. Sum upptraðkari var hann kendur fyri sín brúsandi leiklut á palli, og kraftigu rødd sína, sum spann yvir 4 oktavir.[1] Sum tónaskáld skrivaði hann fleiri heimskend løg, harímillum kunna nevnast "Bohemian Rhapsody", "Killer Queen", "Somebody to Love", "Don't Stop Me Now", "Radio Ga Ga", "Crazy Little Thing Called Love", og "We Are the Champions". Freddy royndi eisini eydnuna sum solosangari í eitt skeið, og var hjálparframleiðari og gestatónleikari hjá øðrum tónleikarum.

Freddy Mercury var føddur á Sansibar, og vaks upp har og í India til hann var mitt í tannárunum. Hann doyði av lungnabruna, sum fylgja av AIDS, í september 1991, bert ein dag eftir at hann alment hevði boðað frá at hann hevði sjúkdómin. Í 1992, eftir deyða sín, fekk hann eina BRIT-virðisløn fyri framúrskarandi íkast sítt til bretskan tónleik, og konsert var hildin honum til heisður á Wembley, fótbóltsvøllinum í London. Sum limur í Queen, varð hann innlimaður í Rock and Roll Hall of Fame í 2001, í Songwriters Hall of Fame í 2003, UKMusic Hall of Fame í 2004, og fekk saman við bólkinum eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame í 2002. Í 2002 gjørdist Freddy eisini nummar 58 í atkvøðugreiðsluni BBC's 100 Greates Britons.

Hann hevur eisini fleiri ferðir verið valdur av almenninginum, sum ein av heimsins bestu sangarum í søguni.[2][3][4]

Freddie Mercury pláturnar[rætta | rætta wikitekst]

  • Mr. Bad Guy (1985)
  • Barcelona (1988) (saman við Montserrat Caballé)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://web.archive.org/web/20080220071922/http://www.rollingstone.com/artists/queen/albums/album/111006/review/5944771/queen_ii
  2. http://news.bbc.co.uk/2/hi/entertainment/2208532.stm
  3. http://web.archive.org/web/20070813071646/http://news.bbc.co.uk/1/entertainment/music/1281522.stm
  4. http://www.rollingstone.com/music/lists/100-greatest-singers-of-all-time-19691231
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið