Amnesty International

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Logo.

Amnesty International er ein heimsumfatandi mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948, og aðrar altjóða góðkendar samtyktir um mannarættindi. Alt byrjaði í 1961enski sakførarin, Peter Benenson, las eina grein um tveir portugisar. Hesir høvdu skálað fyri frælsi, og tað kostaði teimum tvey ár í fangaskapi. Hetta fekk bikari hjá Peter Benenson at flóta yvir. Benenson skrivaði tí greinina "The forgotten prisoners" í The Observer. Greinin snúði seg um, hvussu ósek fólk verða fongslað, pínd og avrættað vegna sannføring teirra.

Peter Benenson heitti á lesararnar um at luttaka í einum átaki "Appeal for Amnesty 1961". Endamáli var at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á mannarættindi. Undirtøkan gjørdist so góð, at hetta var byrjanin til altjóða felagsskapin Amnesty International. Endamálið hjá Amnesty International er lýst í viðtøkunum, sum vóru endurskoðaðar á ICM, altjóða aðalfundinum, í Dakar í august 2001. Irene Khan úr Bangladesj er aðalskrivari felagsins. Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty finst nógv tilfar um mannarættindastøðuna kring heimin.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið