Wikipedia:Mánaðargrein 2021

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Mánaðargreinir nýttar í 2021.


Mánaðargrein fyri januar


Stonehenge

Stonehenge er eitt yngru steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska greivadøminum Wiltshire, um leið 13 kilometrar í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum. Fornfrøðingar halda steinarnar verða millum 2500 f.Kr. og 2000 f.Kr. tó, at umverandi rundu vøllgarðarnir og grøvin, sum eru eldsti parturin av fornminninum, eru tíðarfest til umleið 3100 f.Kr..

Hildið verður, at orðið Stonehenge koma frá angulsaksisku orðunum "stān", ið merkir "steinur", og annaðhvørt "hencg", ið merkir "hongsul" ella "hen(c)en", ið merkir gálgi ella píningartól. Miðaldargálgar vóru uppbygdir av tveimum lodrøttum pettum við einum petti omaná tey bæði, sum minnir um nakrar uppsetingar í Stonehenge, heldur enn at líkjast einum umvendum L-skapi, sum vit kenna betur í dag.

Gamlar tulkingar

Nógvir søgufrøðingar eru ávirkaðir av sagnum í sínum frágreiðingum. Sambært summum sagnum læt gandakallurin Merlin ein risa byggja verkið fyri seg ella flutti tað við gandi frá Mount Killaraus í Írlandi, meðan aðrar siga Djevulin standa aftanfyri. Henry of Huntingdon var fyrstur at skriva um verkið umleið 1130, skjótt fylgdur av Geoffrey of Monmouth, sum var fyrstur at skriva hugfloygd sambond við Kong Arthur, sum gjørdi verkið til ein part av einum víðari evropeiskum romantikki.

Tær fyrstu akademisku royndirnar at kanna og skilja fornminnið vórðu gjørdar umleið 1740 av William Stukeley. Sum hann var vanur, gjørdi hann tann feilin, at geva druidum heiðurin. Tó kom hann við teimum fyrstu tekningunum av staðnum, sum gjørdu fleiri lýsingar gjørligar av skapinum og týdninginum. Frá sínum arbeiði megnaði hann, at vísa á ein stjørnufrøðiligan ella tíðarteljingarligan leiklut av setanini av steinunum.

Les meir um StonehengeSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Anton Tjekhov

Anton Pavlovitsj Tjekhov (russ. Антон Павлович Чехов) (føddur 17. januar 1860 í Taganrog, nærindis Rostov í Suðurrusslandi, deyður 2. juli 1904 í Badenweiler í Týsklandi) var ein russiskur rithøvundur, dramatikari og lækni. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu stuttsøguhøvundum. Hansara lívsleið sum dramatikari førdi til fýra klassikarar og hansara best umtóktu stuttsøgur eru høgt í metum av rithøvundum og ummælarum. Hann starvaðist sum lækni størstapartin av yrkisleið síni. Hann tók soleiðis til í einum brævi til Aleksej Suvorin í 1888: heilivágurin er kona mín, meðan bókmentirnar eru mín hjákona.

Les meir um Anton TjekhovSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Sjálvstýrisflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin varð formliga stovnaður í 1909, men fekk umboð á tingi í 1906. Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906. Sjálvstýrisflokkurin er sjálvstýrisflokkur; tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri frá Danmark. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni. Sjálvstýrisflokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi. Jóannes Patursson, sum gjørdist fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins, sat í Fólkatinginum frá 1. juni 1901 til 22. juni 1906 og í Landstinginum frá 13. mai 1918 til 3. februar 1920.

Les meir um SjálvstýrisflokkinSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


Páskaoy

Páskaoy er ein kyrrahavsoyggj. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Standmyndirnar kallast Moai. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan.

Niðurlendski sjófarin Jacob Roggeveen gjørdi eina rannsóknarferð til Kyrrahavið árini 1721 og 1722. Hann fann eina ókenda oyggj tann 5. apríl 1722, sum var páskadagurin hetta árið. Av tí kallaði hann oynna "Paasschen eiland", sum merkir Páskaoy á niðurlendskum.

Les meir um PáskaoySavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


Butan

Butan (ella Bhutan) er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Thimphu er høvuðsstaður í Butan.

Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.

Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.

Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".

Les meir um ButanSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


Fuglafjørður

Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni.

Fuglafjørður liggur við fjørðin av sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í haganum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini.

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og í 1985 komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum. Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini. Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk.

Les meir um FuglafjørðurSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


Smyril (fuglur)

Smyril (frøðiheiti - Falco columbarius subaesalon) er av minstu falkum og tann minsti í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum.

Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni.

Smyrilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbæra væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smyrilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smyrilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smyrilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smyrilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin.

Les meir um Smyril (fuglur)Savn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


Andrew Johnson

Andrew Johnson (f. 29. desember 1808 í Raleigh, Norðurcarolina – d. 31. juli 1875 í Elizabethton, Tennessee) var 17. forseti í USA frá 1865 til 1869.

Hann stillaði upp sum varaforseti saman við Abraham Lincoln til forsetavalið í 1864. Lincoln, ið verður mettur sum stovnarin av Republikanska Flokkinum, valdi til forsetavalið í 1864 at biðja ein demokrat stilla upp saman við sær. Lincoln og Andrew Johnson vunnu forsetavalið, og byrjaði næsta forsetavalskeið hjá Abraham Lincoln tann 4. mars 1865. Men Lincoln fekk einans 42 dagar í forsetasessinum í øðrum valskeiði, tí hann bleiv myrdur longu tann 15. apríl hetta árið. Og hetta merkti samstundis, at demokraturin Andrew Johnson bleiv forseti restina av valskeiðinum.

Andrew Johnson bleiv við ríkisrættarmáli ákærdur fyri at bróta serligu lógina um uppsøgn av embætismonnum. Lógin skuldi tryggja, at Johnson ikki koyrdi sínar ráðharrar úr starvi, uttan at Senatið hevði góðkent uppsagnirnar fyrst. Lógin bleiv sett í gildi í 1867, og var hon beinleiðis gjørd fyri at verja tásitandi krígsmálaráðharran í USA, Edwin Stanton. Krígsmálaráðharrin var republikanari og var upprunaliga tilnevndur av Lincoln, sum eisini var republikanari. Men nú demokraturin Andrew Johnson hevði tikið yvir forsetaembætið eftir deyða Lincolns, metti Kongressin - sum hevði stóran republikanskan meiriluta - at serliga verja ráðharrarnar í stjórnini, sum Andrew Johnson hevði arvað frá Lincoln.

Les meir um Andrew JohnsonSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


Livar Nysted

Livar Nysted (føddur 1970) úr Hvannasundi er føroyskur havrógvari, sum gjørdist kendur í Føroyum og kring heimin, tá hann saman við Leven Brown, skipara, Don Lennox og Ray Carroll setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um Norðuratlantshavið við bátinum Artemis Investments úr New York í USA til St. Mary í Scilly Oyggjunum, tað gjørdu teir á sumri 2010.

Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um Indiska havið, teir skuldu rógva úr Perth í Avstralia til Afrika við bátinum Sara G. Teinurin ið rógvast skal er 7000 km. Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum.

Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suðuratlantshavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir løgdu frá landi hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán, Gran Kanaria, og hildu leiðina allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð var tað Leven Brown, sum varð skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir róu við. Báturin eitur Avalon. Livar og teir høvdu ymiskir óvantaðir trupulleikar á ferðini, nakrir skaðar hendur við bátinum, eitt nú brotnaði kjølurin tvær ferðir, teir høvdu ein eyka við og aðru ferðina fingu teir umvælt skaðan. Ein annar trupulleiki var, at teir høvdu mótvind allan vegin og at streymurin eisini var ímóti. Teir megnaðu tí ikki at seta heimsmet, men teir vóru álíkavæl sera nøgdir við túrin, tí teir kláraðu at gjøgnumføra túrin hóast trupulleikar av ymiskum slag.

Les meir um Livar NystedSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


Hattarvík

Hattarvík er ein bygd í Fugloy. Hon er tann eystasta bygdin í Føroyum. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: Kirkja og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri Seinna heimskríggj og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk har. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í 1830-árunum, varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin.

Les meir um HattarvíkSavn


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2021
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2021
vís - kjak - søga - rætta