Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2021

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hans Jacobsen
Hans Jacobsen

Hans Jacobsen (føddur 29. november 1938, andaðist 17. desember 2011), eisini kendur sum Hans á Bakka, var íverksetari og stovnari av fyritøkuni Bakkafrost. Hans var føddur og uppvaksin á Bakka á Glyvrum, har hann seinni eisini byrjaði virksemið við Bakkafrost, saman við beiggjanum Róland Jacobsen. Hans var giftur við Oddvør Jacobsen.

Barnaár

Hans var borin í heim tann 29. november í 1938, á Glyvrum. Foreldrini, Johan Hendrik Jacobsen & Jútta Sofía Jacobsen vóru ikki av ríkum slagi, men tað forðaði ikki brøðrunum í at hugsa stórt.

Barnaárini hjá Hansi vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið kundi sostatt keypast.

Í 1945 tá Hans var 7 ára gamal, byrjaði hann í skúlanum á Glyvrum, har Bjarnadal og konan vóru lærarafólk. Skúlin tey nýttu var tann lítli skúlin, sum stendur sunnanfyri Forna, “Gamli skúli” sum hann eisini eitur. Har var bara ein lítil stova, og einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst.

Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum á Bakka áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt.