Jump to content

Varmakelda (kelda)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Varmakelda er ein kelda, sum liggur undir Leirvíksfjalli (Ritafjall), við sjóvarmálan á Fuglafirði, fjørðinum.

Varmakelda er heit kelda, og er áleið 18 hitastig árið runt. Hon er fyrsta heita keldan, sum er funnin í Føroyum, og hevur verið vælkend í øldir. Hetta kann skjalførast við at fólk í útvið 4 øldir hava skrivað um Varmakeldu[1].

Søgnin sigur, at Varmakelda hevur lekjandi megi, og at megin er sterkast náttina millum 3. og 4. juli. Tí hevur siður verið at farið út á Varmakeldu hesa náttina, fyri at drekka av kelduni, og at bera vatn við heim, í so fall at onkur hevur verið sjúkur[1].

Hildið verður, at Varmakelda hevur verið offurstað í víkingatíð, eins og vanligt var á støðum, sum søgdust at hava lekjandi kreftir[2].

Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
  1. 1.0 1.1 "Sagnir". fuglafjordur.com. https://www.fuglafjordur.com/fuglafjordur/soga/. Heintað 24-09-2020. 
  2. Í Ólavstovu, Vár (2017). "Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara". Frøði. http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf. Heintað 24-09-2020. [deyð leinkja]