Títlingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Títlingur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Motacillidae
Slekt: Anthus
Slag: A. pratensis
Anthus pratensis
Cuculus canorus canorus + Anthus pratensis

Títlingur ella summargrátítlingur (frøðiheiti - Anthus pratensis) er í Norðurafrika og Suðurevropa um veturin. Higar kemur hann summi várini longu í mars, summi í apríl; og í mai koma stundum heilir flokkar í bøin. Skjótt fara teir so út í hagan at leita sær eftir bústað. Tvørtur ímóti fjørugrátítlinginum dámar hesum best á linum haga, har sum bleytar fløtur ella mýrar eru um vegir. Reiðrið leggja teir helst undir ein bakka, so tað ikki sæst og ikki rignir niður í tað. Har verpur hann 5-7 egg, brún við dimmum prikkum; bæði egg og ungar eru nógv smærri enn hjá fjørugrátítlinginum. Bøgan vermir; fer hon av, so vermir steggin, til hon er aftur. Annars syngur hann dúgliga uppiyvir, til ungarnir eru útkomnir. Eftir tað hoyrist hann minni, strevast við at veiða ungunum mat. Songur hansara er so líkur tí hjá fjørugrátítlinginum, at einans køn oyrur kenna teir at. Ungarnir elta tey gomlu, eftir at teir eru floygdir, og fáa mat frá teimum. Tíðliga á heysti rýma teir. Landanna millum flúgva teir ofta nógvir saman.

Stundum gongst teimum illa. Eitt heystið stutt síðani, tá ið føroysku skipini komu heim undan Íslandi, fingu tey landanna millum áhaldandi ódnarstorm ímóti. Ein ófør mongd av summargrátítlingum settu seg á eitt av teimum. Teir vóru útlúgvaðir og so tyrstir, at teir drukku sjógv av dekkinum. Íløt við vatni vóru sett fyri teir, men teir ræddust tey. Tá ið skipið nærkaðist Mykinesi, sleptu teir raskastu sær á land, men hópur var eftir, tá ið teir komu fyri akker á Sørvági. Flestu av teimum flugu burt um náttina, men nógvir lógu eftir deyðir.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið