Jump to content

Kirkjur í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tað eru umleið 70 kirkjur tilsamans, og 65 av teimum eru framvegis í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru t.d. ikki longri í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Tað er ymiskt, hvussu nógvar kirkjur eru í hvørjum prestagjaldi. Norðstreymoyar prestagjald hevur ikki færri enn 8 kirkjur, tí næst kemur Sandoyar prestagjald við 6 kirkjum, síðani koma Norðoya eystara og Norðoya vestara, Vága og Suðuroyar sunnara prestagjald við 5 kirkjum hvørt, síðani koma Sjóvar, Eiðis, Suðurstreymoyar vestara og Suðuroyar norðara prestagjald við 4 kirkjum hvørt. Í Fuglafjarðar og Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru 3 kirkjur í hvørjum, og í Nes og Glyvra prestagjaldi eru 2 kirkjur í hvørjum. Í fleir prestagjøldum eru eisini bønhús, har presturin ella prestarnir av og á halda gudstænastu.

Ólavskirkjan í Kirkjubø er nógv elsta kirkja í Føroyum. Gamalt er sagt í Kirkjubø, at árstal hennara eru fýra eitttøl, og er hetta rætt, er elsti parturin av kirkjuni bygdur longu í 1111. Næstelsta kirkjan í Føroyum er Dómkirkjan, sum varð vígd 3. sunnudag í advent í 1788.

Navn Fólkatal
(bygd)
Kommuna Oyggj Hvussu gomul
er bygdin[1]
Mynd
Argja kirkja 1.907 Tórshavnar kommuna Streymoy 1630
Árnafjarðar kirkja 53 Klaksvíkar kommuna Borðoy 1200
Bíggjar kirkja 71 Sørvágs kommuna Vágar 1200
Dals kirkja 49 Húsavíkar kommuna Sandoy 1404
Eiðis kirkja 650 Eiðis kommuna Eysturoy 1350
Elduvíkar kirkja 30 Elduvík Eysturoy 1350–1400
Fámjins kirkja 113 Fámjin Suðuroy 1350–1400
Fuglafjarðar kirkja 1.558 Fuglafjarðar kommuna Eysturoy 1200
Funningsfjørður 64 Elduvík Eysturoy 1200
Funnings kirkja 75 Funningur Eysturoy 1584
Gjáar kirkja 49 Gjógv Eysturoy 1584
Glyvra kirkja 407 Runavík Eysturoy 1584
Nye Gøta kirkja 51 Gøtu Kommuna Eysturoy 1584
Haldarsvíkar kirkja 157 Haldarsvík Streymoy 1584
Hestskirkja 34 Hestur Hestur 1584
Hósvíkar kirkja 309 Hósvík Streymoy 1584
Hovs kirkja 125 Hov Suðuroy 1000
Húsa kirkja 52 Húsar Kalsoy 1350–1400
Húsavíkar kirkja 77 Húsavík Sandoy 1350–1400
Hvalbiar kirkja 653 Hvalba Suðuroy 1200
Hvalvíkar kirkja 215 Hvalvík Streymoy 1350–1400
Hvannasunds kirkja 270 Hvannasund Viðoy 1584
Kaldbaks kirkja 219 Tórshavnar kommuna Streymoy 1584
Kirkju kirkja 28 Fugloy Fugloy 1350–1400
Múrurin 75 Tórshavnar kommuna Streymoy 1200
Ólavskirkjan 75 Tórshavnar kommuna Streymoy 1200
Christianskirkjan 4.666 Klaksvíkar kommuna Borðoy 1584
Kollafjarðar kirkja 817 Tórshavnar kommuna Streymoy 1350–1400
Kunoyar kirkja 80 Kunoy Kunoy 1350–1400
Kvívíkar kirkja 397 Kvívík Streymoy 900
Leirvíkar kirkja 873 Leirvík Eysturoy 1350–1400
Miðvágs kirkja 1.046 Miðvágur Vágar 1350–1400
Mikladals kirkja 41 Mikladalur Kalsoy 1350–1400
Mykinesar kirkja 19 Sørvágur Mykines uml. 1400
Nes kirkja 264 Nes Eysturoy 1843
Nólsoyar kirkja 252 Tórshavnar kommuna Nólsoy uml. 1400
Gøtu kirkja 567 Gøtu Kommuna Eysturoy 1000
Norðskála kirkja 275 Sunda Kommuna Eysturoy 1584
Bønhúsið í Øravík 40 Tvøroyri Suðuroy 1350–1400
Oyndarfjarðar kirkja 161 Oyndarfjørður Eysturoy 1200
Porkeris kirkja 333 Porkeri Suðuroy 1350–1400
Rituvíkar kirkja 268 Runavík Eysturoy 1873
Saksunar kirkja 25 Saksun Streymoy 1400
Sandavágs kirkja 797 Sandavágur Vágar 1200
Sands kirkja 586 Sandur Sandoy 900
Sandvíkar kirkja 112 Hvalba Suðuroy 1000
Selatraðar kirkja 58 Sjóvar kommuna Eysturoy 1350–1400
Skælingur 11 Kvívík Streymoy 1584
Skálavíkar kirkja 183 Skálavík Sandoy 1350–1400
Skála kirkja 657 Skáli Eysturoy uml. 1400
Skopunar kirkja 507 Skopun Sandoy 1833
Skúvoyar kirkja 50 Skúvoy Skúvoy 1000
Sørvágur 966 Sørvágur Vágar 1350–1400
Sjóvar kirkja 812 Sjóvar kommuna Eysturoy uml. 1400
Streymnes 184 Hvalvík Streymoy 1584
Sumbiar kirkja 250 Sumba Suðuroy 1200
Svínoyar kirkja 52 Svínoy Svínoy 1000
Tjørnuvíkar kirkja 72 Haldarsvík Streymoy 900
Dómkirkjan 12.393 Tórshavnar kommuna Streymoy 1000
Mariukirkjan 12.393 Tórshavnar kommuna Streymoy 1000
Vesturkirkjan 12.393 Tórshavnar kommuna Streymoy 1000
Tvøroyrar kirkja 1.179 Tvøroyri Suðuroy 1836
Vágs kirkja 1.402 Vágur Suðuroy 1350–1400
Vestmanna kirkja 1.234 Vestmanna Streymoy 1400
Viðareiðis kirkja 339 Viðareiði Viðoy 1350–1400
  1. Heimabeiti.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið