Jump to content

Sameindu Tjóðir

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
ST-teknið er eitt veraldarkort, kransað við oljubløðum. Hetta er gamalt friðartekin.
Limalondini í ST. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST.

Sameindu Tjóðir er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini. ST er stytting fyri Sameindu Tjóðir [1]. Á donskum kallast felagsskapurin Forenede Nationer (FN), á enskum United Nations (UN) og á fronskum Organisation des Nations Unies (ONU). Alheimsfelagsskapurin Sameindu Tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum Fyrra- og Seinna heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, beint eftir Seinna heimsbardaga.

Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. Hóast Føroyar ikki eru stjálvstøðugur limur, so hava tó atlimaskap í felagsskapum, sum eru knýttir at ST. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti. Í 2013 eru 193 lond limir í ST [2]. Vatikanríkið og Palestina hava eygleiðarastøðu. Sameindu Tjóðir er ein millumtjóða felagsskapur, og meginreglan er, at bara fullveldislond kunnu verða limir. Dømi eru tó um lond uttan fullveldi, sum hava verið limir. Hvítarussland og Ukreina vóru limir í ST, hóast tey vóru partur av Sovjetsamveldinum undir Kalda krígnum [3]. Hildið verður, at Sovjetsamveldið kravdi at fáa størri vald í ST, og at hetta varð gjørt við at geva Sovjetlýðveldunum Hvítarusslandi og Ukreina status sum ST-limir og harvið fullan atkvøðurætt.

ST hevur fýra aðalmál: at verja friðin og trygdina í heiminum, eggja londunum til rættvísi, at stuðla og menna samstarvið landanna millum og at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum [4]. Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju.

ST-borgin er í 39 hæddum (kjallarin er 4 hæddir), og her heldur Aðalnevndin til.

ST stovnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið Fyrri heimsbardagi var av, stovnaðu londini, ið vunnu, í 1919 ein millumtjóða felagsskap, Fólkasamgonguna (FS), at tryggja friðin. Men hesin felagsskapur hevði einki at siga, tá ið Japan leyp á Kina í 1931, og tá ið Italia leyp á Etiopia í 1935. Tá Seinni heimsbardagi brast á, varð hildið, at ein av orsøkunum til kríggið var, at Fólkasamgongan hevði ikki nóg stórt vald til at forða fyri stórkríggi. Tá ið Seinni heimsbardagi var av í 1945, gjørdu teir sameindu av - t.e. tey londini, sum høvdu barst ímóti Týskland, Japan og Italia - at alt skuldi gerast, at stórbardagi ikki verða aftur. Teir settu á stovn Sameindu Tjóðirnar (ST) og skrivaðu sáttmála, sum skuldi tryggja frið og semju millum øll heimsins lond. "Vit fólkasløg Sameindu Tjóða hava avgjørt at bjarga komandi ættarliðum frá plágu krígsins, sum tvær ferðir í okkara livitíð hevur givið mannaættini ósigandi lýðing". Hetta er fyrsti setningurin í stovningarsáttmála Sameindu Tjóða, sum 50 lond skrivaðu undir 26. juni í 1945. Skipanin tók lutvíst støði í Fólkasamgonguni, men varð bygd á onnur virðir [5]. Fólkasamgongan bygdi á rættvísi, ST harafturímóti varð grundað á trygd og støðufesti. Vónin var at fáa frið og virðing fyri mannarættindum við at stegða kríggi, fátækradømi, sjúku, analfabetismu og umhvørvisoyðilegging.

Menningararbeiði

[rætta | rætta wikitekst]
Føroyar hava ikki atlimaskap í WFP (Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða), men føroyska landsstýrið hevur fleiri ferðir latið neyðhjálp og menningarhjálp umvegis WFP.

UNESCO, UNICEF, WFP og WHO hava gjørt vala arbeiði í Afrika. Í stórum pørtum av Afrika var fólkið plágað av herviligum sjúkum, til dømis malaria, sum malariaflugan ber við sær. WHO sendir fólk til Afrika við drepandi flugueituri at spræna út yvir teir víðu vøllir, har sum malariaflugan heldur til [6]. Á sama hátt runna teir eisini út aðrar sjúkur, eitt nú sovisjúkuna. Sovisjúkan verður borin frá manni til mans av eini flugu, sum eitur tsetse-flugan. Verður henda flugan útruddað, hvørvur sovisjúkan. Fyrr vóru nógvar bygdir, har helmingurin av bygdarfólkinum var óarbeiðsførur av hesum sjúkum. Tá ið fólkini hava fingið heilsuna og eru arbeiðsfør aftur, batna lívilíkindini munandi. Tað er ikki bara fólkið, sum sjúkan rámar, hon rámar eisini neytini. Tað hevur tí verið ómøguligt at hava neyt, har sum hesar smittuberandi flugur hava livað, og veldug landaøkir hava ligið oyðin við fólk og fæ.

Fleiri staðir eru fólk sjúk, tí tey fáa ov einstáttaðan mat og koma soleiðis at tróta nøkur evni, sum kroppurin tørvar. Tí er WHO farin at læra hesi fólkini at dyrka aðrar matplantur og hjálpa teimum at selja nakað av teimum matplantum, sum tey heysta, so at tey kunnu keypa nakað av øðrum mati í staðin fyri. Ein annar ST-stovnur, WFP, tekur sær av børnunum og roynir at fáa teimum góðan og gagnandi mat, so at tey kunnu fáa gott í beinini. Í summum støðum er tað ikki nóg mikið at grøða tey sjúku. Sjúkurnar koma aftur, tí vatnið, sum tey drekka og hava til matgerð, er fult av eitrandi bakterium. UNICEF ger megnararbeiði at útvega børnum heilivág fyri teim verstu barnasjúkum [7]. UNESCO hjálpir eisini teimum afrikansku londunum at fáa útbúgvið teimum lærarar og at fáa teimum góðar skúlabøkur til vega. Teir senda lærarar úr ymsum londum at halda skúla fyri afrikanskum børnum.

Mannarættindi

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsendamálið við yvirlýsingini um mannarættindini er at geva øllum møguleika at liva trygt uttan ágang.

Sameindu Tjóðir er eisini ein mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948. Tá ST varð sett á stovn, vórðu limalondini samd um, at tað var neyðugt at gera avtalur, sum skuldu verja heimsins íbúgvar. Hetta førdi til Mannarættindayvirlýsingina hjá ST, sum varð samtykt í 1948. Hendan yvirlýsing var slóðbrótandi, tí við henni staðfestu heimsins tjóðir, at øll menniskju hava rætt til frælsi og virðing. Men limalondini vóru ikki noydd at halda yvirlýsingina. Tí varð neyðugt við einum millumtjóða sáttmála. Ein slíkur sáttmáli bindur einstaka landið til at halda tað, sum samtykt verður.

Tað tók ST langa tíð at finna fram til ein sáttmála, sum londini kundu semjast um. Semja var millum annað ikki um, hvat mannarættindi í grundini eru. Rættindini vóru tí býtt sundur í tveir sáttmálar. Tann fyrri snýr seg um sosial, búskaparlig og mentanarlig rættindi, tann seinni um borgarlig og politisk rættindi. 35 lond undirskrivaðu sáttmálarnir í 1976. Í 2013 hava nógv fleiri undirskrivað. Vit hava í Føroyum samtykt 7 ymiskar ST mannarættindasáttmálar: Semingina um borgarlig og politisk rættindi, semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, kvinnurrættindasáttmálan, sáttmálan móti mismuni vegna rasu, barnarættindasáttmálan, sáttmálan móti nýtslu av tortur og sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Mannarættindi eru universel tvs. at tey eiga at vera ein íborðin rættur hjá øllum menniskjum, og tey eru ómissandi. Mannarættindi eru sostatt ikki nakað, sum er okkum givið av eini stjórn ella øðrum landi. ST-yvirlýsingin um mannarættindi fevnir um viðtøkur, sum skulu tryggja rættindi hjá øllum menniskjum. Grundleggjandi mannarættindi eru rætturin til frælsi, lív og javnlíkindi. At sleppa at liva er týdningarmesti mannarættur. Rættindi hjá samkyndum eru tí eisini mannarættindi - Sudan, Jemen, Móritania, Iran, Somalia, Nigeria og Saudiarábia hava t.d. deyðarevsing í verk fyri samkyndleiki [8][9].

Friðarherur

[rætta | rætta wikitekst]
ST-hermenn í Eysturtimor.

ST hevur ikki egnan her, men friðarvarveitandi herlið, sum eru mannað við hermonnum úr limalondunum. ST-hermenn verða settir inn millum stríðandi partar, til dømis fyri at stegða bardøgum, meðan friðarsamráðingar fara fram. Viðhvørt verður heitt á ST um at senda friðarherlið til eitt land, har ófriður er. Í 1989 vórðu herlið send til Namibia í syðra parti í Afrika at kanna valið, tá ið Namibia fekk fullveldi [10].

Eftir at Kalda kríggið var av, er ST vorðið alsamt virknari í royndunum at loysa altjóða ósemjur. Á sumri í 2013 var ST til dømis við í 15 altjóða stríðum [11]. Til samanberingar var ST við í til saman 19 stríðum alt tíðarskeiðið 1945 til 1985.

Krígsdómstólar

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1993 setti ST á stovn ein krígsbrotsmannadómstól, sum skuldi handtaka og rættarsøkja krígsbrotsmenn úr krígnum í fyrrverandi Jugoslavia, í 1994 var krígsbrotsmannadómstólurin fyri Ruanda settur á stovn. Og í 1998 varð Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin í Haag (ICC) stovnaður [12]. Hesin kundi handtaka og rættarsøkja krígsbrotsmenn úr øllum heiminum. Strangasti dómur, sum dómstólurin kann áseta, er lívslong fongsulsrevsing.

Øll limalondini eiga sess á aðalfundinum.
Aðalskrivarar
(leiðarar)
Ban Ki-moon
2007-
Suðurkorea
Kofi Annan
1997-2006
Ghana
Boutros Boutros-Ghali
1992-1996
Egyptaland
Javier Pérez de Cuéllar
1982-1991
Perú
Kurt Waldheim
1972-1981
Eysturríki
U Thant
1961-1971
Burma
Dag Hammarskjöld
1953-1961
Svøríki
Trygve Lie
1946-1952
Noreg
Gladwyn Jebb
1945-1946
Stórabretland

Stórur partur av arbeiðinum hjá ST verður gjørt á ymsum serstovnum. Til dømis eru Millumtjóða-arbeiðarastovnurin ILO, Heimsheilsustovnurin WHO og Menningarstovnurin UNDP. Trygdarráðið og Aðalfundurin hava fundir sínar í høvuðsborgini í New York City í USA. Eisini nógvir serstovnar hava skrivstovur her. Politikarar og stjórnarovastar úr øllum heimsins londum koma á hvørjum ári til New York at halda røðu í ST.

Stórur partur av øllum altjóða samstarvi fer umvegis ST ella ein av stovnunum í sonevndu ST-familjuni, og stovningarsáttmáli Sameindu Tjóða (á enskum Charter of the United Nations) verður mettur sum eitt slag av stjórnarskipan fyri allan heimin. ST er skipað í seks høvuðsstovnar: Aðalfundur Sameindu Tjóða, Trygdarráðið, Búskapar- og Almannaráðið, Aðalskrivarin, Altjóða Dómstólurin og Tilsjónarráðið [13]. Harumframt eru fleiri sjálvstøðugir stovnar, sum hoyra til ST-familjuna, t.d. UNICEF, Heimsbankin og UNESCO.

Høvuðsstovnar

[rætta | rætta wikitekst]

Av størstum týdningi eru Trygdarráðið, Búskapar- og Almannamálaráðið og Millumtjóða Dómstólurin, umframt teir nógvu undirstovnarnar.

  • Aðalskrivstovan fevnir um øll tey, sum dagliga arbeiða fyri ST kring allan heimin. Umframt høvuðssætið í New York hevur hon kunningarstovur kring heimin. Á odda fyri umsitingini er Aðalskrivarin. Undir honum eru ráðskrivstovur við hvør sínum varaaðalskrivara. Sløk 9000 fólk starvast á Skrivstovuni, sum hevur høvuðssæti í USA.
  • Aðalfundurin hevur seks umboð úr øllum limalondum, tó hevur hvørt landið bara 1 atkvøðu. Avgerðir á Aðalfindinum eru ikki løgfrøðiligar avgerðir, sum londini eru bundin at gera eftir. Men tær leggja tó stórt trýst á tey einstøku londini, sum tí í flestum førum gera eftir avgerðum aðalfundarinnar.
  • Trygdarráðið er týdningarmesti stovnurin í ST. Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Fimm lond eru fastir limir: USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland [14]. Hinir tíggju limirnir verða valdur fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr Ásia og Afrika, tveir úr Latínamerika, tveir úr Vesturevropa og ein úr Eysturevropa. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri og bara, um allir teir fimm føstu limirnir atkvøða fyri. Hetta gevur hvørjum av teim fimm vetorætt, at fella onkra avgerð, sum allir hinir limirnir kunnu vera fyri.
  • Búskapar- og almannamálaráðið umsitur fíggingina til undirstovnar í ST og virkar fyri at samskipa ítøkiliga arbeiðið, sum verður gjørt um allan heim. Ráðið hevur 54 limir, sum Aðalfundurin velur við støði í einum landafrøðiligum býti millum ymsar partar av heiminum. Limirnir verða valdir fyri trý ár í senn.
  • Altjóða Dómstólurin er rættarligi høvuðstovnurin í ST skipanini. Altjóða Dómstólurin er einasti av seks høvuðstovnum Sameindu Tjóða, sum ikki heldur til í USA. Hann heldur til í Haag í Niðurlondum. Ósemjur landanna millum kunnu verða lagdar fyri dómstólin, ið er hægsti løgfrøðiligi myndugleikin í ST.

Felagsskapir

[rætta | rætta wikitekst]

Umframt hesar hevur ST aðrar 30 undirstovnar, sum hvør virkar á sínum øki.

  • Barnagrunnur Sameindu Tjóða (UNICEF): Roynir at gera viðurskiftini hjá mammum og børnum í menningarlondunum betri, sendir m.a. sjúkrasystrar og læknar, sum kunnu koppseta móti ymiskum sjúkum, veita ráð um mat, reinføri, o.a.
  • Heilsufelagsskapur Sameindu Tjóða (WHO): Roynir á mangan hátt at betra lívskorini, serliga í teim londum, ið eru mest tilafturskomin. Roynir m.a. at venja upp læknar, stríðist ímóti sjúkum og smittukeldum, og í samstarvi við aðrar undirstovnar (t.d. FAO og UNICEF), at skapa betri reinføri, útvega reint vatn og arbeiða fyri matvørumenning.
  • Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða (FAO): FAO virkar m.a. fyri at menna landbúnaðin, serliga í menningarlondum, og á tann hátt at útvega teimum, sum svølta, meira mat. Føroyski áhugin er serliga fyri nevndini CoFi (stytting fyri "Committee on Fisheries"). Flestu fiskivinnulond hittast javnan í CoFi at viðgera mál, sum hava felags áhuga, so sum felags meginreglur fyri burðardygga fiskivinnu.
  • Heimsmatvørufelagsskapur Sameindu Tjóða (WFP): Sum neyðhjálparfelagsskapur, syrgir WFP fyri at bráðfeingis hjálp og matur kemur út til øki, sum eru hungursrakt orsakað av náttúruvanlukkum ella kríggi. Harumframt veitir WFP menningarhjálp til øki, sum støðugt eru rakt av hungri.
  1. "Archive copy". http://www.fmn.fo/listar/styttingar/styttingar.htm. Heintað 2013-06-29. 
  2. "Archive copy". http://www.globalis.no/Land/Landgrupperinger/Forente-nasjoner-FN. Heintað 2013-06-29. 
  3. http://www.un.org/en/members/growth.shtml
  4. http://snl.no/FN/Forente_nasjoner
  5. http://snl.no/Folkeforbundet
  6. "Archive copy". http://www.unicef.org/health/index_malaria.html. Heintað 2013-06-29. 
  7. "Archive copy". https://www.unicef.no/Dette+gj%C3%B8r+vi/N%C3%B8dhjelp. Heintað 2013-06-29. 
  8. http://www.dailymail.co.uk/news/article-493570/Gays-tortured-hanged-says-Iranian-minister-meeting-British-MPs.html
  9. http://www.amnesty.no/aktuelt/flere-nyheter/verdens-verste-steder-%C3%A5-v%C3%A6re-homo
  10. http://www.onwar.com/aced/data/november/namibia1966.htm
  11. http://www.un.org/en/peacekeeping/operations/current.shtml
  12. "Archive copy". http://www.icj-cij.org/court/index.php?p1=1. Heintað 2013-06-29. 
  13. "Archive copy". http://www.fn.no/FN-informasjon/FNs-hovedorganer. Heintað 2013-06-29. 
  14. http://www.un.org/en/sc/members/
  15. http://www.unesco.org/new/en/unesco/about-us/

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið