Altjóða Dómstólurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Altjóða Dómstólurin.

Altjóða Dómstólurin er einasti av seks høvuðstovnum Sameindu Tjóða, sum ikki heldur til í New York. Hann heldur til í Haag í Niðurlondum. Altjóða Dómstólurin er rættarligi høvuðstovnurin í ST skipanini. Ósemjur landanna millum kunnu verða lagdar fyri dómstólin, ið eisini er hægsti løgfrøðiligi myndugleikin í ST. Rætturin loysir løgfrøðiligar trætur millum lond og ráðgevur ST og serstovnunum í ST skipanini. Úrskurðir hjá dómstólinum eru endaligir og bindandi fyri avvarðandi lond og kunnu ikki kærast. Dómstólurin viðger mál, sum lond í semju leggja fyri hann, men kann ikki taka mál upp hjá einstaklingum, vinnufeløgum ella felagsskapum. Dómstólurin kann heldur ikki viðgera brotsverk ímóti mannaættini. Til hetta eru settir á stovn serdómstólar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið