WFP

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
WFP er ST-felagsskapurin, har øll lond saman royna at veita líðandi fólkum neyðhjálp.

World Food Programme (stytt WFP), Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða, varð settur á stovn í 1963. Sum neyðhjálparfelagsskapur, syrgir WFP fyri at bráðfeingis hjálp og matur kemur út til øki, sum eru hungursrakt orsakað av náttúruvanlukkum ella kríggi. Harumframt veitir WFP menningarhjálp til øki, sum støðugt eru rakt av hungri. Kanningar vísa, at um børn ikki fáa nøktandi føðsluvirði í matinum, so hava tey ógvuliga trupult við at læra. Tí er umráðandi, at tá fátøk øki verða ment við til dømis betri skúlum, má stuðul eisini verða veittur at tryggja børnunum nóg góðan mat, tí annars fáa tey ikki nóg mikið burtur úr nýggju møguleikunum, sum ein betri skúli gevur.

Føroyar hava ikki atlimaskap í WFP, men føroyska landsstýrið hevur fleiri ferðir latið bæði neyðhjálp og menningarhjálp umvegis WFP. Til dømis er menningarhjálp givin til verkætlanina Senegal Country Programmes, og neyðhjálp er t.d. farin til Perú og Gambia.

Endamál[rætta | rætta wikitekst]

Heimsmatvørufelagsskapur ST hevur sum høvuðsendamál at nøkta tørvin á mati í hungursraktum økjum í heiminum. Um 80-90 % av orkuni hjá WFP fara til at nøkta bráðfeingis mattrot, men WFP arbeiðir eisini við langtíðar menningarverkætlanum.

Høvuðsendamálið er at:

  • Bjarga mannalívum og at verja nærsamfeløg í neyðstøðum.
  • Tálma hungursneyð og fyribyrgja vanlukkum.
  • Byggja uppaftur eftir vanlukkur v.m.
  • Avmarka talið av menniskjum, ið verða rakt av áhaldandi hungri og føðslu­troti.
  • Hjálpa londum í arbeiði teirra at avmarka hungur, m.a. við at stimbra staðbundna landbúnaðin.
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið