Aðalfundur Sameindu Tjóða

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Aðalfundur Sameindu Tjóða.

Aðalfundurin er eitt slag av heimstingi. Øll limalondini sita á aðalfundinum, og hvørt landið, líka mikið hvussu stórt ella lítið tað er, hevur eina atkvøðu. Samtyktir hjá aðalfundinum verða gjørdar við vanligum meiriluta, tó krevja upptøkur av nýggjum limalondum og tilráðingar um frið og trygd tveir triðingar í atkvøðumeiriluta. Aðalfundur Sameindu Tjóða hittist á hvørjum ári, vanliga frá september til desember [1]. Avgerðir, sum aðalfundurin tekur, binda ikki limalondini løgfrøðiliga, men tær verða mettar at hava stóran týdning fyri støðutakan til mál í altjóða politikki, eins og tær ofta verða mettar at verða moralskt bindandi.

Aðalfundurin hevur seks høvuðsnevndir:

  1. Fyrsta nevnd: Avvápnan og altjóða trygd.
  2. Onnur nevnd: Búskapar viðurskifti og fíggjarlig viðurskifti.
  3. Triðja nevnd: Almanna, hjálpar og mentanarlig viðurskifti.
  4. Fjórða nevnd: Serpolitisk viðurskifti og hjálandaavtøka.
  5. Fimta nevnd: Fyrisiting og fíggjarlóg.
  6. Sætta nevnd: Lógarviðurskifti.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://snl.no/FNs_generalforsamling